Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juni 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 118 - 23. juni 2008 ] Liðskiparin verður niðri Andreas Mortensen, sum í ár hevur verið liðskipari hjá Fremad Amager, fer ikki við liðfeløgunum upp í donsku 1. deild. Hann hevur leingi ivast í framtíð síni sum spælari, og herfyri skrivaði hann undir sáttmála við Slagelse, sum er partur av 2. deild. – Tá Slagelse greiddi mær frá teirra ætlan­ um, samstundis sum teir buðu mær trý­ára sáttmála, ivaðist eg ikki. Og nú gleði eg meg til nýggju avbjóðingarnar her, sigur Andreas Mortensen í tíðindaskrivi til donsku fjølmiðlarnar. Ballack vil enda í Chelsea Stendur tað til týska landsliðsskiparan, Michael Ballack, so verður Chelsea seinasta felagið, sum hann spældir fyri. Ballack hevði annars sínar trupulleikar fyrstu tíðina í Chelse, men seinasta hálva árið hevur hann spælt framúr, og nú sigur spælarin, at hann væl kundi hugsað sær, at Chelsea verður seinasta felag hansara. ­ Tað kann væl verða. Eg verði 32 í september, og eg havi hug at halda fram í eini tvey­trý ár á hesum støðinum, sigur Ballack við Die Welt. Sáttmálin hjá Ballack við Chelsea er galdandi í eitt ár afturat, men sjálvur hevur hann altso einki ímóti, at hesin verður longdur. Nervarnir vóru burtur, og so var eingin sum helst ivi um úrslitið, tá Fremad Amager spældi seg upp aftur í donsku 1. deild Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir eitt vár, har alt í løtum gekk av skriðjuni til, stóð nógv upp á spæl, tá Fremad Amager skuldi spæla móti Brabrand um upp­ og niðurflyting. Men við 1­0 sigri í úti­ dystinum mikukvøldið varð av álvara lagt upp til fót­ bóltsveitslu á Sundby Stad­ ion leygardagin, tá retur­ dysturin stóð á skránni. Og her má sigast, at spælararnir livdu upp til álitið, sum teir á leið 2.400 áskoðararnir høvdu sett á liðið. Og tá Anders Jochumsen eftir bert trimum minuttum skoraði til 1­0, stóð dagurin í bláum og hvítum teknum. Brabrand, sum legði dentin á langar bóltar fram til stóru áleypararnar, megnaði als ikki at fylgja við kvika spælinum hjá heimaliðnum, og tá Mohammed Abdals stutt fyri steðgin økti um leiðsluna, var at kalla leyst og liðugt. Eftir steðgin kom samlaði sigurin ongantíð í vanda. Væl hýrdu áskoðararnir sungu at kalla lunguni úr sær, og tá Dennis Holmberg so staðfesti sigurin móti dystarloki, kundu fyrstu áskoðararnir gera seg til reiðar at renna inn á vøllin. Og so hevði tað minni at týða, at onkur teirra ikki hevði klæðini á sær, tá rennitúrurin byrjaði. Ikki alt at siga Tá Fremad Amager fór undir fyrireikingarnar til kappingarárið, varð upp­ flyting sett sum avgjørt mál. Men hóast hetta, so sigur Todi Jónsson, stjóri, at hendan í sær sjálvum ikki var altavgerandi fyri framtíðina hjá FC Amager. ­ Tað var tað ikki. Hóast royndin skuldi miseydnast hesaferð, so hevði tað ikki gjørt Amager minni. Her búgva framvegis fleiri hundraðtúsund fólk, og potentialið er framvegis líka stórt. Men fyri moment­ ið í tí, sum vit hava gongd í, var uppflytingin sjálvandi týdningarmikil. Hon ger, at optimisman, sum vit hava merkt, framvegis er í felagnum, og tað eru vit feg­ in um, sigur Todi Jónsson. Men fyri bara tveimum mánaðum síðani var tann optimisman eitt sindur trupul at síggja? ­ Ja. Vit høvdu eina peri­ odu, har tað gekk minni væl. Vit taptu tríggjar dystir á rað, og so streyk Roskilde avstað í oddinum, og tað legði sjálvandi trýst á. Í play­off dystunum er møgu­ leikin ikki meira enn 50/50, men tíbetur vóru vit rætti­ liga sannførandi, nú vit spældu móti Brabrand, sigur Todi. Eingin styrkur her og nú Komandi kappingarárið er beint handan hornið, men hóast hetta verður í eini hægri deild, so er styrkur á spælarasíðuni ikki tað, sum Todi og hinir í leiðsluni hugsa mest um. ­ Fyrst og fremst hyggja vit at hópinum, sum vit hava, og í útgangsstøðinum skulu hesir hava møguleik­ an, nú teir hava spælt okk­ um upp. Talan er um ungar spælarar, sum nú skulu prógva, at teir kunnu vaksa við uppgávuni, og tað vóni eg, at teir gera. Hinvegin hava vit mist eitt nú Andreas Mortensen, so tað er væl møguligt, at álopið verður styrkt. Men her og nú eru vit ikki í ítøkiligum sam­ ráðingum við nakran spæl­ ara, sigur Todi Jónsson. So var uppflytingin veruleiki Fagnaðurin var stórur, tá uppflytingin hjá Fremad Amager varð tryggjað leygardagin. Nú verður tað sum FC Amager, at liðið skal spæla í donsku 1. deild Mynd: Edmund Jacobsen Áskoðararnir hugnaðu sær, men onkrir teirra gjørdu tó somikið nógv av, at vaktarmenn máttu á vøllin eftir teimum Mynd: Jonhard Hammer