mánadagur 23. juni 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 118 - 23. juni 2008 ]
Turkar fáa ikki eyka fólk
Undan hálvfinaluni móti Týsklandi er Turkaland hart rakt av skaðum
og leikbannum. Ardu Turan, Volkan Demirel, Emre Asik og Tuncay
Sanli eru allir leikbannaðir, og heilt víst tykist eisini, at Nihat og
Emre Gungor eru úti við skaða. Hartil eru Servet Cetin, Tumer Metin
og Emre Belozoglu ivasamir, og tí hevur turkiska fótbóltssambandið
biðið um undantaksloyvi at fáa nýggjar spælarar í hópin. Men hetta
sleppa teir ikki. - Nýggjar úttøkur eru bert loyvdar beint eftir
bólkaspælið, og vit ætla ikki at broyta hetta, sigur UEFA-
talsmaðurin, Wiliam Gaillard, við týska Kicker.
Zuma fer heim
Sibusiso Zuma, sum í fleiri ár var álopsfelagi við
Toda Jónsson í FCK, fer nú heim til Suðurafrika
at spæla. Síðani 2005 hevur hann spælt í týska
Bielefeld, men nú gongur leiðin til heimlandið.
Kicker skrivar, at Zuma hevur skrivað undir
tvey-ára sáttmála við Memelodi Sundowns. Ein
sáttmáli, sum sambært týska blaðnum ger Zuma
til best lønta spælaran í suðurafrikonskum
fótbólti.
Við einmansavriki
í yvirtíðini syrgdi
snillingurin fyri, at
EB/Streymur fór úr
Klaksvík við øllum,
eftir at KÍ leikliga
hevði verið omaná
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Klaksvíkingar vóru vón-
brotnir, og tey í EB/Streymi
stórfegnaðust. Einki var at
siga til reaktiónirnar, eftir
at Petur Reinert hevði bríksl-
að fyri síðstu ferð.
EB/Streymur hevur í tor-
føru avbjóðingunum á úti-
vølli havt væl samanskrúvað
konsept, sum aftur var á
skránni í Klaksvík. Tað
gongur út upp á at binda
væl fyri í verjupartinum og
so at dúva upp á snarálop. Í
álopspartinum er ikki neyð-
ugt at brúka so nógv fólk.
Sorin Anghel, Hanus Elia-
sen, Arnbjørn Hansen og
Hans
Pauli
Samuelsen
megna eina rúgvu sjálvir.
Tað vistu Eyðun Klakstein
og hansara menn, og tað
vístu teir í EB/Streymi í
Klaksvík.
Sorin Anghel var noyddur
at taka seg aftur tíðliga í 1.
hálvleiki, men Arnbjørn
Hansen og ikki minst Hans
Pauli Samuelsen sygrdi fyri
tí, sum skuldi til fyri at
vinna 3-2 og harvið at halda
tørn um trygga leiðslusess-
in.
Tað minti ikki sørt um
Maradona avrikið á sinni,
tá ið Hans Pauli Samuelsen
avgjørdi. Klokkan vísti 90
minuttir, tá ið Hans Pauli
tók søkina í egnar hendur.
Av egnum brotsteigarmarki
smoygdi hann sær framvið
fleiri, og tá ið hann nærk-
aðist hinum brotsteiginum,
og allir tóktust bíða eftir,
hvønn hann fór at spæla
leysan, gjørdi fótbóltssnill-
ingurin enn eina draging,
og so smekkaði hann til. Úr
átjan metrum fleyg bólturin
avstað, og hann brast í stólp-
an, áðrenn hann small í
meskarnar.
Veldugur fagnaður mill-
um mongu áskoðararnar
hjá oddaliðnum, sum eftir
steypasigurin fyri stórari
viku síðani ikki tevja minni
FM gull, enn tey longu hava
gjørt fyrr í ár.
Hans Pauli var sjálvandi
dagsins maður á toppliðnum
og FM favorittunum. Hann
setti hol á longu í 3. minutti,
tá ið Sorin Anghel spældi
út í høgru til Arnbjørn Han-
sen, sum legði innfyri til
Hans Paula, sum eitt sindur
aftanfyri handara stólpan
heilfluktaði í málið.
Hans Pauli Samuelsen:
- Fluktarin var av brots-
teigarmarkinum. Í seinna
førinum var tað Bárður
Olsen, sum fangaði bóltin,
stakk hann framum ein av
teirra, og tá ið eg hevði
fingið ferð á, var tað lætt at
fara framvið einum. Teir
drálaðu eitt sindur, so eg
royndi, og tað var ein fín
kensla at síggja bóltin
smella í stólpan og fara í
málið.
Gerst tú nógv við skot-
venjing?
- Tað fái eg ofta loyvi til
undir venjing. Eg venji mið-
víst skot við uttaru síðuni,
og tað var við einum
sovornum skoti, at vit fingu
3-2 málið.
