Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juli 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 135 - 18. juli 2001 Nr. 135 - 18. juli 2001 3 13 fólk úr Sumba, Havn og úr Klaksvík skulu í eina vika royna, hvussu tað er at búleikast í Múla á Borðoynni. Tiltakið er liður í útvarps- sendingum í vetur, sum Studio Pegasus skipar fyri Í MÚLA Eirikur Lindenskov Mánadagin komu tríggjar familjur til Múla, har tær skulu búleikast í eina viku. Tilsamans eru 13 fólk í hesum familjum, harav seks teirra eru børn. Tað er Studio Pegasus í Klaksvík, sum hevur tikið stig til at fáa fólk aftur í bygdina. Uppihaldið í bygdini verður partur av nýggjari og øðrvísi út- varpsrøð, sum verður send í Útvarpi Føroya í vetur. Familjurnar koma úr Sumba, Havn og Klaksvík. Úr Sumba eru tað Kári og Herdis Debess. Úr Havn eru tað Oyvindur av Skarði og Hildur Eyðunsdóttir, sum hava tvey børn við sær. Harafturat er omman, Súsan í Jákupsstovu, eisini við. Úr Klaksvík eru tað Hans Eiler, prestur, og Linda Hammer, sum hava fýra børn við sær. Familjurnar vórðu fluttar til Múla við elsta strand- faraskipinum, Barsskor, sum sigldi úr Klaksvík mánamorgunin. Fyrsti dagurin varð brúktur til at kunna seg við viðurskiftini í bygdini, men hol varð eisini sett á fyrstu av- bjóðingarnar. Kúgv er komin aftur í bygdina, og hon skal mjólkast tvær ferðir um dagin. Tað er eisini nógv annað at tríva í. Næstu dagarnar skulu familjurnar royna at trívast í bygdini, og tey sleppa eisini at royna seg á ymsan hátt. Fólkini fáa ymsar avbjóðingar, og helst enda tey eisini í onkrari óvanligari støðu. Meira verður at frætta í útvarpssendingunum í vet- ur, hvussu leikur fer í Múla, siga tey frá Studio Pegasus, ið skipa fyri sendingunum. Kunngjørt verður fyrir ætt, vinum og kenningum, at kæra kona mín, móðir, vermóðir, omma og langomma okkara Judith Amalia Guðmundsson f. Skibenæs av Skipanesi andaðist sunnudagin 8. juli 2001, 84 ára gomul. Jarðarferðin fór fram fríggjadagin 13. juli í Reykjavík. Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og tøkk fyri blómur og kransar. Vegna tey avvarðandi Hinrik Guðmundsson, Guðmundur Hinriksson og Jóhann Hinriksson við familjum Tøkk Eina hjartans tøkk vilja vit siga øllum teimum, sum vístu samkenslu og hjálptu okkum so ómetaliga væl í stóru sorg okkara, tá okkara elskaði maður og pápi, sonur og beiggi Petur Kruse doyði og varð jarðaður.Túsund tøkk øll tit, sum bakaðu og hjálptu til, bæði tann dagin, tá vit komu vestur við honum og til sjálva jarðarferðina og ervið.Takk til prestarnar í kapellinum og kirkjuni fyri góð og troystarrík orð.Takk til sangarar og berarar. Takk fyri blómur og kransar, brøv, uppringingar, vitjanir og heilsanir annars.Takk til tykkum, sum stóðu fyri tónleikinum í kirkjuni og til tykkum, sum gjørdu sangheftið.Takk fyri lán av missións- húsinum.Takk fyri peningagávur, bæði til Føroya Felag Móti Krabbameini og til okkum sjálvi. Takk til øll tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.Takk fyri góð og vøkur minningarorð í bløðunum. Fyri tey avvarðandi Birita, Rúni, Bogi, Rógvi og Unn Tríggjar familjur eina viku í Múla Hetta eru fólkini, sum nú búgva í Múla: Úr Sumba, Kári og Herdis Debess. Úr Havn, Oyvindur av Skarði og Hildur Eyðunsdóttir, sum hava tvey