mánadagur 23. juni 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 118 - 23. juni 2008
Útseta kópaveiði
Ein grønlendsk ætlan um at veiða kóp og at lata
móðurskip taka ímóti er fyribils løgd til viks,
sigur grønlendska útvarpið. Aðalstjórin í fiski- og
veiðimálaráðnum, Amalie Jessen, sigur, at
verkætlanin er útsett, til kjakið um kópaveiði
hevur lagt seg. Sjálv væntar hon ikki, at tað
hendir í bræði og vísir á, at júst nú umrøður ES
eitt uppskot um at banna limalondunum at
innflyta úrdráttir úr kópi. Veiðimannafelagið
KNAPK tekur undir við at útseta ætlanina.
Fingu hval í nótina
Manningin á íslendska sildaskipinum Guðmundi, sum er úr
Vestmannaoyggjunum,og sum roynir við Jan Mayen, fekk ein
lítlan hvøkk fyrradagin. Tá nótin var komin at borði, vísti tað
seg, at ein sildreki var í henni. Hvalurin hevði sløkt seg væl og
virðiliga inn í nótina, so tað tók eina góða løtu at fáa hann
leysan, Síðani bleiv hann skorin ull. Morgunblaðið skrivar, at
hvalurin var millum seks og sjey metrar til longdar. Tvøstið fylti
trý fiskakør.
fiskidagatal
fiska í føroyskum sjógvi.
Nevndin heldur, at eftir-
litsfólkini eiga at hava heim-
ild til at steða veiði eftir
pelagiskum fiski, tá hjá-
veiðan fer yvir eitt ávíst
mark.
- Vit hava framvegis ta
fatan, at svartkjaftaflotin
fiskar nógvan botnfisk sum
hjáveiði, og vit halda, at
stóra svartkjaftaveiðan und-
ir Føroyum hevur beinleiðis
ávirkan
á
støðuna
hjá
okkara fiskastovnum.
Fiskidaganevndin mælir
annars til, at øll veiða á
firðum og sundum verður
steðgað í eitt ár, og mælt
verður eisini til, at eingin
veiða verður loyvd innanfyri
ein fjórðing úr landi.
- Vit mæla til, at øll vinnu-
lig og frítíðarveiða innanfyri
ein fjórðing úr landi hvílir í
eitt ár, sigur hon.
Nevndin heldur ikki, at
hjáveiðikvotan hjá lemma-
trolarum skal takast av, men
loyvt eigur ikki at vera at
royna á ytru og innaru leið
á sama túri. Hjáveiðikvotan
at fiska tosk og hýsu á inn-
aru leið eigur at verða
broytt til í mesta lagi 3%.
Í sínum tilmæli viðger
fiskidaganevndin
eisini
toskin á Føroyabanka, sum
eftir hennara tykki er so illa
fyri, at okkurt, ið veruliga
munar, má gerast. Mælt
verður til at steingja Føroya-
banka fyri allari veiði í eitt
ár – við undantaki av land-
synningskantinum, øki a.
Lemmatrolarar eru ikki
við í fiskidagaskipanini,
men síðan sína fyrstu frá-
greiðing og tilmæli hevur
fiskidaganevndin mælt til,
at øll veiða eftir botnfiski á
føroyskum øki skal verða
innanfyri skipanina.
- Lemmatrolararnir eiga
at koma inn í skipanina eftir
sama leisti sum hinir bólk-
arnir upprunaligu komu inn
í skipanina og við teimum
niðurskerjingum, sum hava
verið í skipanini, síðan hon
kom í gildi. Sama er gald-
andi fyri garnaskipini, sigur
nevndin.
Mælt verður eisini til, at
útlendsk skip, sum fiska
undir Føroyum, eiga at
byrja og enda veiðina í før-
oyskum sjógvi.
- Tað skal ikki bera til at
koma inn í føroyskt øki á
sama túri sum útlendsku
skipini fiska í øðrum sjógvi.
Eftirlit er nærum ómøguligt,
tá fiskast kann innan fleiri
landamørk á sama túri,
heldur nevndin.
Javnvágin av lagi
Fiskidaganevndin hevur í
fleiri ár mælt til eina dag-
føring av teimum útrokning-
um av veiðiorkuni býtt eftir
bólkunum, sum liggur til
grunds fyri fiskidagaskip-
anini, men higartil er einki
hent.
