mánadagur 23. juni 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 118 - 23. juni 2008 ]
Tveir danir til EB/Streym
Umframt Peter Foldagst fær EB/Streymur eisini vitjan av
einum øðrum donskum spælara mikudagin. Hesin er ein 23
ára gamal verjuspælari og eitur Anders Post Jakobsen. Hann
er 189 sentimetrar høgur, og hevur seinasta kappingarárið
spælt í Holstebro, har hann verður lýstur sum ein sterkur og
tryggur verjuspælari. Anders Post Jakobsen hevur áður roynt
seg hjá Vejle, og hann hevur 9 ferðir spælt á donsum U-
landsliðum.
Skoraði ársins mál
Eitt av tað vakrasta hæddarpunktið á yrkisleiðini hjá Peter
Foldgast er ivaleyst málið, sum hann skoraði í 4-0 sigrinum
hjá Brøndby móti FC Midtjylland í 2003. Danskir
fótbóltsáskoðarar valdu eftir kappingarárið 2002/2003
heilfluktaran til ársins mál í donsku superliguni. Og við at
fara á slóðina, HYPERLINK ”http://www.youtube.com/
watch?v=3gi7bn2lU9c” http://www.youtube.com/
watch?v=3gi7bn2lU9c, fæst sjón fyri søgn ,at talan var um
framúr vakurt mál.
- Eg hevði fleiri til-
boð, men vildi ikki
í samráðingar, tí
eg bíðaði eftir EB/
Streymi. Eg sakni at
fáa gull um hálsin,
sigur Peter Foldgast,
sum fyrr í vikuni
gjørdi avtalu við EB/
Streym
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Yrkisleið hansara hevur
ikki altíð verið sum ein
dansur á rósum. Fyri seks
árum síðan var hann eitt tað
heitasta navnið í donskum
fótbólti. Hann varð skírdur
at eiga eina framtíð á
danska landsliðnum, og
útlandið hevði eisini varnast
framrættaða danan, sum av
álvara gjørdi um seg í
Brøndby.
Í so máta eru fleiri fót-
bóltsáhugað
vónbrotin.
Skaðar gjørdu sítt til, at
hann fekk ongantíð sítt
altjóða gjøgnumbrot. Og nú
sum 28 ára gamal hevur
hann valt at venda nøsini
móti Føroyum og føroyskum
fótbólti.
EB/Streymur kundi týs-
dagin í farnu viku kunngera,
at felagið hevur gjørt sátt-
mála við Peter Foldgast.
Danin skal ætlandi verða
við til at tryggja sundalags-
monnum fyrsta føroyameist-
araheitið í søgu felagins.
Og í Spania, har hann er
staddur við familjuni í løt-
uni,
gongur
fyrrverandi
Brøndby-framherjin
og
gleðir seg at sleppa til oyggj-
arnar.
Ætlaði til Australia
Danskir miðlar avdúkaðu
fyri mánaði síðan, at Fold-
gast var ávegis til samráð-
ingar í Australia. Sjálvur
hevði hann stóran áhuga
fyri hesum, og stóð tað til
hansara hevði hann verið
staddur hinumeðna jørð-
hálvuna í løtuni.
Hann skuldi hyggja at
umstøðunum, men umboð
frá felagnum legði bein fyri
ætlanini.
- Nei, teir høvdu ikki
veruliga tamarhald á støð-
uni. Harmuligt, tí eg kundi
væl hugsa mær at roynt tað.
Tað bleiv so ikki til nakað,
og síðan kom EB/Streymur
inn í myndina, sigur hann.
Tá Peter Foldgast takkaði
fyri seg í AGF, gjørdi hann
greitt alt fyri eitt, at hann
kundi hugsa sær at sloppi
til útlandið aftur. Tað var
eisini orsøkin til, at hann
valdi Sundalagið framum
næstbestu deildina í Dan-
mark.
- Eg hevði fleiri tilboð,
men vildi ikki í samráðingar,
tí eg bíðaði eftir EB/
Streymi. Og hugsar tú um
støðið í Formuladeildini, so
er tað kanska eitt afturstig.
Men eg vildi fegin royna
okkurt nýtt og øðrvísi. Nú
sleppi eg eisini at spæla
altjóða dystir aftur, og tað
gleði eg meg til, sigur 29
ára gamli danin.
Gull til Streymnesar
EB/Streymur hevur í ár av
álvara sett nøsina upp móti
føroyameistaraheitinum.
