mánadagur 23. juni 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 118 - 23. juni 2008
15
viðmerkingar
Heldur enn at dyrka
ósemjur við stjórnina á
ríkisfundinum miku
morgunin eigur lands
stýrið at leggja upp til
samstarv um mál av
veruligum týdningi fyri
Føroyar. ESspurningurin
og málið um at fáa fleiri
føroyingar heim aftur til
Føroya eiga at fáa rúm á
ríkisfundinum
Mikudagin er ríkisfundur á
skránni. Hetta er árligi
fundurin millum teir tríggj
ar ovastu leiðararnar í
Ríkisfelagsskapinum, og
hesaferð er Tórshavn
fundarstaður.
Á skránni fyri fundin, ið
Løgmansskrivstovan hevur
almannakunngjørt, mangla
tvey mál, ið hava stóran
týdning fyri Føroyar: spurn
ingurin um tættari tilknýti
millum Føroyar og ES og
málið um at fáa fleiri før
oyingar at venda heim
aftur til Føroya eftir útbúgv
ing uttanlands.
Tvey týðandi mál at
samstarva um
ESspurningurin er undir
sitandi landsstýrið tagdur
burtur til fyrimuns fyri verk
ætlanina um at fáa limaskap
í doyggjandi EFTAlima
skapinum. Danska stjórnin
hevur góð sambond við
starvsfelagar í Europasam
veldinum og kann veita
Føroyum hjálp at kanna
møguleikarnar fyri tættari
tilknýti til ES. Einasta, ið
krevst, er, at landsstýrið
setur fram ynski um hetta.
Hitt átrokandi málið fyri
framtíð Føroya, og sum
danska stjórnin eisini kann
hjálpa við, er at fáa fleiri
føroyingar at venda heim
aftur til Føroya eftir lokna
útbúgving. Framvegis út
búgva flestu føroyingar seg
í Danmark, og tí er upplagt,
at landsstýrið og stjórnin í
felag kunnu taka stig til at
venda skeivu gongdini.
Aftur her krevst, at lands
stýrið er sinnað at sam
starva innan Ríkisfelags
skapin, og at føroyskir
myndugleikar seta fram
ynski um samstarv.
Lagt er upp til stríð
Skráin fyri ríkisfundin miku
morgunin leggur tíverri ikki
upp til samstarv, heldur
tvørturímóti. Serliga tvey
mál eru helst ætlað at seta
eld í orðaskiftið frá føroysk
ari síðu: hvalaveiðumálið
og málið um grønlendsku
sjálvstýrislógina.
Í hvalaveiðumálinum fer
løgmaður helst framvegis at
mótmæla, at Fólkatingið tek
ur undir við einum uppskoti
um eitt stórhvalareservat í
Suðuratlantshavinum.
Hóast landsstýrið roynir
at gera málið størri, enn tað
í veruleikanum er, hevur
løgmaður ivaleyst fingið til
uppgávu at halda seg til
konfronterandi linjuna, ið
landsstýrismaðurin í uttan
landsmálum stendur fyri.
Eftir ríkisfundin kann
landsstýrismaðurin í uttan
landsmálum so koma út at
greiða fjølmiðlum og før
oyingum annars frá, hvussu
keðiligt støðan millum
Føroyar og Danmark er.
Málið um hvalareser
vatið sunnast á jarðar
hálvuni hevur avmarkaðan
týdning fyri Føroyar, og
tíðin fer helst at vísa, at
føroysku áhugamálini
verða fullvæl vard, hóast
ein meiriluti í Fólkating
inum tekur undir við
uppskotinum um reservat.
Hvør broytti støðu?
Áðrenn landsstýrið tekur
revsaraleiklutin á seg og
kritiserar stjórnina fyri broyt
ingina í almennu donsku
støðutakanini, er vert hjá
landsstýrinum at minnast til,
at stjórnin hevði øll síni
tingfólk aftan fyri seg at
stuðla almenna føroyska
ynskinum um at vraka upp
skotið um hvalareservat.
