mikudagur 18. juli 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 135 - 18. juli 2001
Nr. 135 - 18. juli 2001
5
Nú er nakað liðið síð-
ani peningastuldur
varð framdur í bæði
P/A Restorff og hjá
Gunleivi í Havn, og
løgreglan er fram-
vegis ikki komin
nærri nøkrum úrs-
litið. Framvegis ganga
tjóvarnir leysir við
mappuni á tremur
STULDUR
Heini í Skorini
13. apríl í 2000, yvir einum
ári síðani, varð peninga-
stuldur framdur í P/A
Restorff í Sigmundargøtu í
Havn. Tjóvurin kom eitt
kvøldi inn við onkrum, fólk
halda vera eina skamm-
byrsu, og hótti hann síðani
kassadamuna. 10.000 krón-
ur vórðu stolnar hetta
kvøldið, og meiri sást ikki
til viðkomandi.
Nú er so meir enn eitt ár
liðið síðani júst umtalaðu
hending, men framvegis er
løgreglan í Havn ikki kom-
in nærri einum úrsliti.
Georg Otthamar á krimi-
naldeildini á løgreglustøð-
ini í Havn sigur, at hóast ar-
beitt verður við málinum
eftir umstøðunum, er ikki
komið fram til nakað ítøki-
ligt, sum hevur fingið løg-
regluna víðari í málinum.
Tjóvurin
við
teimum
10.000 krónunum er sostatt
sloppin væl frá stuldrinum í
eitt gott ár, og einki bendir
á, at verandi støða broytist í
bræði.
Størsti stuldur hjá
Gunleivi
Kanska hevur onkur fingið
blóð á tonna, ella á ein ella
annan hátt er farin at hugsa
størri av hesi hending, tí 27.
mars í ár varð aftur stuldur
framdur í Havn í Bakarí-
num hjá Gunleivi við
Landavegin, og hesaferð
hvarv ein nógv størri upp-
hædd.
Ikki minni enn 120.000
krónur
vórðu
hesaferð
stolnar úr pengaskápinum
hjá Gunleivi, og er hetta
sambært kriminaldeildini
hjá løgregluni í Havn óvan-
liga stórur stuldur í Før-
oyum.
Sostatt stóð løgreglan
knappliga við tveimum
málum um peningastuldur,
eitt á 10.000 krónur hjá P/A
Restorff,
meðan
næsti
stuldur var langt omanfyri
horvnu upphæddina hjá
P/A Restorff, nevniliga
á120.000 krónur hjá Gun-
leivi.
Um
gerningsmenninir
hava verið ymiskir, gjørdi
seinni tjóvurin fyrra stuld-
urin veruliga til skammar, tí
10.000 krónur er ikki júst
tað sama sum 120.000
krónur.
Løgreglan stendur á
berum
Kriminaldeildin á løgreglu-
støðini í Havn heldur ikki,
at samband er millum
hendingarnar. Men afturat
hesum sigur løgreglan seg
ikki vita meiri, enn hon
hevur gjørt, tá byrjað varð
at arbeiða við hesum báð-
um málum. Royndir vórðu
tiknar beint eftir hending-
ina hjá Gunleivi og sendar
niður til Danmarkar, men
hetta hevur eftir øllum at
døma ikki ført við sær
nakra niðurstøðu.
Tað er greitt, at stuldurin
hjá Gunleivi varð framdur
millum kl. 23 um kvøldið
og kl. 7 um morgunin 27.
mars, men tað er avmarkað,
hvussu langt ein kemur bert
við hesi vitan.
Slopnir væl higartil
Sostatt kann sigast, at
gerningsmenninir higartil
eru slopnir væl frá stuldr-
unum, tí enn er einki meiri
hent viðvíkjandi málunum.
Eitt bankarán varð framt á
heili 500.000 kr í 80´unum,
men tá fekk løgreglan fatur
á bæði gerningsmanni og
peningi.
