Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juni 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 117 • 20. juni 2008 Vikuskifti 14 Lívið á Landssjúkrahúsinum reportasjurøð di Joensen, løgtingsformanni. – Hoyr føðingardagsbarnið, si- gur babba og brosar sum frægast. Karl Martin í lægra lagi Úti í gongini breiðir angin av eggjaeplakaku og tomatsós seg. Men inni hjá okkum er minni matligt. Ørnin á arminum hjá babba kemur undan stuttu skjúrtuermuni, tá ið hann toyggir seg fram undir øsið á mammu við einum nýrabakka. Okkurt gult goysir úr mammu, og ljóðið av hostaríðnum minnir mest um ein lítlan leysamotor. Babba skolar hendurnar og gevur mammu ein vatnsopa. Ein ísakaldur eygnalappi verður lagdur á pannuna eina løtu. Samson heingir hann síðan á høvdalagsgalvin. Mamma eymkar seg, meðan Goldspot ótolin mælir: Bring me in, bring me in! Babba skiftir síðu, og mamma liggur og hyggur. - Eg orki ikki meir! Babba er ógvuliga árvakin. Albogar og oyru standa á tambi. Mamma ljóðar sum ein lundi. – Á, á, á! – Er tað allatíðina soleiðis, spyr Samson og fær svar beinanvegin: – Á, á, á ... Uttan fyri føðistovuna er eitt frískt lot av vestri. Har stendur ein handverkari og bíðar í einum gráum bili. Løgið. Hini halda tað annars vera umvent; at øll Havnin bíðar eftir handverkarum. Men, ið hvussu er: Her inni bíða øll eftir mær. Nú er mamma meira treystlig; eins og hon tekur tung tøk móti rákinum. – Ou, ou, ou! Frummegin vinnur fram á pínuna í hvørjum taki. – Sjáldan, tú arbeiðir so hart sum í dag. Tað er orkukrevjandi at eiga. Eg veit ikki, um man nakrantíð er so útlúgvaður, sigur Samson troystandi við mammu, áðrenn næsti verkur kemur. – Ou, ou, ou, tivar mamma við gráturødd. Og so skríggjar hon. – Auv, auv, auv! So høgt ljóðar, at sjálvt føroyameistarin í høgum tónum fyri sopranir við steinum, Karl Martin Samuelsen, ikki kemur henni í nánd, tá ið hann syngur: Fascinating times the people had inside. Mamma summar seg: – Orki ikki meira, orki ikki meira, higstrar hon, áðrenn stutt skríggj koma sum skot. – Av, av, av, av, av, av ... – Nú fari eg eftir sekkjarstóli- num, so tú kanst liggja á knæ í songini, sigur Samson avgjørd. Mamma neyðheldur sær í longutong á babba. Eyguni á báðum eru merkt av møði. Miðleysa eymkanin er av Eingin veit við vissu, um tað eru allar eymkanirnar, ið hava gatað hundraðtúsund elasmá hol í gomlu loftpláturnar her inni. Men er tað so, liggur mammusa lutur ikki eftir. Hon krevur keisaraskurð í stundini og stunar hjartaliga. Í somu stund koma beiggi og systir mín við abba í sjúkrahústúnið. Bæði børnini eru í ljósabláum pløggum. Ein grønur maður á føðistovuni og beiggi mín veittra hvør til annan. Babba brúkar eina nýraskál úr pappi at veiftra við, so mamma ikki verður so heit. Samson og babba tosa um fiskiskap. Jú, prísurin er góður. Men lagið á mammu er ringt. Samson tykist vera nokk so álvarsom. Tað hjálpir tó, at hon hevur teknað smeilifeys á hvítu tuflurnar. – Hetta er síðstu ferð, teskar mamma. Og beinanvegin grælar úr babba, at hann er samdur. Ein garpaligur obstetriskur serfrøðingur í kvinnusjúkum kemur inn. Hann eitur Katrin og skemtar við ljósmóðrina. Eitt lítið stuttligt og stingandi orðavíggj er um akupunktur og dropp. Men akupunkturið verður ikki droppað. Bláu nálirnar hjá Samson standa enn í bleiku lendunum á mammu, tá ið tíggju elalítlar eindir av Syntocinoni verða tyntar í einum havi av natriumkloridi. Syntocinon fær lívmóðrina og mammu at taka seg saman. Rútman við geylandi leyvuni og stórgrátandi smágentuni er farin út av lagi. Nú ráða frumskríggj á stovu 1. Samson fer í svintu, og mamma skræðir hondina á babba burtur av pannuni, tekur í tummilin og kroysir. Babba stendur við samansmekkaðum beinum, boygdum høvdi og útspílaðum oyrum. Aftanífrá er hann deknurin, ið bíðar eftir biðisløgunum, meðan mamma ringir seg saman. – Mammasta, mammasta, mammastaaa ... mammasta, mammasta, mammastaaa ... mammasta, mammasta, mammastaaaaaa. So stendur babba aftur og flagsar við nýrabakkanum. Men dreparaeyguni hjá mammu eru greið. Nú er nokk! Hann gevst, setur seg og sættast við støðu sína: Hann er skerdur til eina kallveru, ið hevur tænt sínum endamáli. Tað má sigast, at tað gongur líðandi. Spyr bara mammu, sum má leggja likam til allar líðingarnar. – Uuuvvvaaa, uuuvvvaaa, uuuvvvaaahhh, eymkar hon seg uttan íhald. Lokal-tíð er 14.49, tá ið mamma er opnað heilt. Hvíta tjaldið verður drigið frá pallinum, ið eg skal trína inn á. Mamma trívur av sínum eintingum út eftir ljósmóðrini. Babbatummilin glíður títt oman og niðan eftir enninum á mammu. Mamma hugleiðir, meðan bismarin bíðar. – Hetta hevur vart næstan dupult so leingi sum við Ester, sigur hon og venar seg víðari móti málinum. – Ah, ah, ah, aaarrrggg ... Nú nærkast. Mamma hevur endurfunnið neistan. Hon ressast við og brúkar orkuna í skáanum at rópa sum eitt ótt. Øll miðleys eymkan er av. Nú berjist mamma sum fyri lívinum. Fyri mínum lívi. – Eitt sindur av svørtum hári er her, kom! Pressa bara, kom, Anita! Eingin endabrestur Mamma er sprøklut. Pinkulítlar sveittaperlur eru allastaðni í andlitinum. Hon heldur ondini, meðan Samson fær futt í føðingina: – Halt, halt, halt. Fínt, fínt fínt! Kom, blív við! Halt, halt, halt, halt, halt, halt har. – Ppphhheeeeeehhheeeeee ... eg skrædni! Aaauuuuuuuuu ... - Nei! Nú mást tú royna at gera, sum eg sigi. Heldur tú ikki tað? – Jaaahhh ... – Nú skulu vit hava hatta høvdið út! – Aaaaaauuuuuuuuu! Eg skrædni! Eg tori ikki meir, eg tori ikki meir! Aaaaaauuuuuuuuu ... – Spakuliga, spakuliga, spakuliga. Hoyr, nú kemur tað. Heilt spakuliga nú, Anita. Tiva eitt sindur nú ... – Uffffff ... eg fái ikki ... eg ristist so illa ... – Tað kemur nú! Sært tú ikki høvdið? Soleiðis ... – Ááá ... tað er gott, tað er gott ... – Kom! Eitt lítið sindur afturat, kom! So, kom ... – Orki ikki meir! – Eitt lítið sindur, kom! Soleiðis! – Uuuuuuooooooaaaaaaeeee eeiiiiii Klokkan 15.34, lokal-tíð, staðfestir Samson: – Oy, oy, oy, oy. Sooooooleiðis! Nú kooom onkur her! – Á, á, á! Góðasta barnið, skatturin, skatturin! Ha, ha, haaauuummm ... – Nú, hvat hava tit fingið, tú ... – Veit ikki ... eina diiiddu!!! Eg higstri og hosti, tá ið tey venda mær móti babba. Mamma tivar: – Eg ristist øll, sum eg eri! Ja, ja, ja, skatturin ... Samson setur tvær klemmur á nalvastreingin, og babba klippir meg leysa frá mammu klokkan 15.37, lokal-tíð. Og so balla tey meg betur í dýnuna við grønum bamsum á. Eg tími ikki so væl at anda. Hosti nokk so nógv. Men hóast alt var yvirstaðið, fekk eg jú ongan endabrest. So Samson tekur upp undir hondina á mær og syftir meg uppfrá. Tá gráti eg so hjartaliga. Hey, babba! Ná, soleiðis sært tú út ... Babba andar djúpt, tá ið hann hyggur inn í eyguni á mær. Og so kyssir hann mammu á kjálkan. – Alt í lagi, góða. Alt í lagi. Alt er í lagi, teskar hann og turkar tárini úr eygunum á sær. So letur hann sína hørðu og stóru útróðrarhond leita eftir mínari bleytu didduhond undir dýnuni. Aftaná stígur babba stoltur sum ein pápi út í gongina, har ið hinar barnakonurnar ganga og vagga sum væl gøddar dunnubøgur: – Eg ætlaði at fara út at fáa mær eina sigarett ímillum, men noy! Eg vildi ikki ganga glipp av nøkrum! Næstu ferð Eitt fitt petti av liðbeininum fór burturav; okkurt um tveir ganga tríggjar sentimetrar. Síðan verður ein kíli kappaður av við táliðin, áðrenn opað verður frammi á fótablaðnum at fáa tánna púra leysa. (...) At enda tekur Jákup í tánna og bendir hana hart í bakborð. So nógv stendur á, at blaðmaðurin ikki ivast í, at nú fer Jákup at standa við henni í hondini. Men beistið brotnar ikki. – Hon vil ikki geva seg. Eg verið noyddur at loysa meira, sigur Jákup og sker djúpari í vevnaðin. Og so toyggir hann hana á tamb. Tá loysnar. Í fjórðu greinini í røðini um Lívið á Landssjúkrahúsinum vitjar Høgni Mohr á Skurð­ gongini. Les reportasjuna í næsta Vikuskifti. Mynd: Jens Kristian Vang