børn við sær. Harafturat er omman, Súsan í Jákupsstovu, eisini við. Úr Klaksvík eru tað Hans Eiler, prestur, og Linda Hammer, sum hava fýra børn við sær Presturin Hans Eiler Hammer og familja verða førd í land í Múla mánadagin. Skiparin á Barsskor, Jógvan Joensen, og fyrrverandi skiparin, Hjalmar Høgnesen, føra tey at lendingini niðanfyri bygdina Á stóru og aftur- vendandi framsýningin í SMS um ólavsøkumundið, sum B36 skipar fyri, verða hesaferð sýndar fram føroyskar sluppir TÍÐINDASKRIV SMS Seinnu árini hava áhuga- verdar myndaframsýningar verið á Torginum í SMS um ólavsøkumundið. Tað er B36 og Birgar Johannesen, sum hava skipað fyri hes- um framsýningum, sum m. a. hava verið um Havnina og havnarfólk í seksti- árunum. Hesaferð verða modell av føroyskum sluppum og myndir av manningum sýnd fram. Tað verður Heðin Mortensen, sum setur framsýningina leygardagin klokkan 14, og verður framsýningin opin til 4. august. Sluppir sýndar fram í SMS Tóshavnar Kommuna: Fíggjar- støðan hjá Tórs- havnar Kommuna vísti fyri ár 2000 eitt rættiliga gott úrslit. Gjaldførið hjá kommununi er munandi batnað, og hetta er serliga tað, sum vit eiga at fegnast yvir, sigur Heri Olsen, rokn- skapar leiðari hjá Tórshavnar Kommunu ROKNSKAPUR Heri á Rógvi Tórshavnar Kommuna er seinastu árini einans vorðin størri og størri. Orð sum íbúðarneyð hava verið uppi at venda milum manna, fyri at lýsa støðuna hjá høv- uðsstaðnum. Tað er eyð- sæð, at Tórshavnar Komm- una er ein av skjótast vaks- andi kommunum í landin- um, og hetta merkist eisini á tølunum. Sambært heima- síðuni hjá kommuni, so búgva tað í 2001 17.905 fólk í kommununi. Í 1999 búðu 16.469 fólk í Tórs- havnar Kommunu. Av teimum 17.905 eru tað 974 kollfirðingar. Hetta vil við øðrum orðum siga, at hóast kollfirðingar nú kunnu kalla seg havnafólk, so er vøksturin størri enn teir einsamallir. Hetta ávirkar sjálvandi, saman við uppgangandi føroyska búskapinum, inn- tøkurnar hjá høvuðsstað- num. Á fíggjarætlanini fyri 2000, hevði Tórshavnar Kommuna roknað við inntøkum áljóðandi 338 míó kr. Sambært ársrokn- skapinum fyri 2000 hjá Tórshavnar Kommunu, so gjørdust inntøkurnar hjá kommuni omanfyri 374 mió. kr. Hetta er umframt Kollafjørð, sum higartil hevur rikið egnan rokn- skap. Skeita vit eftir fíggjar- ætlanini fyri 2001, síggja vit, at roknað verður við fleiri inntøkum í ár, tí tær verða mettar at gerast 380 mío kr. Fíggjarstøðan Í ársroknskapinum hjá Tórshavnar Kommunu er Tórshavnar Havn bólkað fyri seg. Árið í fjør gjørdist eisini rímiligt gott hjá Tórshavnar Havn, sum kundi vísa á eitt positivt ársúrslit. Støðisognin hjá Tórs- havnar Kommunu var við árslok ár 2000 936.164.000 kr. Støðisogn er føst virði ella føstu aktivini hjá kommununi. Hjá einari kommunu er trupult at áseta støðisognina, sigur Jan Christiansen, borgar- stjóri. Tað kann eitt nú vera eitt sindur torført at áseta virðið á molanum. Síðani kreppuárini hevur eisini verið nógv íløguvirksemi í kommununi, og hetta hevur eisini gjørt sítt til, at støðisognin nú er tann, sum hon er. Støðisognin er tó eitt sindur torfør at hava við at gera, tí í viðmerkingun- um til ársroknskapin stend- ur at lesa, at avskrivingar verða ikki gjørdar í sam- bandi við støðisognina. Viðmerkjast skal, at støðisognin í 1997 