Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juni 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 118 - 23. juni 2008 Ískoytisútbúgving eitt hitt Heilar 102 umsóknir eru komnar inn til ískoytisútbúgvingina hjá sjúkrarøktar­ frøðingum, skrivar sjukrarokt.fo. Útbúgvingin, sum uppgraderar sjúkrarøktar­ frøðingar eftir gomlum útbúgvingnum til bachelor í sjúkrarøktarfrøði, byrjar eftir ætlan í september mánaða. Bert fjórði hvør umsøkjari fær játtandi svar, tí skúlin boðar frá, at 28 lesandi koma at ganga í hesum fyrsta flokki. Felagið metir, at tað fer at taka nøkur ár at uppgradera allir teir sjúkrarøktarfrøðingar, sum hava hug at taka bachelorstøði. ­ Tað er sera týdningarmikið, at øll fáa hetta høvið, og at útbúgvingin heldur fram, til ongin eftirspurningur er meira. Ískoytisútbúgvingin er ikki bert eitt hitt, men eitt neyðugt stig fyri menning av sjúkrarøktarfrøðini, skrivar felagið á heimasíðuni. PARTABRØV Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Ørkymlandi? So lat okkum spola tíðina aftur til no­ vember í fjør. Einskiljingin av føroyska flogfelagnum var loksins veruleiki, fyrsti triðingurin av tjóðarstolt­ leikanum skuldi seljast. Millum teir tilsamans 1370 íleggjararnar, sum keyptu partabrøv fyri ásetta kursin 261, var ovasta leiðslan í felagnum. Magni Arge keypti 11.494 partabrøv fyri tríggjar milliónir krón­ ur, meðan Marius Davidsen keypti 3486 partabrøv fyri góðar 900.000 krónur. Eis­ ini aðrir, leiðandi persónar í fyritøkuni keyptu parta­ brøv. Men gongdin við parta­ brævinum bleiv eftir øllum at døma ikki, sum leiðslan roknaði við. Fyrsta hálva árið hava handlarnir við partabrøvum verið lutfals­ liga fáir, og kursurin er í dag væl lægri enn tá felagið varð skrásett á virðisbræva­ marknaðinum 29. november í fjør. Herfyri spurdi leiðsl­ an nevndina, um hon ikki kundi bera so í bandi, at Atlantsflog sjálvt keypti partabrøvini frá leiðsluni. Nevndin tók av og partarnir samdust um at Atlantsflog skuldi keypa helvtina av øllum partabrøvunum, sum leiðslan eigur í felagnum. Nevndin var enntá í slíkum gávuhýri, at hon legði 10 prosent omaná marknaðar­ kursin, og keypti tilsamans 11.111 partabrøv fyri kurs­ 240, hóast kursurin ikki var meira enn 219. Handilin fór fram mikudagin í síðstu viku. Í morgun var kursurin á partabrævinum hjá At­ lantic 213. Privatøkonomi Tann í leiðsluni, sum keypti allar mest, var Magni Arge. Í samrøðu við Rás2 viðgekk stjórin, at leiðslan hevur gjørt íløgur fyri læntar peng­ ar og nú merkir sviðan av hækkandi rentuútreiðslum: ­ Vit eru allir løntakarar, sum hava lænt pengar fyri at keypa partabrøv. Og um­ støðurnar fyri at røkja hesi lán eru ikki eins lættar og tær vóru fyri 6­7 mánaðum síðani, tá vit keyptu. Og eg haldi tað vera øðiliga um­ ráðandi at leiðandi med­ arbeiðarar brúka sína orku til at reka felagið, heldur enn at spekulera uppá rent­ ur, sigur Magni Arge. Men tá tú nú velir at selja helvtina av tínum parta­ brøvum í Atlantsflog, so kanst tú ikki trúgva uppá, at tey eru nøkur góð forrætn­ ing? ­ Jú, eg trúgvi væl uppá, at hetta er ein góð forrætn­ ing. Men eg hugsi at man má eisini viðganga tað, at tað er í løtuni við teimum flestu íløgunum soleiðis, at man má hava tálnan kapital aftanfyri. Men tað er bara gott og væl hálvt ár síðani tú keypti partabrøvini. Hvat er hent? ­ Nei, eg vil siga, at tá hevur man so gjørt sær nakr­ ar metingar, uttan at man nakrantíð hevði verið inni í einum børsnoteraðum fe­ lagi. Nú hava vit so verið í einum børsnoteraðum felagi, og funnið út av, hvat tað vil siga. Og so er tað sjálvandi eisini tað, at rentu­ útreiðslurnar eru blivnar øgiliga nógv dýrari, og yvir­ høvur tað at kunna røkja lánifíggjaðar íløgur er bliv­ ið tyngri. So tú forkeypti teg fyri hálvum ári síðani? ­ Also, tað kann man gott siga, at eg eri betri til at dríva eitt