mánadagur 23. juni 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 118 - 23. juni 2008
- Jú, tað er gott at
ganga í skúla her í
Mykinesi. Men – tað
hevði kanska verið
betri, um vit vórðu
nøkur fleiri, sigur
11 ára gamli Hans
Meinhard í Eyðans-
stovu. Saman við syst-
ur síni, Ronju eru tey
einastu næmingar í
Mykines skúla hetta
skúlaárið
Bygdarskúli
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Mykines: Tað er seinasti
skúlatími í dag í Mykines
skúla. Friður valdar inni í
skúlastovuni, tí allir næm
ingarnir sita og lesa. Skúla
stova teirra er útgjørd við
øllum tí ið ein slík stova og
ein
nútíðar
bygdarskúli
hava tørv á.
Telda, printari og breið
band eru ein sjálvsagdur
lutur í skúlanum. Allar tær
neyðugu bøkurnar og alt
hitt undirvísingartilfarið er
tøkt, og á talvuni hongur
tímatalvan hjá teimum báðu
næmingunum.
Her skal heldur eingin ivi
vera um hvør er hvør, hvør
gongur í hvørjum flokki og
hvør skal hvat: Ein klemma
er fest á stóru talvuna við
tímatalvuni hjá 4. flokki.
Og ein onnur klemma við
tímatalvuni hjá 1. flokki.
Her finnast allar tær læru
greinarnar sum ein slíkur
skúli skal hava. So er bert
upp til læraran at leggja alt
soleiðis til rættis, at børnini
fáa nakað burtur úr undir
vísingini.
Eg haldi, at vit læra nógv
í skúlanum, kemur tað
spakmælt frá 7 ára gomlu
Ronju í Eyðansstovu.
Gamli bygdarskúlin
Uttan, er 114 ára gamli bygd
arskúlin í Mykinesi sum so
mangir aðrir skúlar, sum
vórðu bygdir um somu tíð.
Her er bert tann eina
skúlastovan. Her er eingin
lærarastova. Og síðst, men
ikki minst, so er eingin
skúlagarður sum so til næm
ingarnar.
Teir eru kortini ikki við
skerdan lut í so máta, tí í
roynd og veru er øll bygdin
teirra skúlagarður. Umrokn
að til fermetrar man Myki
nes skúli helst hava mest
pláss til sínar tveir næming
ar, tá teir eru í fríkorteri.
Innan hevur skúlin sítt
serstaka eyðkenni fyri ein
tílíkan bygdarskúla. Her
standa fleiri skúlaborð og
stólar, men tað eru bert tvey
teirra sum eru í brúki nú, ið
hetta skúlaárið er um at
verða liðugt.
Innast í stovuni stendur lær
arapulturin hjá einalæraran
um í Mykinesi, Jákupi í
Løðu. Í hansara vinstru síðu
situr Ronja og í hansara
høgru síðu situr Hans Mein
hard.
Varðveita
móðurmálið
Nú eru ikki nógvir dagar
eftir
av
skúlaárinum
2007/2008, men hóast hetta
verður tímatalvan hildin í
størsta mun.
Ein av tímunum fyrrapart
mikudag er móðurmálið
føroyskt. Tá umboðini fyri
Sosialin komu inn um skúl
ans gátt sótu tey bæði systk
ini og skrivaðu føroyskt.
Tey høvdu fyrst lisið eitt
sindur, men nú var altso
tíðin komin til tað skrivliga.
Tað hevur eisini sín týdning
at duga hetta, um móður
málið skal varðveitast.
Hetta veit lærari teirra,
og hetta roynir hann eisini
at sannføra børnini um. Og
líkt er til, at hetta eisini so
smátt hevur fangað skúla
børnini í Mykinesi.
Mær dámar best at lesa,
kemur tað stillisliga frá
Ronju.
Hans Meinhard er samdur
við hesum, men honum dám
ar eisini sera væl læru
greinina »náttúra og tøkni«.
Er tað nakað stað, har ein
hevur møguleika at skapa
áhuga fyri ella fáa íblástur
til hesa lærugreinina, so má
tað vera Mykines, við sín
um fuglameingi og nærleika
við náttúruna.
