mánadagur 23. juni 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 118 - 23. juni 2008 ]
Formenn á fund
Mikudagin eru formenninir í limafeløgunum hjá
Fótbóltssambandinum innkallaðir til fundar í Havn. Á
fundinum fer starvsnevndin at kunna um ymisk
viðurskifti í fótbóltssambandinum, eitt nú um málið við
tjóðarleikvøllinum og eftirmetingina av sjónvarpingini av
finaludystinum um Løgmanssteypið. Fundurin verður
mikudagin 25. juni kl. 17.30, og ætlanin er at enda dagin
við at hyggja eftir fyrru hálvfinaluni í EM-kappingini á
stórskíggja.
Schuster krevur Ronaldo
Kosta hvat tað kosta vil, so vil týski venjarin hjá Real Madrid
hava fatur á Ronaldo. – Fyri ein spælara, sum er somikið
góður, mugu vit gjalda tað, sum er neyðugt. Sjálvandi veit eg,
at Manchester United ikki vil sleppa spælaranum, tí ein slíkan
letur tú ikki fara uttan víðari. Og tí má felagið bara gjalda so
nógv, sum tað er neyðugt, fyri at at fáa fatur á honum.
Samstundis ljóðar, at Real Madrid nú vil sleppa at tosa við
Ronaldo sjálvan.
Nú sær av álvara svart
út hjá B71, sum ikki
hevur vunnið ein dyst
síðan 27. apríl. Í gjár
tapti B71 0-2 móti
NSÍ heima á Sandi
Fótbóltur
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
Jagstranin eftir stigum í
ævigu kappingini um yvir-
living í Formuladeildini
helt fram hjá B71, tá ið teir
í gjár fingu vitjan av meist-
araliðnum, NSÍ. Gongdin
hjá NSÍ hevði verið góð
undan dystinum, har teir
høvdu vunnið tveir teir sein-
astu dystirnar við málúrtøk-
uni 5-0. Gongdin hjá sand-
oyingum hevur haraftur-
ímóti verið ræðulig, og vit
skulu leita okkum heilt
aftur til 27. apríl í ár, áðrenn
vit finna seinasta sigur hjá
teimum. Tá vunnu teir 3-1 á
Skála.
NSÍ klárir frá byrjan
Sum ikki einaferð kom B71
afturúr í fyrra hálvleiki.
NSÍ legði bragdliga fyri, og
tryggjaði sær tvey horna-
spørk beinanvegin. Hetta
seinna hornasparkið endaði
við máli. Bólturin kom úr
brotsteiginum til Hjallgrím
Elttør, sum smekkaði til.
Jóhan Troest Davidsen stóð
á rætta staðnum, og kundi
beina skotið í málið til 1-0
til NSÍ. Hetta var fyrsta
málið hjá unga landsliðsver
juleikaranum.
B71 át seg so við og við
inn aftur í dystin, og til end-
ans sótu teir á stórt sæð øll-
um. Við størri neyvleika
høvdu teir eisini havt javn-
að, tí málmøguleikar mangl-
aðu teir ikki. Hóast hetta
endaði fyrri hálvleikur 1-0
til NSÍ, og hetta mundu
runavíkingar
vera
best
nøgdir við.
Tvífaldaðu leiðsluna
Eftir eitt korter í seinna
hálvleiki økti NSÍ um leiðsl-
una til 2-0. Málið kom eftir
eitt væl spælt álop, sum ser-
biski Milan Pejcic átti
seinasta fótin á.
Eftir málið tóktist luftin
at vera farin úr sandoyingum,
og trýstið, sum teir løgdu á
NSÍ eftir fyrsta málið, var
als ikki at finna. NSÍ hevði
tamarhald á, og tað var
eisini um reppið, at teir
øktu til 3-0. Serliga var
Hjallgrím Elttør tætt við
tíggju minuttir fyri leiklok,
men skot hansara rakti
tvørtræið.
Dysturin endaði 2-0 til
NSÍ, og teir hava nú vunnið
seg upp á 2. plássið. Hetta
er møguliga bara til láns, tí
B36 og HB hava framvegis
ein dyst til góðar. B71 sær
út til at dragna í botninum,
og trupult er at peika á,
hvussu teir skulu bjarga sær
lív í Formuladeildini.
Niðurflyting
hóttir B71
NSÍ
B71
Verjuspælið
riggar betur
Johan Nielsen, venjari
hjá NSÍ, er serliga fegin
um, at verjuparturin nú
riggar, sum hann skal.
Vit spurdu hann, hvat
orsøkin
er
til
góðu
gongdina í løtuni.
- Spælið er farið at
glíða frægari, og verju-
parturin
riggar
betur.
Hetta var triði dysturin,
har vit hildu málið reint,
segði Johan, sum í fjør
førdi NSÍ til meistara-
heitið í sínum fyrsta ári
sum NSÍ-venjari.
Vilt tú so siga, at verju
parturin spældi illa í
byrjanini av kappingini?
- Ja, vit lótu øgiliga
nógv mál inn, staðfestir
Johan.
NSÍ er nú við aftur í
oddastríðnum, men NSÍ-
venjarin vil ikki seta sær
nakað stórt mál.
- Vit skulu bara halda
fast um góðu gongdina.
Longur kunnu vit ikki
hugsa, vit taka ein dyst á
gangin. Hugsar tú long-
ur enn tað, so kemur klut-
ur í, segði Johan Nielsen
at enda.
Besti hálv-
leikur í ár
B71 tapti fyrra hálvleik 1-
0, men málmaður teirra,
Símun Rógvi Hansen,
heldur, at hetta var besti
hálvleikur teirra í ár. B71
kemur sera ofta afturúr, og
vit spurdu hann, um teir
ikki eru klárir frá byrjan.
- Jú, vit eru klárir, men...
Málið hjá teimum var
tilvildarligt. Hetta var besti
hálvleikur hjá okkum í ár.
Vit eru óhepnir ikki at
skora. Clayton hevur tveir
risa
møguleikar,
har
Tórður (Thomsen, NSÍ-
málverji, red.) bjargar tí
eina, og hin skjýtur hann
beint við síðuna av, peik-
aði Símun Rógvi á eftir
dystin.
Vit spurdu hann, hvussu
B71 nú skal bjarga sær lív í
Formuladeildini.
- Taka fyrra hálvleik frá
í dag við okkum, og
berjast víðari. Vit mugu
trúgva uppá tað, segði
Símun Rógvi, sum legði
afturat, at teir hava skapt
nógvar málmøguleikar í
ár, men hava ikki umsett
teir til mál.
B71 hevur latið mál
inn í hvørjum dysti í ár.
Sandoyingar eru
nú heilt illa sperdir
í botninum. Eisini
sunnudagin var spælið á
góðari leið, men úrtøkan
hevur verið alt ov soltin
seinastu nógvu dystirnar
savnsmynd