felag enn eg eri til at spekulera í aktium. So tað er tín privatøko­ nomi, sum er orsøkin? ­ Tað telur alt við í hesum samanhanginum, sigur Magni Arge. Tilboðið Tað var sum nevnt leiðslan í Atlantsflog, sum vendi sær til nevndina í felagnum við áheitan um at Atlantsflog keypti partabrøvini, sum leiðslan hálvt ár framman­ undan hevði keypt í fyri­ tøkuni. Sambært Christian Andreasen, nevndarfor­ manni, ynsktu fýra leiðandi medarbeiðarar at selja helvt­ ina av sínum partabrøvum. Talan var um teir báðar stjórarnar í felagnum, um­ framt ovastu, teknisku leiðsluna. ­ Úrslitið bleiv, at ein samd nevnd gjørdi av at keypa helvtina av partabrøv­ unum, sum hesir fýra eiga í Atlantsflog, fyri markn­ aðarkurs pluss 10 prosent, sigur Christian Andreasen. Hví bjóðaði nevndin sær til at keypa partabrøvini fyri 10 prosent meira enn marknaðarvirði? ­ Also. Vit hava sjálvandi vurderað hetta málið sum eina íløgu fyri felagið. Og vit hava vurderað, at tann kursurin, vit hava keypt fyri, er absolut rímuligur í mun til tað virði, ið felagið hevur. Men hetta er also 10 pro­ sent hægri enn marknaðar­ virði? ­ Ja. Men tað er eisini svarandi til ta heimild, sum nevndin hevur. Men hví hevur nevndin valt at brúka heimildina at keypa egin partabrøv frá leiðandi persónum í fyri­ tøkuni fyri ein prís, sum er 10 prosent hægri enn markn­ aðarvirði? ­ Ja, tað er jú ein “av­ vejningur” millum tvær interessir. Tú hevur ein selj­ ara og tú hevur ein keypara, og tað er ein forhandlingssp urningur... Er tað ein góð forrætning fyri Atlantsflog at keypa egin partabrøv frá nøkrum, sum sjálvi eru komin til tykkara og fegin vilja selja, at tit tá bjóða teimum ein yvirkurs upp á 10 prosent? ­ Áðrenn tú tekur eina slíka avgerð, so fer tú eisini út og “sonderar terrængið” millum íleggjarar, hvat teir vilja geva fyri partabrøvini. Eg havi sjálvur verið í sam­ band við stórar íleggjarar, sum eru aktionerar framm­ anundan, sum hava sagt seg vilja keypa partabrøvini frá felagnum til sama kurs, um tað skal vera. Men um nevndin ger tað, tað er so eingin avgerð tikin um tað. Vit hava í hvussu so er tryggjað okkum, at tann kursurin vit hava keypt fyri, í hvussu so er ber, “markn­ aðarmæssigani sæð.” Kundi nevndin ikki bara bjóðað leiðsluni marknaðar­ prís, og so kundi leiðslan annars selt til onnur, um tey vildu bjóða meira? ­ Tað kundu vit havt gjørt. Men hetta er gjørt sum ein avtala við leiðsluna, sum eisini inniheldur onnur ele­ mentir, harav øll ikki eru almenn. Og so er hetta sum áður nevnt ein for­ handlingsspurningur mill­ um seljara og keypara. Er hetta eitt bonus til leiðsluna í Atlantsflog? ­ Nei, tað er... also, sjálv­ andi kanst tú siga tað óbein­ leiðis, at tey 10 prosentini í yvirkursi, sum teir hava fingið, er eitt slag av bonus. Men hetta skal síggjast í ljósinum av, at vit meta, at virðið á partabrævinum er í minsta lagi tann kursin, vit hava keypt fyri. Og eisini er Nevndin bjargaði Magna “Vit eru allir løntakarar, sum hava lænt pengar fyri at keypa partabrøv. Og umstøðurnar fyri at røkja hesi lán eru ikki eins lættar og tær vóru fyri 6-7 mánaðum síðani, tá vit keyptu.” Magni Arge um, hví hann og restina av leiðslun hava selt helvtina av sínum partabrøvum í Atlantsflog – til Atlantsflog. Leiðslan í Atlantsflog bað nevndina í Atlantsflog keypa partabrøv frá leiðsluni í Atlantsflog, so leiðslan í Atlantsflog slapp undan at hugsa um vaksandi rentuútreiðslur av lánunum, ið leiðslan í Atlantsflog hevði tikið fyri at keypa partabrøv í Atlantsflog. Nevndin í Atlantsflog helt hetta vera skilagott, og tí keypti Atlantsflog partabrøv frá leiðsluni í Atlantsflog fyri 10 prosent meira enn marknaðarvirðið á partabrøvunum í Atlantsflog. Tí eigur Atlantsflog í dag 11.111 partabrøv í Atlantsflog, keypt fyri 2,66 milliónir, uttan at Atlantsflog veit, hvat Atlantsflog skal brúka tey til