mánadagur 23. juni 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 118 - 23. juni 2008
Fíggjarpolitikkurin
hjá Tórshavnar
Býráð er so ábyrgdar
leysur at um fá
ár er vandi fyri at
havnarfólk skylda
eina hálva milliard,
sigur fyrrverandi
borgarstjóri
Fíggjarpolitikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Um heilt fá ár er vandi fyri,
at Tórshavnar Kommunu
standur við eini skuld upp á
einar 500 milliónir.
Tað staðfestir Jan Christi
ansen, sum hevur verið
borgarstjóri í Havn og sum
nú stendur á odda fyri
andstøðuni í býráðnum.
Hann sigur, at fíggjar
politikkurin hjá Tórshavnar
Býráð er so ábyrgdarleysur,
at um nøkur heilt fá ár er
tað ovurstórur vandi fyri, at
havnarfólk eru blivin størstu
skuldarreyvar í landinum.
Jan Christiansen kann
undir ongum umstøðum
taka undir við fíggjarpolit
ikkinum hjá meirilutanum í
Tórshavnar býráð.
Hann sigur, at meirilutin
í býráðnum hevur sett íløg
ur fyri eina heila milliard á
skinnarar tey næstu árini.
Men her er bara talan um
tær stóru íløgurnar í skúlar,
ítróttarhentleikar, vatnverk
og so framvegis.
Her eru allar tær óromant
isku íløgurnar í kloakkir,
vegir og gøtur, umframt
íløgur í mentan, sosialmál
og ansing og annað als ikki
talt uppí.
Læna 100 milliónir
um árið
Hann sigur, at tað er heilt
týðiligt, at íløgupolitikkurin
hjá meirilutanum í Tórs
havnar Býráðið er bygdur
á, at Kommunan skal lána
einar 100 milliónir um árið,
sigur gamli borgarstjórin.
Og hetta fer fram uttan
at meirilutin so frægt sum
hevur gjørt eina íløguætlan
tey næstu árini fyri at rað
festa, hvat skal gerast fyrst
og, hvat skal bíða.
Eg haldi, at minstamark
má vera, at meirilutin hevur
eina íløguætlan, tí borgarin
hevur krav upp á at fáa at
vita, hvørjar íløgur skulu
bíða, tí tað er púra greitt, at
alt kann ikki gerast ísenn.
Jan Christiansen sigur, at
Tórshavnar Býráð hevur
altíð havt eina langtíðar
iløguætlan upp á fimm ár
og eina leyðsligari ætlan
fyri 10 ár.
Harumframt høvdu vit í
undanfarnu setu eisini býtt
játtanina sundur til hvørt
øki, so at tekniska nevnd
fekk at vita, hvat hon hevði
at arbeiða við, mentamála
nevndin fekk at vita, hvat
var til taks til skúlar og ann
að virksemi og so víðari.
Andstøðuleiðarin í Tórs
havnar sigur, at tað ongantíð
hevur verið meiri átrokandi
við eini íløguætlan fyri
Tórshavnar Kommunu, enn
tað er nú.
Tekin eru um, at stígur er
við at koma í búskapin.
Samstundis verður tosað
nógv um at gera eina komm
unala útjavning, har vandi
er
fyri,
at
Tórshavnar
Kommuna missur skattainn
tøkur til aðrar kommunur.
Og samstundis hevur
Karsten
Hansen,
lands
stýrismaður í fíggjarmálum
sett sær fyri at tálma íløgun
um hjá kommununum fyri
at stýra búskapinum.
Vit geva Karsten
reipið
Jan Christiansen er hart
ímóti almennari upp ílegg
ing í kommunala sjálv
ræðið.
Men
hinvegin
heldur
hann, at tann ábyrgdarleysi
fíggjarpolitikkum
hjá
meirilutanum í Tórshavnar
Býráð, er besta grundgev
ingin hjá Karsteni Hansen
fyri at leggja seg út í íløgu
politikkin hjá kommunun
um.
Vit
síggja,
hvussu
ábyrgdarleysur íløgupolitikk
urin er og tað sær Karsten
Hansen eisini og tí er tað
sjálvur meirilutin í býráð
num, sum gevur landsstýr
ismanninum í fíggjarmálum
reipið, sum hann ætlar at
hongja kommununa í.
