mánadagur 23. juni 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 118 - 23. juni 2008
Ískoytisútbúgving eitt hitt
Heilar 102 umsóknir eru komnar inn til ískoytisútbúgvingina hjá sjúkrarøktar
frøðingum, skrivar sjukrarokt.fo. Útbúgvingin, sum uppgraderar sjúkrarøktar
frøðingar eftir gomlum útbúgvingnum til bachelor í sjúkrarøktarfrøði, byrjar
eftir ætlan í september mánaða. Bert fjórði hvør umsøkjari fær játtandi svar,
tí skúlin boðar frá, at 28 lesandi koma at ganga í hesum fyrsta flokki. Felagið
metir, at tað fer at taka nøkur ár at uppgradera allir teir sjúkrarøktarfrøðingar,
sum hava hug at taka bachelorstøði. Tað er sera týdningarmikið, at øll fáa
hetta høvið, og at útbúgvingin heldur fram, til ongin eftirspurningur er meira.
Ískoytisútbúgvingin er ikki bert eitt hitt, men eitt neyðugt stig fyri menning
av sjúkrarøktarfrøðini, skrivar felagið á heimasíðuni.
Føroyingar skulu
í framtíðini
avgreiða postin
á bensinstøðum
og handlum kring
landið. Stjórin í Post
verkinum kunngjørdi
seinnapartin í dag
eina trý ára ætlan fyri
Postverkið, sum ber í
sær stórar broytingar
fyri Postverk Føroya
Postverk Føroya
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
Klokkan trý seinnapartin
almannakunngjørdi stjórin
í Postverkinum Sofus Clem
entsen ætlaðu broytingarnar.
Ætlanin
verður
verður
nevnd “180 stig ætlanin”,
og heitið boðar frá kollvelt
andi broytingum í Postverk
inum.
Sosialurin hevur tosað
við keldur innan Postverkið,
sum hava greitt frá broyting
aruppskotinum hjá leiðsl
uni. Sambært okkara keld
um inniber ætlanin, at nøk
ur posthús kring landið
verða niðurløgd yvir eitt
longri áramál, og at ávís
postviðurskifti
framyvir
kunnu avgreiðast á Shell
støðum kring landið.
Postverkið hevur sambært
okkara keldum gjørt eina
avtalu við Shell um, at ein
partur av postavgreiðsluni
framyvir verður á bensin
støðunum
hjá
Shell.
Í
økjum har eingin Shellstøð
er, fer Postverkið at gera
avtalur við handlar. Post
verkið hevur eisini í hyggju
at innføra nýggjar elektron
iskar skipanir, sum skulu
gera avgreiðsluna lættari og
skjótari.
Stjórin í Postverkinum,
Sofus Clementsen, vildi
fyrrapartin hvørki vátta ella
avsanna tær upplýsingar,
sum Sosialurin hevur fingið
uppspurt.
Hatta eru reinar gitingar.
Kom á tíðindafund seinna
partin, og so fáa tit nágreini
liga at vita, hvat ætlanin
gongur út uppá, sigur Sofus
Clementsen.
Hann váttar tó, at leiðslan
arbeiðir við einari trý ára
ætlan, sum verður nevnd
”180 stig ætlanin”, og at
hon inniber stórar broytingar
í Postverkinum.
Hann sigur, at hann vón
ar, at kundin fer at brúka
Postverkið meira í fram
tíðini, og at postavgreiðslan
í framtíðini verður har, sum
kundin helst vil hava hana
at liggja.
Klokkan 13 í dag vórðu
øll starvsfólk í Postverkinum
boðin til kunnandi fund á
Óðinshædd, har stjórin í
Postverkinum, Sofus Clem
entsen, greiddi starvsfólk
unum frá komandi broyting
unum. Øll starvsfólk í Før
oyum skuldu møta á hesum
fundinum.
Fyri stuttum boðaði Post
verkið frá stórum broyting
um í postútberingini, sum
framyvir verður avgreidd
seinnapartar av fólki, ið
ikki arbeiða fulla tíð, og í
komandi tíðum skulu fólk
eftir øllum at døma venja
seg
við
grundleggjandi
broytingar innan bæði post
útbering og vanliga postav
greiðslu, sum vit kenna
hana í dag.
Meira verður at frætta um
málið í Sosialinum í morg
in.
Kollveltandi broytingar
í Postverkinum
Í ár verður
vinnudagurin
fríggjadagin 26.
september. Evnið
hesaferð verður
nýskapan, menning
og nýhugsan
vINNUDaGUr
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Vinnudagurin er aftur hesa
ferð samansettur av spenn
andi fyrilestrum í Norður
landahúsinum og einum
døgurða á Hotel Føroyum.
Hesaferð hevur Vinnuhús
ið valt at varpa ljós á evni
nýskapan,
menning
og
nýhugsan. Allir fyrilestrar
nir snúgva seg sostatt á ein
ella annan máta um hesi
evni.
Íslendingurin Lárus Ás
geirsson er stovnari og sølu
stjóri á Marel Food Systems,
sum er ein vælkend fyritøka
í Føroyum. Hann fer at siga
nøkur
orð
um,
hvussu
hugskotið til Marel var til,
og frá gongdini frá byrjanini
hjá fyritøkuni til nú at vera
ein alheims fyritøka.
Liselotte Lyngsø er futur
ist og altjóða serfrøðingur
innan nýskapan og framtíðar
gransking. Hon fer at hyggja
eftir,
hvussu
tey
góðu
hugskotini verða ment við
støði í framtíðar møguleik
um. Liselotte Lyngsø hevur
m.a. verið granskingarleið
ari á Instituttet for Fremtids
forskning og er í dag partnari
í Future Navigator, sum ráð
gevur um framtíðargrundaða
hugskotsmenning.
Heini Zachariassen fer at
greiða frá væleydnaðu søg
uni um BullGuard frá byrj
an til nú, hann tekur seg úr
fyritøkuni. Heini er væl
kendur í Føroyum, og varð
fyrr í ár valdur til nevndar
formann á Føroya Tele.
Hermann Oskarsson er
umframt at vera kendur
sum stjóri á Hagstovuni eis
ini kendur fyri sín hvassa
penn, og á Vinnudegnum
2008 fer hann at seta upp
eina ironiska spegilsmynd
av okkum sjálvum.
Umframt
hesar
fýra
fyrilestrarnar verða eisini
Ársins Virki og Ársins Átak
kosin.
Vinnudagurin verður 26. september
Postverk Føroya er í gongd við at snara
virkseminum hjá felagnum 180 stig. Eftir
øllum at døma verða flestu posthúsini
niðurløgd. Ístaðin skulu postørindi kunna
avgreiðast á bensinstøðum kring landið
Savnsmynd