Hans Pauli Samuelsen
heldur, at klaksvíkingar
vóru grammir og væl skip-
aðir, og at tað darvaði teirra
spæli, at Sorin Anghel tíð-
liga noyddist av vøllinum:
- Sorin arbeiðir væl og
fyllir nógv, og hann er sera
lættur og skilagóður at
spæla saman við. KÍ press-
aði okkum í 2. hálvleiki.
Teir vóru fleiri ferðir nær
við, men tá ið teir løgdu
press á, varð tað eisini meiri
pláss hjá okkum í skjót-
álopum, og tað var júst í so-
vornari støðu, at vit av-
gjørdu.
Emil Nolsøe Leifsson var
skilagóður sentralur mið-
vallari hjá KÍ. Tað bar við
sær, at Kristoffur Jakobsen
hesa ferð var í høgra borði,
og tað var eftir álop í tí borð-
inum, at hann úr brots-
teiginum javnaði til 1-1.
Milic Curcic legði við
høvdinum og eftir horna-
sparksinnlegg frá Kristoffuri
Jakobsen KÍ framum. So
var tað, at spenningurin var
í hæddini. Heimaliðið kendi
seg hava so gott tak á tí, at
møguleiki var fyri at økja
um leiðsluna og harvið at
taka spenningin úr stríðnum.
Tað var um reppið, at
Rodrigo skoraði mál. Tað
gjørdi hann ikki. Í staðin
javnaði EB/Streymur. Tá ið
teir í yvirtíðini skoraðu sig-
ursmálið var upprunin til
álopið, at Rodrigo fór um
koll. KÍ vildi hava fríspark,
men dómarin var ikki samd-
ur við teimum, og so snýtti
Hans Pauli Samuelsen teir
fyri at fáa úrtøku.
KI-EB/Streymur 2-3 (1-1):
Hans Pauli snýtti klaksvíkingar
KÍ leyp framav
Sorin seymaður
KÍ venjarin Eyðun Klakstein iðraði seg
so miriliga, eftir at dómarin hevði
bríkslað fyri síðstu ferð, og EB/Streymur
hevði vunnið 3-2.
- Vit høvdu betri uppiborið, men tað
kunnu vit ikki brúka til nakað sum helst.
Ætlanin hjá okkum var at bíða eitt sindur
eftir teimum og so at brúka kontravápnið.
Tað eydnaðist heilt væl. Tá ið teir ikki
megnaðu at spæla seg ígjøgnum, fóru
teir at royna við longum sendingum, og í
tí kappingini vóru Ovi Nysted og Milic
Curcic bestir.
- Tá ið vit høvdu lagt okkum á odda,
royndu vit at fáa eitt mál afturat. Tað
miseydnaðist. Mistakið gjørdu vit, at tá
ið teir høvdu javnað. Tá áttu vit at havt
bundið um og ikki at roynt eftir sigurs-
málinum. Teir hava fínar individualistar,
og teir sektaðu, at vit høvdu so nógv fólk
frammi og harvið so fáar aftanfyri bóltin,
staðfesti KÍ venjarin, sum – hóast hann
iðraði seg – fegnaðist um hugburðin og
leikliga avrikið:
- Saman við avrikinum ímóti B71 á
heimavølli var hetta tað besta, sum vit
hava avrikað higartil í ár. Marginalirnir
vóru ikki við, men vit hava funnið okk-
ara konsept, sum vit kenna, og sum vit
fara at byggja víðari á.
Longu í 22. minutti var Sigfríður Cle-
mentsen noyddur at gera fyrstu skift-
ingina í Klaksvík. Ein av stuðulsspælar-
unum, Sorin Anghel, noyddist av vølli-
num. Í samanbresti við mótstøðumann
skrædnaði tað omanfyri annað eygað, og
hann tóktist heldur ikki at vera heilt
stinnur á beinunum.
Sorin fór á sjúkrahúsið, har læknin hjá
EB/Streymi, Magnus á Stongum arbeiðir.
Tríggjar pentur vórðu seymaðar í, og
boðini frá serfrøðini vóru, at Sorin skal
binda frið í eina viku.
So fæst at síggja, um hann verður við,
tá ið EB/Streymur næsta sunnudag fer at
spæla á útivølli ímóti Víkingi.
Roknað verður við, at Høgni Zacharia-
sen verður førur fyri at venja aftur um
eina viku. Meiri óvist er tað við Mikkjali
Thomassen, sum týsdagin fer at landi-
num í roynd at finna út av, um tað ber til
at gera nakað við hælsinuna, har hann
framvegis er plágaður av bruna.
EB/Streymur
KÍ
Egil á Bø varð fluttur niðan í álopið, tá gestirnir úr EB/Streymi vórðu noyddir at satsa
Mynd: Solfus D. Johannesen