Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juni 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 118 - 23. juni 2008 ] Føroysk hjálp til Spania Tá spaniólar skuldu fyrireika seg til dystin móti Italia, fingu teir eisini hjálp úr Føroyum. FSF hevur nevnliga sent upptøkur frá heimadystinum móti Italia til Madrid. - Eg varð uppringdur av einum manni, sum presenteraði seg sum Luis Aragones, ið jú er spanskur landsliðsvenjari. Eg veit so ikki, um nakar hevur gjørt hetta til stuttleika, men hann ljóðaði rættiliga sannførandi, og hann spurdi so um tær upptøkur, sum vit høvdu av dystinum. Og vit játtaðu í øllum førum at hjálpa, og fløgur við upptøkun- um vórðu alt fyri eitt sendar til Madrid, soleiðis sum teir bóðu, sigur Ingi Samuelsen av skrivstovuni hjá FSF. Mamman fekk black-out Meðan Iker Casilla var í ferð við at bjarga Spania eitt pláss í EM-hálvfinaluni, gjørdist spenningurin ov nógvur hjá mammuni hjá spanska landsliðsmálverjanum. Span- ska blaðið, 20 Minutos, skrivar, at Dona Mari Carmen Fernandez fall í óvit, tá brotsspørkini vórðu skotin, og hon lá uttan vit í ein minutt, skrivar blaðið. Helst var talan um eina blanding av hita og spenningi, sum bar við sær, at mamman ikki orkaði at síggja sonin seinastu løtuna, verður sagt. Spania megnaði loksins at vinna eina brotssparkskapping, tá teir sendu italsku heimsmeistararnar úr EM, og teir eru nú einastu bólkavinnararnir, sum framvegis eru við í endaspælinum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Portugal tapti fyri Týsk- landi. Turkaland gjørdi tað umaftur, tá teir koppaðu Kroatia, og hollendsku favorittarnir vórðu niður- spældir av Russlandi. Hevði Italia vunnið sín dyst móti Spania, var EM- endaspælið í teirri løgnu støðu, at allir bólkavinnar- arnir vóru úti úr kappingini. 22. juni merkir brotsspørk Og tað var eisini um reppið, at so varð. Í einum dysti, sum sjáldan var nakað at rópa hurrá fyri, hevði Italia sett gamla catanaccio- spælistílin í verk, og gjøgn- um 120 minuttir vardu teir fyri sponsku royndunum, sum komu á málið. Tí gjørdist neyðugt við brotsspørkum, og tað er ikki júst hesum, sum Spania hevur bestu royndirnar av. Tríggjar ferðir áður hevði Spania nevnliga spælt fjórðingsfinalu í einum enda- spæli júst 22. juni. Í HM í 1986 taptu teir eftir brots- spørk móti Belgia. Søgan endurtók seg, tá Ongland á heimavølli vann á Spania í EM í 1996, og í 2002 var tað Suðurkorea, sum vann eftir brotsspørkum. Men hesaferð hildu span- iólanir nervunum. Casillas byrjaði væl, tá hann tók royndina hjá De Rossi, men tá Buffon í fjórðu royndini bjargaði skotinum frá Guiza, stóð nógv á. Casillas var tó enn einaferð á rætta staðnum, tá hann bjargaði royndini frá Di Natale, og so kundi Fabregas senda sponsku fótbóltshjørtuni í sjeynda himmalin, tá hann ískaldur sendi Buffon til vinstru og bóltin til høgru. Ein eittari eftir Talan var um tvídyst millum tveir av heimsins bestu málverjum. Men hesa ferð vóru tað Casillas og spaniólar, sum áttu munin móti Buffon og Italia Mynd: Polfoto/AP Tepurt tap móti Norðurírlandi kostaði dýrt hjá føroyska flogbóltslandsliðnum, sum mátti taka til takar við einum triða plássi í EM- undankappingini Flogbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Føroyska manslandsliðið í flogbólti spældi um viku- skiftið EM-undankapping í Luksemburg. Umframt Føroyar vóru Norðurírland, Luksemburg og San Marino í okkara bólki, og talan gjørdist um nakrar sera spennandi dystir. Tveir teir fyrstu av hesum vórðu tó taptir. Fyrsta mótstøðuliðið var Norður- írland, sum í einum sera tøttum dysti vann 3-2, og tá okkara so eisini taptu 3-1 móti vertunum úr Luksem- burg, stóð greitt, at føroyska liðið ikki vann seg víðari. Hinvegin gjørdist talan um sigur í triðja dystinum, sum var móti San Marino. Norðurírland vann annars undankappingarbólkin framman fyri Luksemburg. Føroyar gjørdust nummar trý, og San Marino endaði aftast í bólkinum. Gjørdust nummar trý Talan gjørdist um tríggjar harðar dystir, har føroysku menninir veruliga fingu roynt seg. Men hesa ferð gjørdust teir akkurát ov stuttir at røkka næsta umfarinum í EM-undankappingini Mynd: Jákup av Skarði/FBF Kroatia-Turkaland 1-1 eftir umdyst (0-0) Turkaland víaðri eftir longda leiktíð og brotsspørk 1-0: Ivan Klasnic, 119. 1-1: Semih Senturk, 120. Holland-Russland 1-3 eftir umdyst (1-1 (0-0)) 0-1: Roman Pavluchenko, 56. 1-1: Ruud van Nistelrooy, 86. 1-2: Dmitri Torbinsky, 112. 1-3: Andrei Arshavin, 116. Spania-Italia 0-0 Spania víðari eftir longda leiktíð og brotsspørk Hálvfinalur Dagur Klokkan Dystur 25.06 19.45 Týskland-Turkaland 26.06 19.45 Russland-Spania EM-fakta