var góðar 877 mío. Tórshavnar Kommuna hevði fyrst í nýtiárunum stórar skuldartrupulleikar. Skuldin var í 1995 næstan komin upp á 600 mió. kr. Síðani tá hevur tó gingið fram á, og samlaða láni- skuldin liggur beint oman fyri 200 mió. kr. Eisini gjaldførið hjá kommununi er batnað. Gjaldførið hjá Tórshavnar Kommunu var í 1999 góðar hundrað milli- ónir krónur, og varð nógvur av hesum peningi nýttur til at gjalda niður skuldina, sum kommunan hevði at dragast við, soleiðis at gjaldførið minkaði aftur. Gjaldførið hjá Kommununi er, sambært seinastu rokn- skapartølunum, aftur á veg rættað vegin, meðan skuld- arbyrðan tykist støðugt at minka. Greitt er, at stórar avbjoðingar liggja fyri framman hjá størstu kommununi í Føroyum, og tí er eyðsæð, at kommunan hevur tørv á góðum gjaldføri. Eginognin hjá høvuðs- staðnum er, sambært árs- r o k n s k a p i n u m , 849.551.000 kr. Hetta er í sjálvum sær rættiliga nógv, men tað er ikki hetta, sum vit eiga at leggja størstan dentin á, sigur Heri Olsen, roknskaparleiðari hjá Tórs- havnar Kommunu. Egin- ognin er virðið av aktivum minus fremmandu skuld- ina. Eginognin var í 1998 “einans” 554 mío kr. Hetta sigur okkum so mikið, at tað gongur fram á við tí rúkandi ferð hjá Tórshavnar Kommunu. Skeita vit eftir útreiðsl- unum hjá Tórshavnar Kommunu, so fara lutfals- liga flestu pengarnir til sokallaðar tekninskar veitngar. Sum heild eru útreiðslurnar hjá komm- ununi vaksnar støðugt seinastu árini. Í 1996 vóru útreiðslurnar 223 mío, og í 2000 vóru útreiðslurnar góðar 316 mío. Hetta er hóast skuldarbyrðan hjá kommuni er lætnað munandi. Tað kann eisini viðmerkjast, at útreiðsl- urnar til barnaansing eru meira enn tvífaldaðar síðani 1996. Ársúrslitið Kaga vit eftir ársrokn- skapinum hjá Tórshavnar Kommunu, so sæst eitt ársúrslit áljóðandi 126.702.000 kr. Inntøk- urnar hjá Tórshavnar Kommunu, umframt Tórs- havnar Havn, eru 374 míó kr. Inntøkurnar eru skatt- urin, sum kommunan fær inn. Skattainntøkan er voksin rættiga nógv í hálvfemsunum. Í 1997 lá skattainntøkan hjá størstu kommununi í landinum um 300 milliónir. Hendan myndin av skattainntøk- unum hjá Tórshavnar Kommunu samsvarar eisini við búskaparligu gongdina sum heild í føroyska samfelagnum. Hægri skattargrundarlag Heri Olsen er roknskap- arleiðari hjá Tórshavnar Kommunu. Hann ivastst onga løtu í, at orsøkin til búskaparligu glottarnar hjá Tórshavnar Kommunu skyldast hægri skatta- grundarlag. Hann sigur, at vit serliga skulu skoðað gjaldførið hjá Kommuni, um vit skulu meta, hvussu væl fyri kommunan er. Heri er eisini samdur við tí sjónarmiðið, at gongdin hjá Tórshavnar Kommunu er í tráð við samlaðu búskaparligu gongdina í landinum. Á fíggjarætlanini fyri 2001 hjá Tórshavnar Kommunu, verður roknað við inntøkum áljóðandi 380 mío kr. Hesi tøl koma frá metingum hjá Toll- og Skattstovuni, men Heri sigur seg hava lyndi til at vera varin. Spurningurin er, um vit ikki nærkast einum lofti viðvikjandi inntøkum. Framburðurin á nógvum økjum hjá kommununi fer eisini at fáa nakrar fylgjur, m.a. økt trýst á kommuna, sigur Heri Olsen at enda. Tað gongur strálandi hjá Tórshavnar Kommunu Ársroknskapurin fyri ár 2000 vísti eitt gott úrslit. Serliga gjaldførið er at fegnast um, sigur roknskaparleiðarin hjá kommununi C M Y K 3 2