mánadagur 23. juni 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 118 - 23. juni 2008
Eiler Jacobsen,
reiðari, hevur sett
eina stóra verkætlan
í verk í heimbygdini,
Skálavík. Ein frítíðar-
og mentanardepil skal
byggjast í bygdini, ið
fyrst og fremst skal
vera karmur fyri
kristiligum møtum
og legum. Ætlanin er
síðan gera depilin til
ein part av føroysku
ferðavinnuni
Bygging
Bjørk Olsen
bjork@sosialurin.fo
25 til 35 milliónir verða nú
settar í ein frítíðar- og ment-
anardepil í Skálavík, og
fyrsti spakin fer í hósdagin.
Eiler Jacobsen, reiðari, við
familju stendur fyri verkætl-
anini, Selmar Nielsen, arki-
tektur, hevur teknað til.
Verkætlanin fevnir um eitt
nú svimjihyl, tónleika- og
møtisal, fimleikarhøll og
matstovu, umframt gistingar-
møguleikar. Ætlanin er at
hava einar 72 sengur á stað-
num.
Eiler
Jacobsen
hevur
sjálvur røtur úr Skálavík, av
tí at mamma hansara gifti
seg upp aftur í bygdini. Við-
gongdi reiðarin greiðir frá,
at bygdin tók væl í móti
teimum, tá tey komu til
bygdina, og hann hevur
fingið tætt samband við
bygdarfólkið.
Linjohn
Christiansen,
Skálarvíkar
borgarstjóri, var við á
einum av fyrsti skipunum
hjá reiðaranum, Sólborg,
og nú samstarva teir aftur
saman. Skálavíkar komm-
una hevur selt grundstykkið
bíliga til endamálið. Borgar-
stjórin sigur, at verkætlanin
fær ómetaliga stóra týdning
fyri bygdina, og ikki minst
Sandoynna. Høvuðsenda-
málið hjá Eileri Jacobsen er
at byggja upp eitt møtistað
við
einum
kristiligum
grundarsteini, har møguleiki
verður at skipa fyri møtum
og legum.
- Í Skálavík fekk eg egið
skip, vit vunnu nógvar peng-
ar, so tað er ikki løgið, at eg
felli aftur til Skálavíkar,
greiðir Eiler Jacobsen frá,
verkætlanin er ein gáva til
bygdina og til føroyingar
fyrst og fremst. Depilin
kann síðan nýtast til ferða-
vinnu, men er tó ikki
høvuðsendamálið.
Heldur tú, at føroyingar
fara at koma heilt til
Skálavíkar?
- Tað verður teirra sak,
sigur reiðarin, ein slík ment-
anardepil fer at muna meira
úti á bygd. Í Havnini verður
depilin bara ein prikkur í
rokanum. Mann fær eitt
meira persónligt tilknýti, tá
mann kennir viðurskiftini.
Hósdagin klokkan eitt
verður fyrsti hakin settur í,
og kommunan bjóðar ein
bita í kelduni aftaná.
Skálavíkin fær gávu fyri 35 mió
➔
Her er økið, har frítíðar- og mentanardepilin hjá Eileri Jacobsen skal byggjast. Fyrsti hakin fer í jørðina hósdagin klokkan eitt
Fríðka kirkjugarðar í Klaksvík
Nú summarið stendur í fagrasta blóma, eru gravarin og hansara menn í ferð við at sláa
kirkjugarðarnar í Klaksvík. Kirkjugarðarnir verða slidnir einar 8 ferðir um summarið,
so teir síggja so vakrir út, sum til ber. Tað eru fleiri avvarandi, ið vara um gravir, sum
seta sær tíð av til at fríðka um. Men tað eru eisini fleiri gravir, ið ongin hyggur til, og tí
standa hesar gravir og misprýða kirkjugarðin. Tað er sera óheppið, tí nógv fólk vitja
kirkjugarðarnar, serliga tá summar er. Tí hevði tað verið ógvuliga gott, um avvarandi av
hesum gravstøðum høvdu sett seg í samband við gravaran og har fingið eina loysn á
trupulleikanum, skrivar kommunan. Í reglugerðini fyri kirkjugarðin stendur millum
annað, at tann, sum varar av einum gravstaði, hevur skyldu til at halda tað, so at tað ikki
misprýðir. Um hildið verður, at eitt gravstað misprýðir, hevur kommunan rætt til at fáa
tað ruddað og slættað, stendur í skrivi frá kommununi.