Fyri tveimum árum síðan
mistu teir á stokkinum,
meðan tað í fjør eydnaðist
at vinna steypakappingina
fyri fyrstu ferð í søgu felag-
sins. Við Sigfríði Clement-
sen á odda hava úrslitini
verið serstakliga góð higar-
til, og farna vikuskiftið end-
urvann felagið kappingina
um løgmanssteypið. Liðið
er í løtuni á odda í For-
muladeildini, heili níggju
stig framman fyri B36.
Málið hjá Peter Foldgast
er greitt. Hann vil verða við
til at tryggja sundalags-
monnum fyrsta gullheiðurs-
merkið í landskappingini
nakrantíð.
- Vit skulu vinna meist-
araheitið. Liðið liggur væl
fyri, og eg skal gera mítt
ítarsta fyri, at tað ikki mis-
eydnaðst, slær fyrrverandi
Brøndby-framherjin fast.
Tað var ein tíðindabumba,
tá EB/Streymur fyrrapartin
týsdagin boðaði frá, at
avtala varð fingin í lag við
vandamikla danan restina
av kappingarárinum. Eftir
ætlan verða hann og familj-
an í Føroyum um eina góðu
viku.
Men Peter Foldgast, hví
til Føroya?
- Eg varð uppringdur fyri
mánaði síðan, og tilboðið
ljóðaði
áhugavert.
EB/
Streymur er við í gullstríð-
num, og eg spæli fyrst og
fremst fyri at vinna. Eg
sakni at fáa gull um hálsin.
Altjóða dystir verða eisini á
skránni seinni í summar. Eg
vildi fegin sleppa til út-
landið aftur, sigur hann.
Foldgast veit millum lítið
og einki um Føroyar. Hann
spældi eitt skifti saman við
Jón Róa Jacobsen í Brønd-
by, men annars er tað ein
fullkomiliga
ókunnaður
dani, sum lendur í Vágunum
seinni í mánaðinum.
Tað er einki dulsmál, at
tað verður nógv væntað av
Peter Foldgast í Sundalag-
num. Hann er uttan iva
størsta fótbóltsnavnið, sum
nakrantíð hevur verið í
felagnum. Hann kennir tó
einki trýst á sær, nú hann
kemur til Føroya.
- Eg veit, hvat eg dugi.
Eg eri sannførdur um, at eg
kann
geva
EB/Streymi
nógv. Við mínum royndum
sum fótbóltsleikara, eri eg
ein leiðari á vøllinum, sum
fegin vil vera við til at
menna mínar viðleikarar.
Eg vænti ikki, at eg verði
ein málslúkari, sum fer at
skjóta 20 mál. Als ikki,
sigur hann.
EB/Streymur eigur fleiri
frálíkar leikarar á fram-
rættaðu plássunum. Millum
annað hava Arnbjørn Han-
sen, Sorin Anghel og Hans
Pauli Samuelsen verið mill-
um ímyndirnar av felagnum
seinastu árini. Tað sær
Foldgast tó ikki sum nakran
trupulleika.
- Eg havi røkt fleiri ymsar
uppgávur á mínari yrkisleið.
Í AGF var eg vinstri vong-
verji, miðvallari og fram-
herji. Mær dámar best
plássið sum framrættaður
miðvallari. Nú fáa vit at
síggja, hvussu tað verður.
Gongur tað væl, og leiðslan
í
felagnum er nøgd við mítt
avrik, er møguleiki eisini
fyri, at eg haldi fram í kom-
andi kappingarári, staðfestir
hann.
Væl nøgdur
Peter Foldgast fekk sítt gjøg-
numbrot í donskum fótbólti
í 2002. Undir leiðslu av
Michael Laudrup royndist
hann serstakliga væl sum
framherji í Brøndby, har
hann millum annað var við
til at vinna donsku steypa-
kappingina. Fjølmiðlarnir
gjørdu eisini nógv burturúr
framrættaða
leikaranum.
Fleiri ráddu Morten Olsen,
danska landsliðsvenjaran,
at royna Foldgast á lands-
liðnum.
Onnur varnaðust eisini
dugnaligu
fótbóltsevnini,
og í 2004 gjørdi hann avtalu
við Rot-Weiss Essen, sum
spældi í næstbestu týsku
deildini. Ein løgin avgerð,
tí fótbóltsevnini rukku væl
Gull við
Margáir fram
um Danmark
Navn: Peter Foldgast
Føddur: 3. desember, 1979
Hædd: 1.84 m
Vekt: 81 kg
Áður leikt við:
2000-2004: Brøndby IF (17 mál í 73 dystum)
2004-2005: Rot-Weiss Essen (4 mál í 17 dystum)
2005-2008: AGF (7 mál í 40 dystum)
Landsdystir: Ongar
U-landsdystir: U19 (14 dystir og 7 mál)
FAKTA um Foldgast