mánadagur 23. juni 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 118 - 23. juni 2008 ]
Sigurin skuldi verið størri
Venjari og leikari úr Elfsborg mettu eftir dystin, at sigurin kundi
verið væl størri móti HB. Gestirnir vunnu 4-1 í Gundadali
seinnapartin. - Vit gjørdu ikki nógv av, men vit burdu fingið fleiri
mál. Vit skapa eina rúgvu av møguleikum. Eg skuldi sjálvur verið
komin á máltalvuna, men vit høvdu eisini aðrar møguleikar, sigur
Stefan Ishizaki við heimasíðuna hjá Elfsborg. Magnus Haglund
heldur, at teir hava tryggjað sær víðari luttøku í kappingini. -
Seinni hálvleikur var betri, og vit kundu fingið fleiri mál. Fýra mál
á útivølli í Intertoto taka vit við, og vit kunnu so smátt byrja at
fyrireika okkum til dystirnar móti Hibernians í øðrum umfari,
sigur Magnus Haglund.
Kravdu vátan vøll
Dysturin millum HB og Elfsborg var søguligur,
tí hetta var fyrsta ferðin, at føroyskt felag slapp
at spæla altjóða dyst á graslíki. Elfsborg spæla
eisini sjálvir á einum vølli - sum eisini er 4.
ættarliðsgraslíki - á heimavølli í Borås. Kortini
kravdi svenski hópurin, at ovari vøllur í
Gundadali skuldi spulast, áðrenn teir fóru at
venja á honum. Tórshavnar Sløkkilið var til
dystin fús, og so vóru sviarnir væl nøgdir.
Eitt HB-lið, sum
í løtuni ikki ríður
á aldukambinum,
hevði lítið og einki
at gera móti svenska
Elfsborg, sum uttan
stórvegis hóvasták
koyrdi sigurin heim
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var langt millum góðu
løturnar hjá HB, tá teir í
gjár spældu dyst í Intertoto-
kappingini móti svenska
Elfsborg.
Á pappírinum er eitt lið
úr bestu svensku deildini
ein dekan ov stórur biti hjá
einum og hvørjum før-
oyskum liði. Tí skuldi HB
veruliga raka dagin, um
nakar hugsingur skuldi vera
um at skapa spenning um
samlaða úrslitið av dysti-
num.
Men tað var nú ikki
leingi, at tann vónin livdi í
HB-leguni. Dysturin var
bert fáar minuttir gamal, tá
Elfsborg kundi gera sær
dælt av vánaligum marker-
ingum í HB-verjuni. Ein
støða, sum væl og virðiliga
lýsti, hvussu lítið klárir
havnarmenninir vóru til
dystin.
At Christian Høgni fekk
áskoðararnar upp frá eina
løtu, tá hann sera hegnisliga
kíndi bóltinum upp í hand-
ara málhorn, munaði ikki
tað heilt stóra, og heldur
ikki eftir hetta líktist HB
nøkrum sannlíkum vinnara
av dystinum.
HB-verjan varð støðugt
tagað sundur av skjótt spæl-
andi sviunum, og tað var
ikki óvæntað, tá ein púrasta
leysur
Daniel
Mobaeck
kundi skora til 2-1.
Og so var ikki stórt meira
at skriva heim um. Seinnu
trý korterini vóru í stóran
mun avgreiðsluspurningur,
og ofta hevði tú varhugan
av, at Elfsborg heldur vildi
flyta bóltin runt enn at
skjóta. Tvær ferðir varð
leiðslan tó økt. Fyrru ferð-
ina eftir verjumistak í upp-
spælinum, og seinnu ferðina
var talan enn eina ferð um
vánaliga
markering
við
HB-Elfsborg 1-4 (1-2):
Klassamunur
HB-Elfsborg 1-4 (1-2):
0-1: Elmin Kurbegovic, 12.
1-1: Christian Høgni Jacobsen, 17
1-2: Daniel Mobaeck, 26.
1-3: Joakom Sjøhage, 50.
1-4: Daniel Mobaeck, 55.
