Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juni 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 118 - 23. juni 2008 ] Plettskot á sjónum Tað gekk framúr væl at avgreiða jóansøkuróðurin. Minni enn tveir tímar vóru millum fyrsta og seinasta skotið Mynd: www.drekin.fo B36-ÍF í kvøld Fjórði dysturin av 12. umfarinum í Formula- deildini verður spældur í Gundadali í kvøld, har ÍF kemur á vitjan hjá B36. Til dystin hevur B36 gjørt leiguavtalu við Fremad Amager, soleiðis at Hans Jørgensen (myndin) kann loysa leikbannað Mein- hardt Joensen av í málinum, og hartil er Hanus Thorleifsson nú aftur tøkur, eftir at hann hevur sitið tveir leikbannaðar dagar av sær. B36 og ÍF spældu eisini í fyrsta umfarinum av Formula-deildini, og tá vann B36 4-1. Dysturin í kvøld byrjar klokkan 18. Manchester City í føroyska pottin B36 og EB/Streymur eru føroysku umboðini, tá lutur verður kastaður um, hvussu spælast skal í undankappingini til UEFA-Cup. Millum møguligu mótstøðuliðini hjá føroysku umboðunum er enska Manchester City, sum fekk eitt av sonevndu fair-play plássunum. Manchester City hevur spent seg nógv, síðani nýggir eigarar komu til felagið, og eitt nú sigst brasilski Ronaldinho at vera ávegis til felagið. Hini liðini, sum EB/Streymur og B36 kunnu trekkja, eru FC Copenhagen, Brøndby IF, Viking Stavanger, FC Midtjylland, FC Nordsjælland, Djurgården, Kalmar, Haka, Honka, Hafnarfjarðar, Liepājas Metalurgs, Olimps og Sāduva. FM-kappróður 1 2 3 5-mannafør, dreingir Stig íalt Jóansøka NorðoyastevSundalagsst. Jóansøka 1 Sílið 21 7 7 7 7 2 Havfrúgvin 17 6 6 5 6 3 Junkarin 16 5 5 6 5 4 Tjaldrið 11 3 4 4 3 5 Strípan 9 4 3 2 4 6 Teistin 6 1 2 3 1 7 Katla 2 2 2 8 Tambar 1 0 1 9 Blikur 1 0 1 6-mannafør, kvinnur 1 Jarnbardur 20 7 7 6 7 2 Gongurólvur 19 6 6 7 6 3 Hósvíkingur 5 5 5 4 Hósvíkingur 5 0 5 5-mannafør, gentur 1 Drekin 20 7 7 6 7 2 Hvassi 19 6 6 7 6 3 Junkarin 14 4 5 5 4 4 Jallurin 12 5 4 3 5 5 Firvaldur 10 3 3 4 3 6 Blikur 6 2 2 2 2 7 Tambar 3 1 1 1 1 5-mannafør, kvinnur 1 Sílið 21 7 7 7 7 2 Frúgvin 18 6 6 6 6 3 Erla Kongsdóttir 13 5 5 3 5 4 Katla 11 4 2 5 4 5 Báran 8 3 5 3 6 Ritan 8 2 4 2 2 7 Teistin 5 1 3 1 1 8 Jallurin 1 0 1 6-mannafør, menn 1 Sundabáturin 21 7 7 7 7 2 Tvørabáturin 18 6 6 6 6 3 Riddarin 14 5 5 4 5 4 Gongurólvur 13 4 4 5 4 5 Lómur 7 2 3 2 2 6 Rádni 6 1 2 3 1 7 Fortuna 3 3 3 8 Jarnbardur 2 0 1 1 8-mannafør 1 Heiðabáturin 21 7 7 7 7 2 Argjabáturin 17 5 6 6 5 3 Árnfirðingur 16 6 5 5 6 4 Kvíkíkingur 12 4 4 4 4 5 Knørrur 9 3 3 3 3 10-mannafør 1 Ormurin 20 7 7 6 7 2 Havnarbáturin 19 6 6 7 6 3 Ormurin Langi 5 5 5 4 Nólsoyingurin 4 4 4 Men á landi var ikki so væl vorðið hjá teimum, sum royndu at fylgja við kappróðrinum á Jóansøku Kappróður Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað gekk sum eftir ánni at avgreiða triðju FM kapp- rógvingina í ár. Klokkan var ikki meiri enn trý korter til fimm leygardagin, tá ið skotið gelti fyri síðsta 10- mannafarinum, sum fór um málið. Í hvussu so er tríggjar orsøkir vóru til, at tað gekk so skjótt og væl. Ein var veðrið. Róðrar- líkindini vóru avbera góð. Tað var mest sum dammstilli á fjørðinum, og tað hevur sjálvandi stóran týdning. Ein onnur orsøk var, at allir róðrarnir vóru av 1000 metra málinum. Tað ber við sær, at tað er eingin spilltíð, sum skal brúkast til baksið at