Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-23, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juni 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 118 - 23. juni 2008 ] Í sættu royndini eydn­ aðist toftamonnum at vinna á heima­ vølli, og nú er niður­ flytingarvandin heili seks stig burturi hjá toftamonnum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Undan sunnudegnum høvdu fimm heimadystir bert givið tvey stig til B68. Ein úrtøka, sum hvørki spælarar ella venjari vóru nøgdir um. Og var tað ikki fyri góðu úrslitini á útivølli hevði liðið ligið rættiliga tungt í sjónum. Hetta broyttist tó sunnu­ dagin. Hóast B68 mátti vera leikbannað Vlada Filipovic fyriuttan, so tóktist hetta á ongan hátt at nerva. Avloys­ arin, Petur Meinhard Magn­ ussen, hevði tó ikki tað heilt stóra at gera fyri steðgin. Andreas Lava Olsen var tó um at sleppa leysur tíðliga í dystinum, men annars sat heimaliðið á tí mesta. Møguleikar spurdust eis­ ini burturúr, og ta einu ferð­ ina noyddist ein víkingur at sparka burtur á sjálvari mál­ strikuni. Men eftir góðum hálvum tíma kom tó hol á. Brotsspark varð framt móti Kristian Anthon Andreasen, og sum vant var Jann Ingi Petersen tryggur úr ellivu metrum. Vardu stigini Eftir steðgin tók B68 seg longur aftur á vøllin. Setn­ ingurin var fyrst og fremst at verja borg, og tað gav Víkingi møguleika at leggja stórt trýst á. Veruligar opnar møguleikar gjørdist talan tó ikki um, men í nógvum før­ um var talan um næstan og nærvið støður, áðrenn B68­ verjan í evstu løtu fekk sparkað ella stúta bóltin av vandaleið. Og hinvegin gav trýstið eisini kontra­møgulekar til heimaliðið. Tann størsta átti Jacob Bymar, tá hann varð spældur púrasta leysur, men Geza Turi vardi tó meistar­ liga fyri, soleiðis at Víking­ ur kundi halda fast um vón­ ina. Kunnu fara avstað Við fyrsta heimasigrinum sum barlast, so er lítil ivi um, at toftamenn nú veru­ liga gleða seg til komandi vikurnar. Undan summar­ steðginum hevur B68 heimadyst móti bæði Skála og B71, sum liggja undir niðurflytingarstrikuni. Og geva teir báðir dystirnir fulla úrtøku, hevur B68 mest sum sagt definitivt far­ væl við botnin við niður­ flytingarvandan. Hjá Víkingi er niðurflyt­ ingarvandin ikki reiðiliga nakað tema. Men hinvegin gera óstøðugu úrslitini, at liðið hevur sera ilt við at vinna seg nakað uppeftir á talvuni. Næstu ferð skulu teir royna seg á heimavølli móti suverena oddaliðnum, og so er spurningurin, um pílurin hesa ferð verður rætta vegin hjá Víkingi. Ince skal venja Blackburn Paul Ince, sum í síni tíð var liðfelagi við Mark Hughes í Manchester United, er maðurin, sum avloysa sama Hughes sum venjara í enska Blackburn. Ince, sum nú er 40 ár, vandi seinasta kappingarár MK Dons, og her hevur verið latið væl at avrikum hansara. Og ikki minst man tað telja rætta vegin fyri Blackburn, at talan er um ein fyrrverandi toppspælara, sum hevur eitt stórt navn, og sum í síni tíð sum spælari ikki var bangin fyri at siga, hvat skápið skuldi standa. Ronaldinho vil til Onglands Hóast hann ikki vil seta nakað navn á eitt nýtt felag, so tykist brasilski Ronaldinho at hava góðan hug at royna seg í enskum fótbólti. – Ein og hvør spælari hevur sjálvandi hug at royna seg í eini somikið sterkari kapping, sum enska Premier League er. Ronaldinho hevur á ongan hátt havt nakað serliga gott kappingarár í ár. Hann hevur verið á beinkinum hjá Barcelona, og seinastu mánaðirnar hevur hann ikki verið partur av brasilska landsliðnum. Magni Jarnskor, sum er hjálparvenjari hjá Víkingi, helt ikki, at hansara lið hevði ein av sínum bestu døgum á Toftum í gjár. ­ Nei. Tað er kanska allar fyrstu løtuna og so teir seinastu 10 minuttirnar, at vit koma til nakrar møguleikar, men annars eru vit alt ov lítið við í dystinum, segði Magni Jarnskor í sendingini um 3. hálvleik á Rás2 í gjár. ­ Vit fóru sjálvandi á vøllin fyri at vinna dystin, men tað riggaði bara ikki hesaferð. Hinvegin hevur B68 eisini sínar dygdir. Teir hava nakrar sterkar spælarar á miðvøllinum, og ikki minst gjørdu útlendingarnir hjá teimum góðir. Um óstøðugu gongdina hjá Víkingi sigur Magni Jarnskor, at teir nú mugu vóna, at pílurin vendir rætt næstu ferð. ­ Atli Gregersen hevur sagt tað fyrr í ár, at vit spæla bara væl aðru hvørja ferð. So tað er at vóna, at hetta er galdandi, tá EB/Streymur kemur á vitjan, segði Magni Jarnskor. -mørk B68-Víkingur 1-0 (1-0): Fyrsti heimasigurin Víkingur B68 Ov lítið við í dystinum Jann Ingi Petersen var ískaldur, tá hann fekk møguleikan at sparka fyrsta heimasigurin hjá B68 heim savnsmynd Hjartaliga tillukku! Vit ynskja EB Streymi hjartaliga tillukku við Løgmanssteypinum! Tórshavn • SMS • Tel 319512 Ynskir Klædnastuðul hjá EB Streymi