mánadagur 23. juni 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 118 - 23. juni 2008
11
tíðindi
Gassverk dálkar illa
Tað er komið fram, at tað risastóra gassverkið á Melkøya í
Norðurnoregi er einki minni enn ein CO2-bumba, og tað hevur
fingið Erik Solheim, umhvørvisráðharra at biðja Statoil/Hydro
um eina frágreiðing. Sambært reglunum kann ráðharrin ikki
áleggja felagnum at skerja útlátið. Gassverkið á Melkøya hevur
havt trupulleikar, sum millum annað hava havt við sær, at verkið
hevur latið 1,3 millión tons meiri av CO2 út í luftina enn ætlað.
Danskur serfrøðingur
í partabrævahandli
heldur lítið um
grundgevingarnar
hjá nevndini í
Atlantsflog fyri at
keypa partabrøv
frá leiðsluni fyri
yvirkurs. Argumenta
tiónin heldur ikki,
staðfestir Bjarne
Jensen
PARTABRØV
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Danski
serfrøðingurin
í
partabrævahandli
heldur
lítið um, at nevndin í Atlants-
flog
hevur
keypt
egin
partabrøv frá leiðsluni í
fyritøkuni, og tað enntá fyri
ein yvirprís á 10 prosent.
Bjarne Jensen arbeiðir
sum sjálvstøðugur ráðgevi
og analytikari, hann hevur
millum annað verið í Før-
oyum og veitt ráðgeving í
samband við einskiljingina
av Føroya Banka, og hann
fylgir sera væl við í parta-
brævahandlum.
Hann byggir fyrst og
fremst sína serfrøði á viður-
skiftini kring danska og har-
við felags norðurlendska
partabrævamarknaðin.
Atlantsflog er fyrst og
fremst knýtt at keypsskála-
num í Reykjavík, og tí ynsk-
ir hann at taka fyrivarni
fyri, at ymisk frávik kunnu
vera frá evropeisku stand-
ardunum, sum eitt nú eru
galdandi á keypsskálanum í
Keypmannahavn.
Kortini keypir Bjarne
Jensen ikki grundgeving-
arnar hjá nevnd og leiðslu í
Atlantsflog fyri at handla,
sum hon ger.
Christian Andreasen og
Magni Arge vísa báðir á, at
nevndin hevur heimild til at
keypa egin partabrøv fyri
ein kurs, sum víkir 10 pro-
sent frá marknaðarkursi-
num.
- 10 prosents heimildin
er ein formalitetur, sum til
dømis allar fyritøkur á
danska keypsskálinum hava
í sínum viðtøkum. Endamál-
ið við hesi viðtøku er einans
at binda um heilan fingur,
um so er at nógvir handlar
eru á marknaðinum sama
dag sum ein fyritøka keypir
egin partabrøv og kursurin
tí fer upp og niður. Tá kann
jú vera trupult at áseta, hvat
marknaðarkursurin er, og tí
hava fyritøkur hesa heimild,
ið kann samanberast við
elastikk fyri at raka dagsins
kurs. Endamálið er als ikki
at nevndin í eini fyritøku
kann brúka hesa heimild
aktivt, slær Bjarne Jensen
fast.
Danski
serfrøðingurin
keypir heldur ikki argu-
mentatiónina hjá Magna
Arge, sum førdi fram at
leiðslan vildi selja part av
sínum partabrøvum, tí hon
hevði keypt fyri læntar
pengar og nú var rentu-
byrðan støðugt meira tyngj-
andi fyri leiðsluna.
- Privata fíggjarstøðan
hjá leiðsluni er ongantíð
eitt argument fyri, at ein
nevnd kann keypa egin
partabrøv frá leiðsluni inn í
fyritøkuna, sigur Bjarne
Jensen.
Hann vísir á, at einasta
endamál hjá nevndini er at
umboða eigararnar og teirra
ogn á besta hátt. Atlit til
privat viðurskifti hjá leiðsl-
uni eru ikki viðkomandi
fyri nevndina, metir ser-
frøðingurin.
Javnbjóðis
møguleikar
- Heilt grundleggjandi kann
man siga, at tá ein fyritøka
fer á virðisbrævamarknaðin,
so er tað samstundis við tí
fortreyt, at øll skulu hava
somu møguleikar at keypa
og selja, øll skulu fáa somu
viðgerð. Tí ber ikki til at
nevndin fer inn og forfor-
deilir ávísar partaeigarar,
sigur Bjarni Jensen.
Sosialurin hevur fyrra-
partin verið í samband við
keypsskálan í Reykjavík.
Har ynskja tey í fyrstu
atløgu ikki at gera viðmerk-
ingar til handilin við parta-
brøvum í Atlantsflog, sum
fór fram mikudagin í síðstu
viku. Keypsskálin ynskir
fyrst at kanna málið nærri.
Landsstýriskvinnan
í vinnumálum
varð ikki kunnað
um ætlanina hjá
nevndini at keypa
egin partabrøv fyrr
enn handilin varð
endaliga framdur
í verki. Bjørt
Samuelsen hevur nú
biðið umsitingina
lýsa málið út í æsir.
