mánadagur 23. juni 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 118 - 23. juni 2008
Kjakast um uran
Skulu námsvinnufeløg fáa loyvi at útvinna uran úr
grønlendsku undirgrundini? Tann spurningin eru
grønlendskir politikarar ikki samdir um. Í 1988 samtykti
Landstingið, at uran skal ikki útvinnast í Grønlandi, men
landsstýrismaðurin Kim Kielsen, sum umsitur ráevnini,
vil nú hava málið endurskoðað. Millum teirra, sum siga
nei, er tingmaðurin Johan Lund Olsen úr IA, sum vísir á
heilsuvandan við urani, sum eisini dálkar umhvørvið illa,
sigur hann.
Steingrímur 80
Ein av teimum kendu íslendsku politikarunum frá
seinastu øld, Steingrímur Hermansson, fylti 80 ár nú um
vikuskiftið. Steingrímur Hermansson var formaður í
Framsóknarflokkinum, hann var altingsmaður í mong ár
og forsætisráðharri eitt áramál. Í sambandi við 80 ára
dagin skipaði Framsóknarflokkurin fyri serligum
hátíðarhaldi við røðum, kórsangi og tónleiki. Millum
teirra, sum hildu røðu, vóru íslendski forsetin, Ólafur
Ragnar Grímsson.
Steingrímur Hermansson (Mynd: Vísir)
Fiskidaganevndin
heldur, at myndug
leikarnir eiga at fylgja
gjøllari við hjáveiðini
hjá føroysku og
útlendsku svartkjafta
skipunum. Vit hava
framvegis ta fatan,
at svartkjaftaflotin
fiskar nógvan botn
fisk sum hjáveiði,
og vit halda, at stóra
svartkjaftaveiðan
undir Føroyum hevur
beinleiðis ávirkan á
støðuna hjá okkara
fiskastovnum, sigur
fiskidaganevndin
Tilmæli
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fiskidaganevndin hevur nú
latið landsstýrismanninum
í fiskivinnumálum sítt til
mæli um fiskidagar fyri
komandi fiskiár, sum byrjar
1. september.
Nevndin er sett saman
við umboðum fyri ymiskar
skipabólkar,
har
Dánjal
Jacobsen umboðar partrol
arar,
Theodor
Poulsen
umboðar trolbátar, Auðunn
Konráðsson umboðar út
róðrarmenn, Dánjal J. Vil
helm umboðar línuskip og
Eyðun
Johannesen
um
boðar Føroya Fiskimanna
felag.
Formaður í fiskidaga
nevndini er Óli Samró og
skrivari er Hertha Olsen.
Uppgávan hjá fiskidaga
nevndini er at lata lands
stýrismanninum metingar
um støðuna í botnfiska
stovnunum og tilmæli um
fiskidagar, eins og nevndin
ger sínar metingar um,
hvussu fiskiskapurin skal
skipast komandi fiskiár.
Nú nevndin hevur arbeitt
við sínum tilmæli, hevur
hon havt tilsamans seks
fundir.
Í síni støðulýsing, sigur
fiskidaganevndin, at saml
aða dagatalið, síðan fiski
dagaskipanin varð sett í
verk í 1996, er minkað við
26%.
Bólkur 2 hevði í 1996
7.199 dagar og hevur í dag
5.143 dagar. Tað er ein
minking upp á 29%.
Bólkur 3 er øðrvísi í dag,
tí skip í bólki 4 eru komin
inn í hendan bólkin og hava
tikið dagar við sær. Her er
fiskidagatalið økt við 29%.
Í bólki 4 er dagatalið
minkað úr 9.328 døgum
niður í 3.404 dagar. Tað er
ein minking uppá heili
64%.
Í bólki 5 hevur dagatalið
verið skiftandi, upp og nið
ur, men samanborið við
1996, er dagatalið í hesum
bólki minkað við 17%.
Sambært broytingunum í
dagtalinum í hvørjum bólki
sær, kemur fiskidaganevnd
in til, at samlaða dagatalið
árini 19962008 er minkað
við tilsamans 26%.
Fiskastovnarnir
Fiskidaganevndin
hevur
eisini hugt upp á veiðina
eftir eitt nú toski, hýsu,
upsa, longu, brosmu, hav
tasku og flatfiski.
Vit hava fyri hvønn
skipabólk sær og á ymisku
leiðunum hugt eftir, hvussu
fiskiskapurin sær út – í
nøgd, stødd, og hvussu fisk
urin er fyri, og eisini hevur
verið mett um, hvussu støð
an er við ætinum.
