Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juli 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 135 - 18. juli 2001 Nr. 135 - 18. juli 2001 7 Eiðis Kirkja verður umvæld. Umvælingin hevur av ymsum or- søkum verið drúgv. Og rættiliga nógv dýrari, enn kirkju- ráðið hevur ráð til VIÐLÍKAHALD Edvard Joensen Eiði: Teir mála Eiðis Kirkj- u innan. Tveir mans ganga uppi í erva við penslum. Tað verður drúgt, láta teir at. Tað er ikki løtuverk at mála Eiðis Kirkju innan. Sum so mangar aðrar kirkj- ur er hon eitt satt listaverk, og hvør smálutur skal ger- ast aftur, sum hann var, áðr- enn umvælingin byrjaði. Tað verður kínt og kelað. Klappað og diggað. Men tað kann einhvør skilja, at farast skal vandaliga um, og at tað má taka sína tíð. Millum annað málningurin av lambinum yvir altarin- um, sum eiðismaðurin Niels Kruse hevur málað, er serstakur, og neyðugt hevur verið at fingið kon- servatorar úr Danmark at umvæla hann. Men tað er ikki øðrvísi enn væntað við málinga- arbeiðinum. Hinvegin hev- ur annað arbeiði í kirkjuni tikið tíð. Eiðisfólk eru far- ina t ótolnast eftir at sleppa aftur í kirkju. Hon hevur nú verið stongd í umleið hálvt- annað ár orsakað av um- vælingini. Millum annað skal alt gólvið skiftast út. Kirkju- ráðið helt frá byrjan, at best var at skifta alt, sum tað var, beinanveg, men fekk ikki viðhald frá øðrum pørtum, sum innblandaðir vóru í umvælingina. Seinni hevur tað víst seg, at soleiðis gjørdist tað kort- ini. Alt gólvið verður nú skift út, hóast tað fer at taka longri tíð enn ætlað. Mill- um annað vísti seg, at nøk- ur av undirsløgunum eisini vóru so illa farin, at tey máttu skiftast út. Alt í alt er arbeiðið dýrk- að munandi í mun til tað, kirkjuráðið hevði væntað og átti pengar til. Tað hevur so gjørt, at Føroya Stiftsstjórn hevur tikið um endan og leggur út úr Kirkjugrunninum fyri at fáa arbeiðið liðugt. Hans Jacob Joensen, biskupur, sigur, at Stifts- stjórnin hevur gjørt ymsar broytingar í upprunaligu ætlanini. Millum annað vórðu tilboðini upp á mál- ingaarbeiðið gjøgnumging- in av nýggjum. Tað endaði so við, at arbeiðið varð latið einum málarameistara, sum í grundini ikki gav nakað tilboð, men bara eina ætlan yvir, hvat tað fór at kosta at mála kirkjuna. Kirkjan er nevniliga so- leiðis vorðin innan, sigur biskupur, at tað er øgiliga ringt at meta um, hvussu langa tíð arbeiðið tekur. Og tí er ringt at geva bindandi tilboð. Tað vísti seg eisini, at innkomnu tilboðini vóru givin soleiðis, at teir, sum buðu, høvdu lagt uppfyri. Nú Stiftsstjórnin er kom- in uppí, verður mett, at ein- ar 200.000,- krónur kunnu sparast bara við málingar- arbeiðinum. Eisini annað, sum ætlað varð frá byrjan, er útsett, sigur biskupur. Eiðis Kirkja verður 120 ár í heyst, og vónin er, at hon verður klár til ta tíð. Men á Eiði taka tey ikki nakað fyri givið, tá tosað verður um kirkjuumvæling. Í gjár fóru trý menn- ingartarnað ungfólk saman við leiðara á legu í Danmark. Tað er Reyði Krossur Før- oya, sum skipar fyri ferðini ÚTFERÐ Edvard Joensen Trý ungfólk í aldrinum 12 - 15 ár fóru í gjár saman við einum leiðara á altjóða ungdómslegu í Ringkøbing í Vesturjyllandi. Tað er Reyði Krossur Føroya, sum skipar fyri ferðini úr Før- oyum. Í Danmark er tað eisini Reyði Krossur, sum skipar fyri leguni. Hon verður hildin í samband við, at Reyði Krossur