flyta fasta startin frá 1000 og út á 1500 og 2000 metra málið. Harafturat hevði tað í hesum sambandi stóran týdning, at starturin var dygst innanfyri grótkastið og harvið so tætt at landi og ikki langt úti á. Ein triðja orsøk til, at tað á Jóansøku gekk so væl at fáa kappróðurin frá hondini, var, at manningarnar nú eru um at koma í venjing, tá ið tað ræður um at manøvrera bátarnar á fasta startinum. Á Norðoyastevnu eru tað altíð fleiri óroyndir rógvarar og róðursmenn, og á Sunda- lagsstevnu eru tað eisini ofta fleiri, sum ikki eru heilt álvulig við støðuna. At tvær kappingar hava verið tveir fylgjandi leygardagar kennist aftur á Jóansøku. Áskoðararnir ikki góðar treytir Hóast luttøkan onkuntíð hevur verið størri, enn hon er tað í ár, so er tað fram- vegis stórur áhugi fyri kappróðri. Serliga stórur er hann í økjunum, har tað hilnast væl. Sundabáturin hevur altíð áskoðarar við sær, og hesi taka eisini á við Árnfirðingi. Soleiðis var tað eisini hesa ferð. Heiðabáturin hevur eisini áskoðarar við sær, hóast teir ikki eru so nógvir, sum tá ið Eysturoyingurin var í vælmaktini. Tað eru eisini tey av bygd, sum fylgja eitt nú gentunum á Hvassa og Frúnni, kvinnunum á Ørnini og eisini bátunum úr Vest- manna. Nógv størsta luttøkan í kappróðrinum er úr høvuðs- staðnum, og tað sæst eisini aftur á teimum, sum fylgja við. Havnar Róðrarfelag er rættuliga komið fyri seg aftur. Hesa ferð vunnu tríggjar manningar hjá Havnar Róðrarfelag – Sílið við dreingjum og kvinnum og Drekin við gentum – og tvær manningar hjá Róðrarfelagnum Knørri vunnu – Jarnbardur við kvinnum og so Ormurin. Umframt úr hesum báðum feløgunum vóru eisini tey á Jóansøku, sum kenna seg heima í Argja Róðrarfelag. Skoðsmálið millum áskoðararnar var, at tað kundi havt verið betri skipað á landi. Tað sigur myndamaðurin hjá Havnar Róðrarfelag, Christoffer Lützen, við heimasíðuna hjá felagnum, drekin.fo: - Serliga finnist eg at fyrireikarunum, at skipini, sum lógu við bryggju, ikki vórðu flutt. Bátarnar, sum vóru næst kajini, sóust ikki, fyrr enn teir vóru 150 metrar frá málinum, og teir uttastu bátarnir 500 metrar frá málinum, sigur Christoffer Lützen. Kappróður verður aftur komandi leygardag, tá ið tað verður Eystanstevna í Runavík og harvið kapp- róður á Skálafjørðinum. Úrslitini á jóansøku 1 Sílið 4:53:15 2 Havfrúgvin 4:57:21 3 Junkarin 4:58:15 4 Strípan 5:05:00 5 Tjaldrið 5:05:18 6 Katla 5:08:13 7 Teistin 5:09:01 8 Jallurin 5:13:11 9 Blikur 5:18:10 1 Jarnbardur 5:15:17 2 Gongurólvur 5:33:08 3 Lómur 5:40:04 1 Drekin 5:12:14 2 Hvassi 5:15:05 3 Jallurin 5:18:11 4 Junkarin 5:18:14 5 Firvaldur 5:19:06 6 Blikur 5:27:13 7 Tambar 5:27:16 5 mannafør dreingir 6 mannafør kvinnur 5 mannafør gentur 1 Sílið 5:05:05 2 Frúgvin 5:06:01 3 Erla Kongsdóttir 5:11:01 4 Katla 5:11:12 5 Báran 5:14:01 6 Ritan 5:14:09 7 Havfrúgvin 5:20:05 8 Teistin 5:21:04 9 Blikur 5:30:07 1 Sundabáturin 4:43:22 2 Tvørabáturin 4:43:24 3 Riddarin 4:47:24 4 Gongurólvur 4:50:19 5 Fortuna 4:53:06 6 Lómur 4:53:09 7 Rádni 4:55:10 8 Víkingur 5:01:00 9 Jarnbardur 5:03:07 1 Heiðabáturin 4:26:00 2 Árnfirðingur 4:27:10 3 Argjabáturin 4:27:17 4 Kvívíkingur 4:31:04 5 Knørrur 4:35:03 1 Ormurin 4:18:10 2 Havnarbáturin 4:21:04 3 Ormurin Langi (VK) 4:42:08 4 Nólsoyingurin 4:51:23 10 mannafør 5 mannafør kvinnur 6 mannafør menn 8 mannafør