HB: Tróndur Vatnhamar - Pætur Jørgensen, Fróði
Benjaminsen, Vagnur Mohr Mortensen, Poul Thomas Dam
(Rasmus Nolsøe, 62.) - Páll Mohr Joensen, Kári Nielsen,
Ólavur í Ólavsstovu (Milan Kuljic, 46.), Christian Høgni
Jacobsen - Andrew av Fløtum, Jákup á Borg (Rógvi
Poulsen, 72.)
Elfsborg: Abbas Hassan – Floren Mattias, Johan Karlsson,
Helgi Danielsson, Daniel Mobaeck, Joakim Sjøhage, Teddy
Lukic, Emir Bajrami, Andreas Augustinussen, Stefan Ishizaki,
Elmin Kurbegovic
FAKTA um dystin
HB var støðugt aftaná Elfsborg, sum vann ein greiðan og uppibornan sigur í Gundadali
Mynd: Álvur
Ov stóra
virðing
Tróndur
Vatnhamar,
sum fýra ferðir noyddist
í HB-málið eftir bólti-
num,
helt
ikki,
at
svenska Elsfsborg var
somikið nógv betri enn
HB, sum tølini siga.
- Eg haldi ikki, at teir
vóru so góðir, sum vit
bóru ótta fyri. Sjálvandi
er hatta eitt sterkt lið,
men ikki fýra ferðir
betri enn vit.
Men tit eru ógvuliga
lítið við í dystinum.
Høvdu tit ov stóra virð-
ing fyri teimum?
- Ja. Tað haldi eg. Vit
tora ikki at spæla, og so
gera vit eisini fleiri mis-
tøk. Eitt nú vistu vit, at
teir eru sera vandamiklir
við deyðbóltar, men
kortini sleppa teir tvær
ferðir at skora eftir slík-
ar, og tað er ikki nóg
gott.
Mikukvøldið spælir
HB móti Skála, áðrenn
teir hósdagin leggja
leiðina til Svøríkis. Ein
ferð, sum nú ikki sær
heilt so spennandi út.
- Nei, tað ger hon
kanska ikki. Men vit
skulu so yvir, og so
mugu vit bara taka tað
sum eina uppliving,
heldur Tródur Vatnham-
ar.
-mørk
longri, meintu tey flestu.
Hann var illa darvaður av
skaðum, og hann fekk
ongantíð
prógva
seg
í
Týsklandi. Danin steðgaði
heldur ikki leingi á, tí longu
árið eftir var hann í Århus
og AGF. Har hevur Foldgast
verið sáttmálabundin sein-
astu trý árini. Í 2006 var
hann millum lyklaleikarar-
nar, tá felagið vann sær
uppflyting í bestu donsku
deildina.
Fyri seks árum síðan var
ógjørligt at hugsa sær, at
Peter Foldgast skuldi spæla
í føroysku Formuladeildini.
Hann er hinvegin væl nøgd-
ur við sína yrkisleið.
- Skaðar hava havt sítt at
týða, men eg iðri meg ikki.
Eg havi spælt fleiri stórar
dystir við nógvum áskoðar-
um, og tað er ein ótrúlig
kensla. Eg havi umboðað
Brøndby og AGF, og tað er
eg sera errin av, sigur 28 ára
gamli Peter Foldgast.
Málið er púrasta greitt
at fáa gull, og gongst
væl í hesum afturvísur
Peter Foldgast als ikki,
at hann kanska heldur
fram hjá EB/Streymi
Mynd: Polfoto
Viðmerkingar frá bold.dk:
Godt at se der kommer skub i hans karriere – he he
Den mands karriere har ikki været andet, end
en stor nedtur! Det ender nok med at han spiller
Seriefodbold om et års tid.
Endnu et eksempel på at Superligaen ikke kan holde
på stjernerne! De er sgu for pengestærke de færinger!
Det er sygt det der. Utroligt at det ikke kan række til
mere. Pinligt af Foldgast.
Det passer vist meget fint til hans niveau.
Hæ hæ, der er da langt fra Australien til Færøerne,
men udenlands kom du da, selv om de er en del af
rigsfællesskabet.
Skræpekød, spæk og dejlige uldsokker??