Men sjálv harmast
hon um vánaliga
siglalvirði, sum
partabrævasølan
kann fáa fyri felagið
PARTABRØV
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Hóast landsstýriskvinnan í
vinnumálum er størsti, ein-
staki partaeigari í Atlants-
flog og umboðar tveir trið-
ingar av partabrøvunum í
felagnum, so veit hon ikki
alt.
Bjørt Samuelsen fekk
onga kunning um, at nevnd-
in í Atlantsflog arbeiddi við
eini ætlan um at keypa
helvtina av partabrøvunum
frá ovastu leiðsluni í fyri-
tøkuni, og tí heldur ikki at
talan var um at keypa fyri
ein yvirkurs á 10 prosent.
- Nei, eg visti onki.
Hvørki
Vinnumálaráðið
ella eg sjálv fingu nakra
kunning, áðrenn handilin
varð endaliga avgreiddur.
Eg fekk hetta at vita, eftir at
handilin var farin fram, tað
var mikukvøldi í síðstu
viku, sigur Bjørt Samuel-
sen.
Harvið visti størsti, ein-
staki eigarin einki um hesa
ætlan, fyrr enn alt varð
avgreitt.
Kannar málið
Bjørt Samuelsen hevur lítl-
an hug at gera ítøkiligar við-
merkingar til málið, áðrenn
hon kennir tað út í æsir.
Hon hevur í staðin biðið
sína umsiting um at útvega
allar upplýsingar í málinum
og lýsa málið til fulnar.
-
Umboðandi
størsta
meirilutaeigaran í felagnum
vil eg fegin fáa lýst málið,
áðrenn eg úttali meg.
Bjørt Samuelsen roknar
við, at hon fær eina gjølla
lýsing av málinum fyrsta
dagin.
Óheppið signalvirði
Tað eru ikki meira enn
smáir sjey mánaðir síðani
at landsstýrið seldi fyrsta
triðingin av Atlantsflog. Tá
fegnaðist táverandi lands-
stýrismaðurin í vinnumálum
um, at leiðsla og starvsfólk
ynsktu at seta pengar í
felagið.
Men í dag hevur pípan
sum kunnugt fingið annað
ljóð, og leiðslan hevur selt
helvtina av sínum parta-
brøvum, enntá til felagið
sjálvt, og enntá fyri ein yvir-
kurs. Tí spyrja vit lands-
stýriskvinnuna, hvat hon
heldur um signalvirðið í
hesum:
- Tað er eingin ivi um, at
signalvirðið hevði verið
betri, um handilin ikki fór
fram, sigur Bjørt Samuel-
sen.
Landsstýriskvinnan vil tó
ikki gera nærri viðmerk-
ingar, fyrr enn hon hevur
fingið eina gjølla lýsing av
málinum.
tað soleiðis, at tá tú keypur
og selir størri portiónir av
partabrøvum í einum felag,
so er tað ikki altíð ein spurn-
ingur um tann noteraða
kursin á partabrævinum,
sigur Christian Andreasen.
At talan í øllum føri bleiv
um ein sonevndan forhandl-
ingsspurning, váttar Magni
Arge:
- Eg vurderi ikki, at eg
hevði selt partabrøvini fyri
kurs-219, sigur stjórin, tá
hann
beinleiðis
veðrur
spurdur um tað.
Eingin ætlan
Vit
spurdu
nevndarfor-
mannin í Atlantsflog, hvat
felagið ætlar at gera við tey
11.111 partabrøvini, sum
felagið hevur keypt frá
leiðsluni í felagnum?
- Tað er ikki nøkur støða
tikin til tað enn. Vit koma
møguliga at eiga tey í eina
tíð. Tað er væl møguligt at
vit selja partabrøvini aftur.
Og also, tað er nakað, sum
nevndin má avgera, tá vit
koma til næsta nevndarfund
í august mánaða.
Tað vil siga at tit hava
keypt 11.111 partabrøv, utt
an at vita, hvat tit skulu
gera við tey?
- Ja, also... vit hava ikki
nakra fasta, lidna ætlan um,
hvat vit gera við partabrøv-
ini. Men hetta er ein íløga,
eins og allar aðrar íløgur.
Og hon verður standandi
har, til hon verður realiserað,
sigur Christian Andreasen,
nevndarformaður í Atlants-
flog.
Signalvirðið
Tá tað ofta verður tulkað
sum ein styrki, eitt sterkt
signal, at leiðslan ger íløgur
í sína fyritøku, so spyrja vit
stjóran í Atlantsflog, hvat
signalvirði er tá leiðslan
selir út av sínum parta-
brøvum í fyritøkuni:
- Ja, tað mugu onnur meta
av. Men hetta er gjørt í full-
um opinleika, og og sam-
bært teimum reglum, sum
eru galdandi í einum børs-
noteraðum
felagi,
sigur
Magni Arge.
Hol í argumentatiónini
Vánaligt signalvirði
Magni Arge, stjóri, við fylgi á veg til Stockholm,
nýggja marknaðin hjá Atlantsflog. Dagin fyri
hevði hann selt helvtina av sínum partabrøvum
í Atlantsflog til Atlantsflog, sum rindaði
10 prosent meira enn marknaðarkursin.
Landsstýrið visti einki, fyrr enn handilin var
endaliga avgreiddur