Stjórnin er tó ein minni
lutastjórn, sum ikki kann
liva við at fáa ein meiriluta í
Fólkatinginum ímóti sær. Tí
má hon fylgja meirlitanum.
Hvør var tað so, ið
broytti støðu? Jú vit kunnu
staðfesta, at onkur grøn
lendskur fólkatingslimur
hevur flutt seg. Kanska
báðir. Og vit kunnu eisini
staðfesta, at ávísir flokkar
og tingmenn, ið Norður
atlantsbólkurin í Fólka
tinginum plagar at sam
starva við, taka undir við
uppskotinum.
Undirritaði fólkatingsmað
ur royndi undan avgerandi
fundinum í Keypmannahavn
saman við fólkatingsmanni
num hjá Tjóðveldi at ávirka
bæði tingmenn og flokkar í
andstøðuni í Fólkatinginum
til at sleppa uppskotinum um
hvalareservat og sostatt taka
undir við føroyska sjónarmið
inum, men tað gav tíverri
ikki úrslit.
So vítt, eg eri kunnaður,
gjørdi landsstýrið onki fyri
at ávirka nakran til nakað.
Undirritaði fólkatings
maður hevur síðani stað
fest, at ein nýggj parla
mentarisk støða er í Fólka
tinginum, og so má arbeið
ast út frá tí veruleikanum.
Landsstýrið átti at gjørt
tað sama og fingið sum
best burturúr at samstarva
við stjórnina. Hetta sam
starv kundi hóskandi
byrjað mikumorgunin.
Berið tøkkina á rætta
stað
Ongin verður minni av at
takka fyri hollan stuðul.
Landsstýrið eigur tí at
minnast til, at stjórnin í tí
sanna ríkisfelagsskapsand
anum hevur játtað Fiski
rannsóknarstovuni 9,2 mió.
kr. til gransking í havstreym
um og sambandinum mill
um klimabroytingar og
møguligar broytingar í
havstreymum og lívinum í
havinum kring Føroyar.
Undirritaði fólkatings
masður fekk felags gransk
ingarverkætlanina inn í
stjórnargrundarlagið, og
góðar 9 mió. kr. eru nógvir
pengar. Fiskirannsóknar
stovan hevur alment sagt,
at henda gransking hevur
ovurstóran týdning.
Tí eigur ein tøkk til
stjórnina at falla á rætta
stað mikumorgunin.
Løgmaður eigur at broyta skránna fyri ríkisfundin
løgtings- og
fólkatingsmaður
Edmund
JoEnsEn
Pensionistafelagið í Havn
var onsdagin 21. mai 2008
útferð til Suðuroyar. Vit
vóru 37 í tali. Farið varð av
Havnini við Smyrli klokk
an hálvgum níggju fyrra
partin, og komið varð til
Suðuroyar áðrenn klokkan
var hálvgum ellivu. At siga
frá ferðini suður er ikki tað
sama nú siglt verður í
minni enn tveir tímar, móti
einum heilum degi, sum
tað tók fyrr.
Á Krambatanga stóð
bussur fyri okkum, og
koyrdi okkum suður til
Vágs. Mest spentir vóru
luttakararnir at koyra gjögn
um nýggja tunnilin suður til
Hovs. Ólíka var at fara tann
vegin og at sleppa undan at
fara upp um Hovsegg. Vit
koyrdu framvið nýggja
miðnámsdeplinum, ið verð
ur bygdur sunnan fyri
Hovsá úti í porkerishagan
um, langt burtur frá fólki.
Á vegnum varð farið
oman til Porkeris, og hóast
tú væl kendi teg aftur, so
var bygdin nógv broytt,
síðani eg sum stórur smá
drongur plagdi at ganga úr
Vági og út til Porkeris at
keypa mjólk, ofta meira
enn eina ferð um vikuna.