í Ringkøb- ing hevur virkað í 100 ár á staðnum. Á leguni, sum er frá 17. til 25. juli, fara menningar- tarnað úr 14 londum at hitt- ast. Tey verða upp til trý úr hvørjum landi, eins og tey eru úr Føroyum. Luttakararnir fáa høvi at uppliva ymiskt á leguni. Millum annað verða útferð- ir gjørdar, eitt nú í Lego- land, eins og tey eisini fáa vitjan av løgreglufólki á rossabaki, sigur Reyði Krossur Føroya í tíðinda- skrivi í samband við, at før- oysku luttakararnir fóru av- stað í gjár. At Reyði Krossur Føroya sendir hesi fólkini á legu, er eisini eitt íkast til, at foreld- ur og onnur avvarðandi trygt kunnu lata tey fara út at ferðast. Ferðaleiðari er Diana Mouritsen, sum er sama- rittur hjá Reyða Krossi Før- oya og hevur arbeitt við menningartarnaðum fólki. Hon lesur í løtuni pedago- gikk í Århus, men er í Før- oyum i summarfrí. Part av hesi summarfrí síni brúkar hon so - sjálv- boðin - upp á at fara við hesum ferðalagnum til Danmarkar. Tiltakið verður fíggjar- liga stuðlað av Atlantic Air- ways, Jólamerkjagrunnin- um, Frímerkjadeildini og Undirvísingar- og Menta- málastýrinum, sum Reyði Krossur takkar fyri stuðul- in, verður sagt í tíðinda- skrivinum. Reyði Krossur lýsti fyrr í mánaðinum við einum til- taki í Vágsbotni, har mill- um annað var ætlanin at hava bókatombola. Tað til- takið varð útsett, men veðr- ur hildið komandi leygar- dag ístaðin. So leygardagin tann 21. juli fer at bera til hjá fólki at stuðla Reyða Krossi Før- oya, sum fer at hava loppu- marknað og tombola í Vágsbotni frá klokkan 11 fyrrapartin til klokkan 17 seinnapartin. Menningartarnað á legu í Danmark Mála Eiðis Kirkju Málningurin av lambinum er serstakur og mátti umvælast av konservatorum úr Danmark Mynd: Edvard Joensen Ólavsøkuprædikan í ár verður fyrireikað í Múla. Hans Eiler Hammer, prestur, lut- tekur saman við familju síni í útvarps- tiltakinum hjá studio Pegasus, ið inniber, at tríggjar familjur skulu búleikast sam- an á primitivan hátt í eina viku í útdeyðu bygdini ÓLAVSØKUPRÆDIKAN John Johannessen Prædikan í dómkirkjuni ólavsøkudag í ár verður helst merkt av, hvussu tað er at liva á primitivan hátt tætt upp at náttúruni og uttan samskifti við um- heimin. Presturin, sum skal halda ólavsøkuprædikuna, luttek- ur nevniliga í løtuni saman við familiju síni og tveim- um øðrum pørum í Robin- son líknandi tiltakinum hjá Studio Pegasus, um at lív- bjarga sær í útdeyðu bygd- ini, Múla, í eina viku. Uppihaldið í Múla skal síð- ani sendast sum útvarps- sending í Útvarpi Føroya í vetur. Tættari skapanarvekinum – Vit komu til Múla í gjár og skulu vera her í eina viku. Vit liva á primitivan hátt og skulu sjálv fáa allan mat til vega. Um eina løtu skal eg út at fiska døgurða, og annars mjølka vit og taka egg frá hønunum. Hetta er ein nógv ørðvísi gerandisdagur, og eg rokni við, at hann kemur at merkja ólavsøkuprædikuna hjá mær, sigur Hans Eiler Hammer, prestur, í fartele- fonini úr Múla. Hans Eiler Hammer hev- ur annars ikki loyvi til at samskifta við umheimin. Fyrsta boð í Múla er nevn- iliga »Tú mást ikki hava fartelefon«. Men tað eydn- aðist kortini Sosialinum umvegis fyrireikararnar av tiltakinum at fáa orðið á prestin. – Eg havi enn ikki hugs- að so nógv um ólavsøku- prædikuna. Men eg rokni við, at eg fari at fáa íblástur higani. Vit, sum eru við í hesum tiltakinum, liva