Um
løgreglan
megnar at endurtaka hetta,
fer bert tíðin at vísa.
Í hvussu so er ganga tjóv-
ar í løtuni kring Havnina
ella aðrastaðni í Føroyum
við lummunum fullum av
stolnum peningi, og tykjast
teir hava gjøgnumført ar-
beiði sítt til fulnar. Í øllum
førum stendur løgreglan
enn á berum.
Fyri fjórðu ferð verður
álmanakkin »Minn meg
á« givin út, og inniheldur
hann
nógv
hent
í
gerandisdegnum. Álma-
nakkin er vorðin sera
væl umtóktur serliga
millum skúlaungdómar,
og tað er Annfinnur
Zachariassen, sum hevur
fingið hugskotið til út-
gávuna.
Álmanakkin er frá juli
2001 til juni 2002, og
kostar hann 55 kr., har
Barnahjálpargrunnurin
fær 5 kr. av hvørjum ein-
taki. 146 síður eru í
»Minn meg á« álma-
nakkanum, hann er á A5
stødd, og spiralbinding
er eisini á álmanakk-
anum.
Inniheldur nógv
Í álmannakkanum er
mánaðaryvirlit, ein vika
er á hvørji opnu, navna-
yvirlit, heimasíður, teld-
upostur,
minnisdagar,
minnisblað, postnummar
í Føroyum, og so eru 29
orðatøk prentað niðast á
hvørji síðu.
Anker Eli Petersen
hevur gjørt permumynd-
ina, Einars Prent hevur
staðið fyri at prenta og
bundið inn, meðan Sune
Joensen hevur rættlisið.
Poul Hansen hevur lagt
til rættis at fáa álma-
nakkan útgivnan, og
hugskotið til júst útgivna
»Minn meg á« álma-
nakkan eigur Annfinnur
Zachariassen.
»Minn meg á«
álmanakkin
komin
Tjóvar ov gløggir fyri
løgregluna
Enn hevur løgreglan ikki funnið fram til gerningsmenninar í P/A Restorff og hjá Gunleivi
ÁLMANAKK-ÚTGÁVA
Heini í Skorini
Nú er væl umtókti »Minn meg á«
álmannanakkin komin á hillarnar í handl-
um kring landið. Álmanakkin er frá juli
2001 til juni 2002
Borurin er settur í
undirgrundina, og
hetta merkir longu
býarmyndirna í
Havn. Týsmorgunin
lógu tvey skip, ið hava
tilknýti til olju-
vinnuna, við bryggju
í Havn
SKIP
Stefan í Skorini
Havnirnar í Runavík og í
Havn eru farnar at merkja
árinið frá oljuvinnuni, sum
nú er byrjað við Føroyar.
Veitingarskipini (supply-
bátar) og standby-bátarnir
gerast fleiri í tali og liggja
nú ofta við bryggju í Før-
oyum.
Hóast Runavík er tann
almenna oljuútgerðarhavn-
in, so eru slíkir bátar ofta at
síggja í Havn. Týsmorgunin
lógu tann blái Highland
Spirit hjá British Petroleum
og
tann
reyði
Faroe
Connector hjá Thor í Hós-
vík við vestaru bryggju í
Havn.
Havila
Charisma
er
veitingarskipið, ið siglir út
til Sovereign Explorer, men
tað siglir frá Runavík.
Smittar av
Faroe
Connector
siglir
beint nú sum standby skip
hjá
boriskipinum
West
Navion hjá BP, sum ger
royndarboringar.
Sum standby skip skal
Faroe Connector vera til-
reiðar um okkurt óhapp
hendir undir royndarbor-
ingunum. Eisini skal skipið
syrgja fyri, at eingin óvið-
komandi kemur inn á
trygdarøki, sum er 500
metrar frá boringini. Van-
ligt er, at hesar royndar-
boringar vara í 28-40 dagar.
Highland Spirit er eitt
skip hjá BP. Tað er eitt
veitingarskip, sum siglir til
boripallin
Schiehallion.
