Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-23, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juni 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 118 - 23. juni 2008 ] Hickersberger vil burtur Hóast teir ikki vunnu seg víðari, so hava eysturríkski landsliðsvenjarin, Josef Hickersberger, og spælarar hansara gjørt døpru forsøgnunum fyri skommum. Fólk roknaðu nevnliga við, at Eyusturríki fór at verða bukað av, og tað fær nú Hickersberger at svara aftur. – Eg vildi verið fegin, um fótbóltssambandið kom við einum manni, sum hevur dirvi til at loysa meg av. Eg ætlaði, at vit skuldu víðari, og tí málinum rukku vit ikki. So eg havi ikki gjørt mítt arbeiði nóg væl, sigur Hickersberger. Donadoni í vanda Italska fótbóltssambandið váttar, at Roberto Donadoni ikki skal kenna seg heilt tryggan í venjarastóli sínum. – Nú fara vit at greina avrikið í EM, og út frá hesum taka vit eina avgerð um framtíðina. Og vit vita væl, at sæð í mun til spælarahópin, so er tað ikki nóg gott, at vit taptu í fjórðingsfinaluni, sigur Giancarlo Abate, sum er forseti í italska fótbóltssambandinum. Donadoni fekk nýggjan sáttmála beint undan EM-endaspælinum, men ein klausulur í hesum ger, at hann kann sigast upp í seinasta lagi 10 dagar eftir EM. Flestu evropisku sjónvarpsstøðirnar, sum vísa EM-fótbólt, hava góðar dagar, tó ikki tær fronsku sjónvarpsstøðirnar Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Tey sum hata fótbólt, og tey sum kappast við fótbóltin vilja ofta gera tað til, at áhugin fyri fótbólti ikki er so stórur í mun til alt tað, sum verður sent í útvarpi, sjónvarpi, og skrivað í bløð- um og internetsportalum kring Evropa, og Heimin allan. Men hyggjaratølini kring Evropa vísa nakað heilt annað. Bara í Dan- mark, sum er landið vit ofta takast hagtøl frá – og sam- anbera okkum við - hevur áhugin fyri EM verið væl omanfyri tað, sum væntað varð, áðrenn EM-endaspæl- ið. Danmark tekur ikki lut í EM-endaspælinum, og tí varð mett, at hyggjaratølini ikki fóru at gerast av teim- um allarstørstu. Men nú vísir tað seg, at danska TV2, sum eigur rættindini at vísa EM veruliga hevur skotið pápageykin. Heilir 909.000 danskir hyggjarar sóu avgerandi bólkadystin millum Eysturríki og Týsk- land, sum var leiktur 16. juni. 885.000 sóu dystin millum Holland og Italia, tann 9. juni, og 863.000 sóu dystin millum Holland og Frakland tann 13. juni, og 851.000 sóu dystin millum Frakland og Italia, sum varð spældur tann 17. juni. 10. juni hugdu 822.000 danskir sjónvarpshyggjarar eftir dystinum millum Svøríki og Grikkaland. Og hetta er alt bara tøl fyri dystir í bólkaspælinum. Danska metið er frá 1992 Mark Strudal hevur fingið nógvar ábreiðslur í donsku pressuni fyri sín leiklut, sum EM-viðmerkjari hjá TV2, men onkursvegna hevur hetta ikki rinið við áhugan hjá dønum at hyggja eftir EM-endaspælinum í Sveis og Eysturríki. Leiðsl- an í danska TV2 gleðir seg nú at síggja hyggjaratølini, sum fara at verða kunngjørd aftaná fjórðingsfinalur, hálvfinalur og sjálva final- una, sum verður í Wien komandi sunnudag. Danska metið er sjálvsagt EM-final- an millum Danmark og Týskland í 1992, tá 2,6 miljónir hyggjarar sóu Dan- mark vinna evropameistara- skapið á Nya Ullevi í Göte- borg. Tá hugdu mong, sum ongantíð høvdu hugt eftir fótbólti áður. Verður hugt eftir teimum 20 sjónvarps- sendingunum, sum danir hava hugt mest eftir í fyrru helvt av juni, so eigur fótbólts-EM heilar 8 av hes- um 20 sjónvarpssendingu- num. TV2 hevði í meðal 615.000 hyggjarar til dyst- irnar í bólkaspælinum. Hetta er 400.000 minni, enn í 2004, men tá tóku bæði Ongland og Danmark lut, og bæði spældu seg í fjórðingsfinaluna. Og