mánadagur 23. juni 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 118 - 23. juni 2008 ]
Símun spælir í kvøld
Í Íslandi varð eingin fótbóltur spældur um
vikuskiftið, men í kvøld er fult umfar á skránni. Tá
taka Keflavík og Símun Samuelsen ímóti Fjølnir,
sum undan hesum umfarinum er á fjórða plássinum í
íslendsku Landsbankadeildini. Keflavík er á odda í
deildini við 18 stigum fyri fyrstu sjey dystirnar.
Methandil í Danmark
Størsti handilin millum tvey donsk feløg gjørdist
veruleiki, tá FC Midtjylland um vikuskiftið keypti 23 ára
gamla Jonas Borrgin úr OB. Nøkur upphædd verður ikki
upplýst, men donsku miðlarnir eru á einuim máli um, at
talan er um methandil. Og samstundis verður sagt, at
FCM við hesum veruliga hevur lyft seg eitt pláss upp í
danska fótbóltshierarki’num. – Við hesum seta vit eisini
handling handan orðini um, at vit vilja vera ein
konstantur faktorur í toppinum av donskum fótbólti, sigur
Thomas Thomasberg, høvuðsvenjari, í tíðindaskrivi, sum
er sent donsku fjølmiðlunum.
VB/Sumba fór
avstað við jóansøku
steypinum, og nú
standa tvær stórar
avbjóðingar á útivølli
fyri framman
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Nógva heimafólkið á Vágs
eiði fekk ein skelk fyrstu
løtuna, tá ið VB/Sumba í
jóansøku dystinum hevði
vitjan av teimum næstbestu
hjá NSÍ.
Pætur Klein á Líknargøtu
legði NSÍ á odda, og lítla
løtu seinni hevði NSÍ bóltin
á træverkinum aftanfyri
Bjarna Johansen. So fótaði
heimaliðið sær. Birgir Jørg
ensen, sum við tveimum
málum
gjørdist
dagsins
maður, skoraði til 11, og tá
ið Martin Taunsen tveir
minuttir
undan
hvíldini
hevði skorað til 21, var
eingin ivi um, hvønn veg
tað bar. Fyrstu løtuna eftir
steðgin varð alt avgjørt.
NSÍ misti ein mann orsaka
av
hevnisøku,
og
miðvallarin Marner Tausen
økti til 31.
Nú skal VB/Sumba spæla
bæði á Argjum og í Sør
vági.
Hesa ferð Jón Krosslá
Poulsen ikki millum mál
skjúttarnar hjá VB/Sumba,
men hann og liðfelagarnir
gleða
seg
til
torføru
avbjóðingarnar, sum standa
fyri framman:
Tá ið vit høvdu fótað
okkum, spældu vit væl.
Leygardagin skulu vit norð
ur á Argir at spæla. Har er
altíð torført at vinna. Vit
spæla hvørja ferð fyri at fáa
øll stigini, men tað kann
ikki útilokast, at vit verða
nøgdir, um vit fáa eitt stig
við av Argjum, sigur Jón
Krosslá Poulsen hjá VB/
Sumba.
Eftir at hava spælt ímóti
AB og B68 í Vági skal VB/
Sumba spæla í Sørvági.
Talan er sostatt um tveir
lykladystir innan stutta tíð.
Hini trý oddaliðini vunnu
hesa ferð øll á útivølli.
Allan Mørkøre var trífaldur
málskjútti í Streymnesi, har
AB vann 60. Merkisvert
var tað, at eingir av teimum,
sum kappast um pláss á
besta
liðnum
hjá
EB/
Streymi, hjálptu til leygar
dagin.
Bæði á Svangaskarði, har
TB vitjaði, og í Klaksvík,
har 07 Vestur vitjaði, var
talan um tættar uppgerðir,
sum kortini endaðu við
trivaligum sigrum til gestir
nar.