Ein er haraftrat so heppin,
at er veðrið ikki til vildar til
virksemið uttandura, so er
breiðbandið eisini komið all
an vegin vestur til Mykines!
Umleið klokkan 12:30
Hóast skúlastovan er einans
og børnini bert tvey, verður
skúladagurin skipaður sum
í øðrum smærri og størri
skúlum kring landið.
Hans Meinhard fer hvønn
morgun í skúla klokkan 8,
meðan systir hansara møtir
ein tíma seinni. Og sambært
tímatalvuni so endar skúla
dagurin í Mykinesi klokkan
12:30 – meiri og minni
stundisliga.
Tað er eitt sindur lættari
at leggja dagin til rættis
herúti, tá tað bert eru tveir
næmingar í skúlanum.
Vit fara so ongatíð til
hús fyrrenn klokkan er farin
av middegi, men so kunnu
vit hinvegin eisini onkutíð
verða liðug eitt sindur áðr
enn klokkan hálvgum eitt,
sigur lærari teirra.
Eingin skúlagongd uttan
fríkorter. Tað hava tey eisini
í Mykines skúla, og verður
tað lagt millum tær einstøku
lærugreinarnar.
Skilligt er, at ein her ger
alt fyri, at skúladagurin hjá
Ronju og Hans Meinhardi
skal verða so smidligur sum
gjørligt.
Heimaarbeiði
Eins og hjá øðrum føroysk
um børnum, so er eisini ein
verð uttanfyri skúlans gátt.
Tey bæði Ronja og Hans
Meinhard fáa sum nevnt frí
klokkan 12:30, og kunnu
tey so fara heim til hús at
fáa sær ein bita.
Hóast komið er væl út í
juni mánað, so er framvegis
nakað eftir at náa hjá teim
um báðum í lesiætlanini
fyri árið.
Jákup, lærarin hevur giv
ið teimum onkran setningin
at loysa til dagin eftir.
Eg havi fingið eitt sind
ur fyri at lesa heima til í
morgin, sigur Ronja.
Tað havi eg eisini –
danskt og føroyskt, svarar
bróðir hennara.
So vita tey í øllum førum,
hvat ein partur av seinna
partinum í dag skal brúkast
til!
Greinarøð úr Mykinesi
Komandi leygardag, 28. juni verður Útoyggjastevna
hildin í Mykinesi. Í hesum sambandi hevur Sosialurin
vitjað í Mykinesi, her vit lýsa ymisk viðurskifti í stevnu
bygdini. Aðrar greinir úr Mykinesi hava verið í blaðnum
13. juni (um minnisvarðan), 16. juni (um oljutunnur) og
20. juni (flutningsmøguleikarnir).
Hans Meinhard í Eyðansstovu gongur í 4. flokki og systir
hansara, Ronja í 1. flokki. Hóast tey bert eru tvey, hugna tey
sær saman við lærara teirra, Jákup í Løðu
Skúlagarðurin í Mykinesi er millum teir størstu í landinum. Í fríkorterinum spæla tey bæði Ronja
og Hans Meinhard við hvørt annað – og ber so á, at tyrlan kemur tá, fara tey oman hagar
Øll bygdin
er teirra
skúlagarður
Skúli í 114 ár
Mykines skúli varð bygdur í 1894, bert 15 ár eftir at kirkja
varð bygd her. Jákup í Løðu hevur sjálvur gingið í skúlanum
í síni tíð. Tá vóru tey millum 16 og 18 næmingar, og seinni
var hann lærari við skúlan. Í 1964, tá hann byrjaði at
undirvísa her, vóru hinvegin 22 børn, men bert tvey ár
seinni var talið farið niður í eina helvt. Og soleiðis helt tað
áfram at minka og minka, samstundis sum fólkatalið mink
aði. Eitt skifti í 70’unum vóru einans 3 og 4 skúlabørn, og
fólk veit eisini at siga frá um tíðarskeið, tá eingi skúlabørn
vóru í bygdini.