sjálv- sagt eru Danmark og Ong- land liðini, sum dønum (og føroyingum) dámar best at síggja í sjónvarpinum. Av ávikavist tjóðskaparligum, og fótbóltssøguligum orsøk- um. Nógv í Italia og Týsklandi Í Italia og Týsklandi er veru- liga talan um ein risastóran áhuga. Dysturin farna týs- kvøld ímillum Italia og Frakland varð met fyri ein dyst, sum er vístur í tí al- menna RAI-sjónvarpinum. Heilar 23,5 miljónir tifosis (italskir fjepparar) sóu avgerandi bólkadystin mill- um Italia og Frakland. Tað er merkisverdigt, at HM- finalan millum Italia og Frakland í 2006 hevði »bert« 23 miljónir hyggj- arar, also eina hálva miljón minni. Í Týsklandi er eisini talan um risatøl. Podolski, Lahm og Ballack hava veru- liga fingið týska fólkið við sær. 28 miljónir týskir sjón- varpshyggjarar hugdu eftir avgerandi bólkadystinum millum Týskland og Eystur- ríki, tað svarar til 77% av teimum møguligu sjónvarps- hyggjarunum. Talan er um triðjastørsta talið av hyggj- arum til ein fótbóltslands- dyst í søgu Týsklands. HM- hálvfinalan millum Týsk- land og Italia í 2006 hevði 29,7 miljónir týskar hyggj- arar, og EM-finalan millum Týskland og Kekkia í 1996 hevði 28,4 miljónir hyggj- arar. Fyrstu dystirnir hjá Týsklandi í bólkaspælinum høvdu báðir stór hyggjara- tøl. 23 miljónir týskarar hugdu eftir dystunum hjá Týsklandi ímóti Kroatia og Póllandi, sum er langt yvir tað, sum leiðslan í týsku sjónvarpsrásini, ARD hevði vónað og væntað. Til stutt- leikar kann nevnast, at mill- um 11 og 12 miljónir týskir sjónvarpshyggjarar hugdu eftir dystinum ímillum Týskland og Føroyar, sum var leiktur á NiederSachsen Leikvøllinum í oktober í 2002. Enn eitt dømi um, at føroyska landsliðið – hóast manglandi úrslit – gevur okkum nógva umtalu kring Evropa. Í Portugal og Hollandi hava hyggjaratølini eisini verið óhoyrd, har hava millum 70 og 80% av teimum møguligu hyggjar- unum hugt eftir EM. Nú verður bíðað í spenningi hvussu nógv fara at hyggja, tá bæði Portugal og Holland eru úti av kappingini. Í Svø- ríki sóu 3 miljónir hyggjarar Svøríki vinna 2-0 á Grikkalandi, sum er 70% av teimum møguligu hyggj- arunum. »Bert« 2,6 miljónir svenskarar sóu dystin mill- um Svøríki og Spania. Kreppa í Fraklandi Ì Fraklandi er tað sjónvarps- rásin, M6 sum eigur rættindini til at senda EM. 13,2 miljónir hyggjarar sóu dystin millum Frakland og Italia. Men nú tá Frakland er sent út í myrkrið, so óttast teir í M6, at teir fara at missa uml. 370 miljónir hyggjarar, og hevur hetta elvt til eina kreppustøðu hjá sjónvarpsfelagnum. Í Spania og Bretlandi hava fólk havt ein minni áhuga. Í Spania hava Barcelona, og serliga Real Madrid vanliga fleiri sjónvarpshyggjarar, enn spanska landsliðið, ser- liga tá talan er um avgerandi Champions League-dystir hjá Real Madrid. Áhugin fyri spanska landsliðnum í Baskaralandinum og Kata- lania er av givnum orsøkum heldur ikki so stórur, hesi tysta eftir at fáa síni egnu landslið. 6,8 miljónir sóu dystin hjá Spania ímóti Russlandi, og 7,2 miljónir sóu dystin ímóti Svøríki, men nú Spania er í hálv- finaluni, so eru vónir fyri, at hyggjaratalið fer at taka seg væl upp um 10 miljónir. Í Bretlandi er áhugin sjálv- sagt ávirkaður av, at einki av teimum bretsku lands- liðunum er við í EM-enda- spælinum, men ITV og BBC eru nøgd við áhugan, og sóu m.a. 7 miljónir bret- ar dystin ímillum Holland og Italia. Stuttligt hevði verið at fingið nøkur hyggj- aratøl úr Føroyum. Kom bara við teimum, Gallup! (Kelda: Tipsbladet) Evropar hyggja nógv eftir EM Hóast danska landsliðið ikki tekur lut í EM-endaspælinum, so hyggja danir heldur enn fegnir at dystunum hjá Spania, Hollandi og øllum hinum Mynd: Polfoto