Tað er ongin ivi um, at
tað sker í eyguni á fíggjar
málaráðharranum at Tórs
havnar Kommuna ger íløgur
yvir evni og sleingir um seg
við hundraðtals milliónum.
Hinvegin
ásannar
Jan
Christiansen, at íløgurnar,
sum eru upp á tal, eru
neyðugar.
Men tað er ábyrgdarleyst
ikki at hava eina nágreiniliga
ætlan fyri, nær í tær ymsu
íløgurnar skulu gerast.
Á
býráðsfundinum
í
Havn hóskvøldið staðfesti
hann, at hann kundi ikki
atkvøða fyri ætlanini at
gera fimleikarhøll í Gunda
dali fyri 60 milliónir.
Tað er ikki tí, at hann
hevur tað allarminsta ímóti
høllini og hann var glaður
fyri, at hansara atkvøða ikki
varð
avgerðandi
fyri
úrslitið.
Men hann staðfesti, at
hann kundi ikki atkvøða
fyri, fyrrenn hann hevði
sæð eina íløguætlan fyri
kommununa.
Binda næstu býráðini
Sjálvur heldur hann, at tað
er meiri hóskandi at gera
íløgur fyri 150180 milliónir
um árið.
Men í ár er ætlanin at
gera íløgur fyri yvir 250
milliónir og tað krevur eina
lántøku upp á 100 milliónir
Vit kunnu av røttum
spyrja, hví vit kýttu okkum
at betala skuldina niður og
at gera kommununa skuldar
fría, vissi vit nú aftur skulu
skuldarbinda kommununa
við lánum upp á 100 milli
ónir um ári, so at vit kanska
aftur standa og skylda eina
hálva milliard, áðrenn vit
vita av.
Ein avleiðing av tí er, at
vit verða meiri og meiri
bundin av rentuútreiðslum
og tað minkar okkara virkis
føri munandi.
Ì løtuni verða tveir nýgg
ir skúlar bygdir, sum kosta
einar 180 milliónir hvør og
eg haldi, at tað er burturvið
at gera tvær so stórar íløgur
ísett, tí tað forðar fyri øðr
um íløgum.
Samstundis førir íløgu
politikkurin við sær, at tey
næstu býráðini verða bund
in á hond og fót og fáa lítið
og onki rásarrúm, sigur Jan
Christiansen.
Tað eydnaðist ikki at fáa
eina viðmerking frá Heðini
Mortensen, borgarstjóra í
Havn, áðrenn blaðið fór til
prentingar.
Ger havnarfólk til størstu
skuldarreyvar í Føroyum
Hetta eru so tær íløgurnar, sum Jan Christiansen sigur,
at meirilutin í Býráðnum hevur sett á skinnarar tey
næstu árini, uttan at nøkur sum helst íløguætlan er
gjørd. Summir prísir eru kendir, men kostnaðurin fyri
aðrar íløgur er ein meting hjá honum sjálvum. Her eru
íløgur í kloakkir, vegir, gøtur, barnaansing, mentan,
sosialmál og til at fríðka býin fyri, ikki tald upp í
Íløga
milliónir
Skúlin í Hoyvík
170
Skúlin á Argjum
180
Brúgv um Sandá
50
Røktarheim
40
Vatnverk
100
Fimleikarhøll við Tórsv.
60
Ìtróttarhøllin á Hálsi
60
Rennibreyt
10
Kommunuskúlin
20
St. Frantsskúli
20
Ringvegurin
50
Tvær rrundkoyringar
10
Bátahylar
40
Læknamiðstøð
30
Umsitingarbygningur
80
Musikkskúlin
40
Tyrvingarpláss á Glyvursn.
30
Ìløgur Tilsamans:
990
Íløgur næstu árini
Jan Christiansen stúrur fyri, at havnarborgarar standa eftir
við eini stórari skuld, áðrenn teir vita av, tí hann sigur, at
fíggjarpolitikkurin hjá býráðnum er púra ábyrgdarleysur
Edmund vil broyta ríkisfund
Heldur enn at dyrka ósemjur við stjórnina á ríkisfundinum
mikumorgunin eigur landsstýrið at leggja upp til samstarv um mál av
veruligum týdningi fyri Føroyar. ESspurningurin og málið um at fáa
fleiri føroyingar heimaftur eru tey týdningamiklastu evnini at fáa á
dagsskránna, heldur Edmund Joensen, fólkatingslimur, sum vil hava
løgmann at broyta skránna fyri ríkisfundin.