Fiskidaganevndin byggir
síni úttalilsir á eygleiðingar
hjá teimum, sum hava sítt
dagliga yrki á sjónum.
Vit hava ikki vísinda
ligar royndir ella annað tal
tilfar at vísa á enn tað, sum
er alment, sigur nevndin.
Fiskidaganevndin heldur,
at støðan hjá toskastovninum
hevur ikki verið góð í trý ár,
men nevndin heldur kortini,
at rímiliga nógv er til av
stórum toski. Veiðunøgdin
av toski fyri hvønn bólk
sær er eitt sindur minni í ár
enn í fjør.
Útróðrarflotin metir, at
hýsan er á einum lágum
støði, men størru skipini
meta, at nakað tað sama er
til av hýsu, sum verið hevur
seinastu 23 árini.
Vit meta, at upsin er væl
fyri, og vit meta eisini, at
longa, brosma, havtaska,
tunga og reyðsprøka eru
væl fyri.
Fiskidaganevndin
sigur
seg ikki hava kunnleika til
at meta um støðuna hjá
svartkalva og kalva undir
Føroyum.
Um toskin annars, sigur
nevndin, at veiðan seinastu
12 mánaðirnar hevur verið
11.355 tons, sum er tað
minsta, ið veitt er av toski
seinastu 10 árini.
Toskaveiðan býtt eftir
stødd er støðug. Nógv mest
verður veitt av toski 2, 3 og
4, men nøgdin av toski 2 er
lutfalsliga størri í ár enn
undanfarin ár. Fiskimenn
hava heft seg við, at minni
er til av smærri toski og lut
falsliga meira av stórum
toski
.
Nevndin vísir eisini á,
hvussu toskaveiðan býtir
seg millum ymisku skipa
bólkarnar, og her kemur
nevndin til, at línuskipini
veiða 34%, smábátar í bólki
5 veiða 22%, lemmatrolarar
18%, bólkur 4A og B 12%,
partrolararnir 7% og trol
bátar 6%.
Tað eru serliga smábátar
í bólki 5, sum fiska tann
smáa toskin. Hesir veiða
meira enn helmingin av
toski 5 og ein triðing av
samlaðu veiðini av toski 4.
Hetta býtið hevur verið tað
sama í nógv ár.
Frítíðarfiskiskapur í hes
um bólki er ikki skrásettur.
Nógv at eta
Um samlaðu botnfiskaveið
ina undir Føroyum, sigur
fiskidaganevndin, at hendan
var størst í fiskiárinum
2002/2003. Tá var veiðan
132.000 tons. Men veiðan
var eisini góð fiskiárið
2005/ 2006, og tá er tað ser
liga upsin, sum gevur út
slag.
Síðan er samlaða veiðan
minkað nakað, og fyri fiski
árið 2007/ 2008 er hon
minkað heilt niður í 102.000
tons.
Fiskasløgini,
sum
hava havt stóra afturgongd í
veiðu, eru toskur, hýsa,
kongafiskur og svartkalvi.
Hinvegin
er
upsaveiðan
økt, og serliga fiskiárið
2005/ 2006 var eitt gott
upsaár.
Nevndin vísir á, at veiðan
eftir gulllaksi er skiftandi
ár undan ári, men í fjør
royndist veiðan væl.
Vit kunnu skoyta uppí, at
gulllaksaveiðan í verandi
vertíð eisini hevur verið
góð – og kanska betri enn
seinasta ár.
Fiskidaganevndin heldur,
at nógv er til av æti á øllum
leiðum, eisini á Føroya
banka, og at fiskurin undir
Føroyum sum heild er væl
fyri.
Okkara meting er, at
nóg mikið er til av føði,
sigur nevndin.
Stór hjáveiða
Fiskidaganevndin vísir á, at
tilmælini, sum nevndin er
komin við ár undan ári, ikki
eru fylgd, og tí heldur
nevndin, at neyðugt er við
nøkrum endurtøkum av tí,
ið áður er sagt.
Vit halda, at myndug
leikarnir eiga at fylgja gjøll
ari við hjáveiðini hjá før
oysku og útlendsku svart
kjaftaskipunum. Ein skipan
eigur at verða sett í verk við
eftirlitsfólki
umborð
á
pelagisku skipunum, sum
Fiskidaganevndin ikki samd:
Meirilutin mælir til óbroytt