so tætt upp at náttúruni. Tað ger, at vit læra at hugsa um hini, bæði fólk og kríartúr. Og tað, rokni eg við, kann geva íbástur til prædikuna, sigur Hans Eiler Hammer. Ítróttin skal við Men tað verða kortini ikki bert upplivingarnar í Múla, ið koma at merkja ólav- søkuprædikuna. Hans Eiler Hammer sigur, at hann longu hevur gjørt av, at ítróttin skal fáa eitt sindur av plássi í ólavsøkuprædik- uni. – Ólavsøkan er ítróttar- stevna burturav, og tí skal pláss eisini vera fyri ítrótt- ini í prædikuni – í hvussu er innleiðingsvís. Men í hvussu stóran mun, veit eg ikki, fyrr enn eg seti meg at skriva, sigur Hans Eiler Hammer. Bundnað evnið til ólav- søkuprædikuna í ár er úr Matteus, og snýr seg um at taka upp krossin og fylgja Jesusi. Og tilfar til hetta roknar Hans Eiler Hammer at finna í uppihaldinum í Múla. – Sum eg segði, liva vit ógvuliga tætt at skapanar- verkinum. Og vit læra at liva tætt saman við fólkum, vit ikki hava hitt fyrr. Tað er óvguliga uppbyggjandi, og tað gongur fínt, sigur Hans Eiler Hammer. Sóknarpresturin í Klaks- vík sigur, at konan og hann høvdu ætla sær at halda eina ørðvísi summarferiu í ár, og tá tey sóu lýsingina eftir fólki til útvarps- tiltakið, vóru tey beinan vegin samd um at seta seg við telduna at skriva ein teldupost, um at tey høvdu hug at vera við. Beint eftir, at Sosialurin í gjár tosaði við Hans Eiler Hammer, skuldi hann út at fiska døgurða til øll 13 fólkini, sum eru við í til- takinum. – Hetta er stuttligt. Nú verður tað veruligt fiskarí í staðin fyri mannafiskarí, segði Hans Eiler Hammer, sóknarprestur, skemtandi. Prædikan verður fyrireikað í Múla Hans Eiler Hammer, prestur, má fyrireika ólavsøkuprædiku sína í Múla. Hann er nevniliga ein teirra, ið er við í útvarpstiltakinum, um at liva á primitivan hátt í eina viku í Múla Mynd: Eyðun Klakstein Útbúni dekoratør- urin, Birita Petersen, hevur latið upp barnahandil í Sanda- vági, sum hon nevnir Piff Paff Puff. Hon sigur seg leggja dent á vakurleikan fram um tað handilsliga HANDIL John Johannessen Børn mennast av vøkrum umhvørvi. Hetta heldur Birita Peter- sen, sum er útbúgvin deko- ratørur og hevur latið ein handil upp í Sandavági við barnaklæðum og innbúgvi til barnarúm. – Handilin hjá mær er skipaður eftir einum deko- ratiónsprinsippi. Tað vil siga, at eg leggi dent á vak- urt umhvørvi fram um tað handilsliga, greiðir Birita Petersen frá. Hon greiðir frá, at einki handilsinnbúgv er í handl- inum, men í staðin líkist eitt horn einum barnakam- ari við einari uppreiddari gamlari føroyskari barna- song, eitt horn er fylt við ymiskum ljósareyðum vør- um og eitt horn er fylt við ljósabláum. – Eg royni geva viðskita- fólkunum íblástur til at hugna um barnakømurini. Og tað haldi eg eisini vera ógvuliga týdningarmikið. Meðan føroyingar fyrr hildu, at tað var stovan, ið skuldi vera vøkur, haldi eg, at tað eru barnakømurini, ið skulu vera vøkur. Tí børn mennast av vakurleika, sigur Birita Petersen. Birita greiðir okkum eis- ini frá, at hon umboðar eina bretska fyritøku, ið selur hugnaligt, romantiskt tapet til barnakømur í staðin fyri vanligu Pokémon og Dis- ney tapetini. Eisini bjóðar Birtia sær at hjálpa fólki at innrætta barnarúmið. Birita Petersen hevur latið ein ørðvísi barnahandil upp í Sandavági Mynd: Edvard Joensen Vil menna børn við vakurleika C M Y K 7 6