- Í ár er fiskiorkunevndin
komin við ávegis frágreið-
ing, men í ávegis álitinum
er einki gjørt við útrokning-
arnar, sum liggja til grunds
fyri fiskidagaskipanina. Í
niðurstøðuni sigur fiskiorku-
nevndin, at hon ikki kann
gera nakra endaliga niður-
støðu, um skipanin hevur
tryggjað, at veiðan er hildin
innan fyri lívfrøðiligu karm-
arnar, so at í miðal bert ein
triðingur
av
stovnunum
verður veiddur á hvørjum
ári. Hetta kann ikki vera
gjørt, fyrr enn Fiskirann-
sóknarstovan hevur gjørt
útrokningar av fiskidaga-
talinum fyri fiskiárið 2008-
2009. Fiskiorkunevndin sig-
ur seg vilja koma aftur til
hetta, tá útrokningarnar eru
tøkar.
Fiskidaganevndin væntar
ikki, at tilfarið verður tøkt
til
fiskidagaárið
2008/
2009.
- Vit halda, at upprunaliga
javnvágin í veiðiorkuni er
farin av lagi, og tí verður
neyðugt
at
finna
eina
nýggja javnvág.
Ikki semja
Fiskidaganevndin, sum nú
hevur handað landsstýris-
manninum frágreiðing og
álit, heldur, at tá fiskiorku-
álitið ikki er tøkt, hevur
nevndin einki amboð at
taka støðu út frá viðvíkjandi
veiðiorku.
Í ár er fiskidaganevndin
ikki samd um dagatalið fyri
fiskiárið
2008/
2009.
Nevndin hevur býtt seg í
ein meiriluta og tveir minni-
lutar.
Meirilutin, Theodor Poul-
sen, Auðunn Konráðsson
og Dánjal Jákup Vilhelm
meta, at dagatalið fyri kom-
andi fiskiár ikki eigur at
verða broytt. Tí mælir
meirilutin til, at allir bólkar
varðveita sítt fiskidagatal
komandi fiskiár.
Meirilutin metir, at fiski-
dagaskipanina er ein lang-
tíðar javnvágarskipan, har
fiskidagatalið ikki skal still-
ast – hvørki upp, tá nógvur
fiskur er ella niður, tá minni
er til. Tað einasta, sum kann
broyta dagatalið, er broyting
í veiðiorkuni, og meirilutin
metir ikki, at ógvuslig lop
hava verið í veiðiorkuni
hetta síðsta árið.
Minnilutin Dánjal Jacob-
sen hevur gjørt eina meting
av broytingini av fiskiorkuni
í bólki 2, sum er partrolarar.
Metingin er, at fiskidagatalið
eigur at minkast við 10%.
Hetta er gjørt við atliti til,
at dagatalið síðan 1996 er
lækkað. Óli Samró og Eyð-
un Johannesen taka undir
við Dánjali Jacobsen.
Í ískoyti til álitið og til-
mælið sigur Óli Samró, for-
maður í fiskidaganevndini,
at serlig inntriv mugu gerast
fyri at minka um veiðina
eftir toski, serliga tí smátt-
fallandi toskinum. Óli bygg-
ir hesi sjónarmið á grein-
ingarnar
hjá
Fiskirann-
sóknarstovuni sum siga, at
støðan hjá toskastovninum
er hættislig.
- Um skipanin øll sum
hon er ikki verður gjøgnum-
gingin og stillað eftir tí
veruleika, sum er í 2008
innan nýggja fiskidagaárið
byrjar í september, mæli eg
til eitt serligt inntriv í daga-
talið hjá teimum bólkunum,
sum fiska mesta toskin, sig-
ur Óli Samró.
Umboðið
hjá
Føroya
Fiskimannafelag í fiskidaga-
nevndini, Eyðun Johanne-
sen, tekur undir við for-
manninum í nevndini.
Fiskidaganevndin hevur býtt seg í ein
meiriluta og tveir minnilutar. Meirilutin,
sum í fyrsta lagi eru vinnufeløgini í
nevndini, mælir til óbroytt fiskidagatal
Tilvildarlig mynd