Umframt tey fýra, sum
hava møguleika at flyta
upp, var tað bara eitt annað
lið, sum syrgdi fyri fullari
úrtøku. Tað var HB, sum á
heimavølli vann tætta upp
gerð ímóti Víkingi 21. Har
vórðu tveir spælarar vístir
av vølli – ein frá hvørjum
partinum. Umframt hesar
báðar og NSÍ spælaran,
sum varð útvístur á Vágs
eiði, var eisini ein hjá EB/
Streymi útvístur. At fýra
síggja reytt í einum umfari
er rættiliga nógv.
12. umfar
Leygardagin 21. juni
VB/Sumba-NSÍ 5-2 (2-1)
0-1: Pætur Klein á Líknargøtu 20.
1-1: Birgir Jørgensen 33.
2-1: Martin Tausen 43.
3-1: Jónar Dahl 56.
4-1: Dan Djurhuus 70.
5-1: Birgir Jørgensen 81.
5-2: Sonni L. Petersen 88.
Reytt kort: Eddie Mikkelsen, NSÍ, 52.
HB-Víkingur 2-1 (1-1)
0-1: Sonny Dalheim 18.
1-1: Rani Christiansen 45.
2-1: Jóan Magnus Dalbø 56.
Reytt kort: Meinhard Joensen, Víkingur, 45. og Ingvard
Vang, HB, 60.
KÍ-07 Vestur 2-4 (1-1)
0-1: Tór-Ingar Akselsen 6.
1-1: Gunnleif Biskopstø 8.
1-2: Andrzej Stretowicz 57.
1-3: Jens Erik Rasmussen 75.
2-3: Steffan Kalsø 83.
2-4: Jovan Panic br 90.
B68-TB 0-3 (0-1)
0-1: Óli Johannesen 25.
0-2: Oliver Abrhamsen 60.
0-3: Johan E. R. Mouritsen 75.
EB/Streymur-AB 0-6 (0-4)
0-1: Thomas Hans Rubeksen 3.
0-2: Allan Mørkøre 8.
0-3: Allan Mørkøre br 32.
0-4: Kenneth Jacobsen 34.
0-5: Allan Mørkøre 47.
0-6: Thomas Hans Rubeksen 75
Reytt kort: Bartal Hermansen, EB/Streymur 30.
FAKTA um 1. deild
Spældu seg í stevnuhýr
Ein partur av triðja
hálvleiki á Rás2 eru SMS-
boð frá lurtarunum.
Í tann mun at tíðin
røkkur, verða hesi boð
lisin upp í sendingini.
Og bestu SMS’ini
verða eisini prentað í
mánadagsútgávuni av
Sosialinum
».. klokkureint fríspark til Rodrigo
beint adrenn eb/streyma malid!!«
»Hvør er Rodrigo«
»Ropti eb/streyma fjepparar petur/
streymur ella eb/streymur aftana
dystin?«
»Tad lidi sum skoradar flest màl
er tad besta lidid! Tad vil siga EB/
streymur er tad besta lidi«
»Vit kunnu ikki gera vid at
vit vunnu aftur i dag,vit hava
simpulthen bara tad betra lidid...
og so hans paua sjalvandi...flott
ebstreymur!«
»Ja, vit mugu nokk keypa Dagfinn
ein vekjara, forsova seg à aljòsum
degi, tillukku B68-dreingir. Tit vòru
super-raskir ì dag, ein fann av Nesi.«
»Tad er fantastiskt at bara ein
dòmari ger ein feil, so blivur hann
rakkadu nidur.. vit skulu verda glad
fyri at dòmarar tima at bliva vid at
døma.. sjalvt um teir faa nògv yvir
seg. Annars er tad skomm at bliva 15
min forseinur at døma ein dyst. Gott
at vit vunnu à Vikingi i dag!«
»Sitat fra ROY KEANE ur The
Telegraph, 10. August 2001:
“Domarar hava eitt hart arbeidi,
og teir gera tad gott. Høvdu okkara
mistøk verid blast upp, einsns og
teirra... HARRA GUD!”og teirra...
HARRA GUD!”«
Sagt í 3. hálvleiki
Martin Tausen leggur her VB/Sumba á odda 2-1, og so kundi stevnuhýrurin veruliga bjargast við einum trivaligum sigri á NSÍ
Mynd: Talgilt