Hesin boripallur er í bretsk-
um øki, so oljuboringin
uttanfyri føroyska markið
kastar eisini av sær her í
Føroyum.
Eitt veitingarskip siglir
provianti, olju, vatni og
útgerð til boripallarnar, so
teir ongantíð eru í uppisetri
við nøkrum neyðsynjar-
vørum.
Faroe Connector er tað
fyrsta
skipið,
sum
er
skrásett í skipabólkinum
standby skip í Føroyum.
Har eru tólv mans umborð
á skipinum. Av teimum eru
átta føroyingar og fýra
danir. Av Thor verður sagt,
at ætlanin er, at bara før-
oyingar skulu manna skipið
í framtíðini.
Tann 1. juli í ár varð
Faroe Connector yvirtikin
av Thor í Hósvík. Tað er
bygt í Litava í fjør. Skipið
er 65,6 metrar til longdar,
14,6 metrar breitt, og tað
stingur 7 metrar.
Vágabólkurin Holgar
og Villmenn hevur
sent eina nýggja fløgu
á gøtuna. Hon eitur
“Súrt og Fólkaligt” og
spennir víða innan
tónleikin, heldur
útgevarin
FLØGUÚTGÁVA
Stefan í Skorini
Enn einaferð var ein nýggj
fløga á marknaðinum, og
hetta er tann fyrsta fløgan
hjá Holgari og hansara
villmonnum. Tað er Holgar
Jacobsen, sum stendur á
odda fyri bólkinum, og
hann syngur og spælir
guitar.
Holgar sigur, at henda
útgávan spennir víða, tí
løgini eru alt frá aukust-
iskum løgum til harðan
rokk, og at hetta er guitar-
baseraður tónleikur.
Alt tilfarið á fløguni er
heimagjørt, og tey flestu
løgini eru nýggj, men
nøkur eru gjørd fyri nøkr-
um árum síðani. Tað er
Holgar
Jacobsen,
sum
hevur smíðað øll løgini og
gjørt orðini til tey. Einki av
hesum løgunum er innspælt
fyrr.
Leingi á veg
Holgar og Villmenn hava
leingi havt ætlanir um at
geva fløgu út, og tosað
hevur verið um eina fløgu
seinastu trý árini. Ikki fyrr
ein verkfallið hjá arbeið-
arafeløgunum var í vár,
fingu teir stundir at fara
undir upptøkurnar.
Hinir limirnir á bólkinum
eru Jákup á Stongum (kór
og akk. guitar), John Edvin
Joensen (bass) og Albin
Wang
Ísakson.
Navnið
Holgar og Villmenn er frá
einari Prix Føroyar kapp-
ing, og tað hevur hingið við
síðani.
Holgar Jacobsen hevur
verið við til at givið tvey
bond út fyri nøkrum árum
síðani. Tað eina var við
bólkinum Sørvings, har
Jákup á Stongum eisini
spældi við, og hitt var við
bólkinum
Ghostrider.
Bondini vórðu útgivin í
1989 og í 1990.
Fløgan er upptikin í
Studio Pegasus í Klaksvík,
og Holgar sjálvur er væl
nøgdur við úrslitið og
ljóðið. Plátufelagið Tutl
gevur fløguna út.
In G (les Ingi) Isaksen
hevur staðið fyri upptøk-
uni, og hann hevur harum-
framt eisini spælt tangentar
á nøkrum løgum.
Fløgan er framleidd í
Týsklandi og fæst nú í
sølubúðunum.
Fleiri oljuskip á Havnini
Tað bláa veitingarskipið hjá
BP vinstrumegin og tað
reyða standby skipið hjá
Thor høgrumegin. Skip við
tilknýti til oljuvinnuna seta
dám á býarmyndina í Havn
Villmenn geva fløgu út
Holgar Jacobsen hevur gjørt øll løgini á nýggju fløguni hjá
hansara villmonnum
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
5
4