Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-20, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juni 2008síða 52

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 117 - 20. juni 2008 lýsingartilfar 52 Tel 35 00 35 . hvonn@hvonn.fo . www.hvonn.fo VIKUBLAÐIÐ Vága Kunningarstova tel. 333455 Havamøblar kr. 4.000,- Eitt felag í støðugari menning Reno-Vent Sp/f bleiv stovnað í 1994 við tí endamáli at veita tænastur innan reinsan og viðlíkahaldi av ventilatiónsverkum. Harav navnið Reno-Vent. Tað vísti seg skjótt at fyritøkunnar virksemi hevði ikki fremstu raðfesting millum manna í kreppuárunum, og tí varð neyðugt at saðla um. Byrjað varð at gera HVS arbeiði, smærri umvælingar, sethús v.m. Tey hava gjørt HVS arbeiði í fleiri størri bygningum, so sum skúlum, ellis- og røkrarheimum, eldrasambýlum, hotellum, ítróttarhallum v.m. Tey halda til á bryggjuni í Hósvík, har tey hava skrivstovu og ein lítlan handil. Arbeiðsøki teirra eru rættuliga fjølbroytt, tey gera alt arbeiði innan HVS, selja hitapumpur, og veita ráðgeving um orku, og orkusparing í bygningum. Tey hava eisini ein slangukaga, sum ger tað møguligt at gjøgnumlýsa kloakskipanir, og staðfesta hvørji dýpd tey liggja á. Sum nakað nýtt fara tey í næstum, at bjóða seg fram at gera orkulýsingar av bygningum við framkomnari útgerð, har bygningurin verður avmyndaður við einum hitakamera fyri at staðfesta isolering, kuldabrúgvar og gjóstur.