Nógv er broytt í tey 6070
árini, ið gingin eru, Salurin
í Skemmutúninum, sum
var tað fyrsta tú rendi teg í,
er fluttur niðan í böin, men
gomlu handilshúsini í
Skemmununi, hjá Dijinum,
skómakarunum og Sam
fylkinum standa í sama
stað. Og ikki at gloyma
kirkjuna og gamla skúlan,
sum nú er bygdarsavn.
Nógv nýggj hús eru bygd,
men fleiri standa ikki í
bygdini longur. Bæði hús
ini á Hövdanum, hjá Pola
og hjá Josva eru fyri mong
um árum síðani flutt til
Vágs, húsini hjá Klyvari,
ið stóðu oman fyri Skemm
una, eru burtur, og hugna
liga myndin av tí umhvörv
inum, har Helenius gjördi
des vestan fyri er ikki til.
Úr Porkeri koyrdu vit til
Vágs, inn um Hövdan og
gjögnum Klyvarnar, undir
gomlu eplaveltuni vit
hövdu undir krígnum og
inn á Nes. Undir vegnum
standa gomlu Sjóartoftir og
Dunsatoftir, og oman fyri
seinni húsini í Sjóartoftum,
bóndahúsini og longri inni
omanfyri gamla vegin hini
húsini á Nesi, millum
onnur tey við Neytalið og á
Jaðri, og ikki at gloyma
húsini hjá Morell. Oman
av er lendingin á Nesi,
beint innan fyri Stangar
nestanga. Sunnanfyri
fjörðin Agrar, Lopra,
Beinisvörð og Kyrvið.
Reyðabrekka er partur av
gamla vegnum beint innan
fyri Nes, og longri inni er
Rættargjógvin og Neslíð,
áðrenn vit koma til Vágs.
Farið varð beint vestur á
Eiðið, sum Vágseiðið verð
ur rópt har suðuri, eitt nú
fyri at vísa vökru natúrina,
og greiða luttakarunum
týdninginum av útróðrinum
haðani, sum stóð við til
eftir seinna heimsbardaga.
Av Eiðinum fóru vit út á
Hotell Bakkan í Lágabö at
eta dögurða, har stjórin
Martin Christensen borð
reiddi við aspargessúpan,
oksasteik, desert og kaffi.
Ein frálíkur dögurði.
Hotell Bakkin skal hava
stóra tökk fyri móttökuna.
Á ferðini vestur á Eiðið
og út aftur koyrdu vit fram
við gomlu húsunum, handl
inum og pakkhúsunum á
Gørðunum. Stórapakkhús
niðri við Garðabrúgv, har
millum annað mangur
stampur varð egndur, er ein
perla í sær sjálvum. Gamli
Garðahandilin og pakk
húsini kunnu ikki húsa
modernaðari framleiðslu,
men eru ideell til mentunar
visksemi, fyri ikki at tala
um gamla skúlan frá 1884
á Oyralagnum. Á Fløðulið
standa turkaríið hjá Diasi
og timburhandilin.
Eftir vitjanina í Vági
gekk leiðin norður eftir
oynni, heilt norður til Sand
víkar. Á tann vælsignaður
lætti tað er at sleppa frá at
fara uppum Hovsegg. Spell
er tað bara, at tunnilin kem
ur út í Tjaldavík heldur enn
vestan fyri Øravík, men
onkur helt, at teir vildu
spara bøin hjá ørvingum.
Tú kannst ikki siga, at tað
ikki er ein uppliving at koy
ra til Hvalbiara og Sandvík
ar, men tað er sum at fara til
bjarga, so tað er væl skilj
andi at fólk gleða seg til
teirra tørn verður at fáa
nýggjar tunnlar. Annars rann
mær í hug tær ferðir eg sum
ungur var í Hvalba í grind.
Tað var formaðurin í
Pensionistafelagnum í
Havn, Suni Joensen, sum er
ættaður úr Sandvík, ið
skipaði suðuroyarferðina.
Hann vísti okkum runt í
bygdini, segði nakað um
søguna hjá bygdini, og vísti
á søguligu støðini, hvar
Sigmundur kom á land,
hvar Tórgrímur búði, um
framt syndarligu hending
ina av skaðagrindini á sinni.
Eisini vísti hann okkum inn
í barnaheim sítt, elstu hús
ini í bygdini, eini hálvtann
aðhundrað ára gomul.
Úr Sandvík koyrdu vit
suður á Tvøroyri, til gomlu
handilshúsini og pakkhús
ini hjá Thomsen, sum nú
eru skipaði sum mentunar
høli. Vit fingu eina mót
tøka frá Onnu Kirstini, ið
var brúdleypsgestum
verdu, og hon vísti okkum
eisini runt í gomlu húsun
um, sum nýliga vóru gjørd
í stand, áðrenn vit drukku
kaffi inni í gamla handli
num. Ein imponerandi
uppliving, sum bygdirnar
og ikki minst Havnin
kundu lært av.
Klokkan hálvgum sjey
varð farið aftur til Havnar
við Smyrli, og klokkan
níggju um kvøldið vóru vit
heima aftur hjá okkum
sjálvum, væl nøgd eftir
eina væleydnaði ferð, sum
formaðurin, Suni Joensen,
skipaði, og sum hann bæði
skal hava takk og rós fyri.
Pensionistafelagið í Havn vitjar Suðuroy
Finnur
JohansEn
SKIPASÝN
Tíðindaskriv
Í samband við, at tað í ár eru liðin 40 ár síðan Det
Norske Veritas lat upp skrivstovu í Føroyum, verður
skipað fyri áhugaverdum fyrilestrum í Norður
landahúsinum hósdagin 21. august. Tiltakið er í
høvuðsheitum
ætlað
sjóvinnuni,
avvarðandi
myndugleikum, og annars øllum, sum hava áhuga í
einari burðardyggari framtíð og umhvørvi.
DNV Tórshavn er ivaleyst fyrst og fremst kent
fyri klassing av skipum, men seinastu árini hevur
verið arbeitt meir og meir við góðkenningum av
ymiskum leiðsluskipanum innan m.a. góðsku,
umhvørvi og trygd, harundir matvørutrygd.
Harumframt verður veitt frálandavinnuni serkøn
hjálp og góðkenning.
DNV Tórshavn er partur av DNVsamtakinum,
sum er ein sjálvsognarstovnur við høvuðsskrivstovu
í Noreg. Hjá samtakinun starvast meir enn 8.000
fólk í 100 londum. Høvuðsendamálið er at tryggja
lív, virðir og umhvørvi á sjógvi og landi.
Tiltakið í Norðurlandahúsinum tann 21. august
fevnir um tveir fyrilestrar og endar við einari
móttøku. Fyrilestrahaldarar verða Henrik O.
Madsen, ovasti leiðari í samtakinum og Thomas H.
Tronstad, granskingarleiðari á deildini DNV
Research and Innovation.
Henrik O. Madsen fer at umrøða skipavinnuna í
hesum broytingartíðum og fer m.a. at koma inn á
eina burðardygga framtíð, orkukeldur og CO2
útlát.
Thomas H. Tronstad fer at tosa um alternativar
framdriftsloysnir í skipavinnuni og fer eisini at
koma við dømum um aktuellar verkætlanir. Í hesum
sambandi kann nevnast, at alt yvirskot í DNV
samtakinum fer til gransking og nýhugsan innan
t.d. umhvørvi og eina burðardygga framtíð.
Tiltakið í Norðurlandahúsinum er ókeypis, og
øll áhugað eru vælkomin at tekna seg á torshavn@
dnv.com ella á tlf. 35 37 50 innan 14. august, sigur
Det Norske Veritas í tíðindaskrivi.
Det Norske Veritas
40 ár í Føroyum