Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juli 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 135 • mikudagur • 18. juli 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo 5–mannafør dreingir: Fyri fyrstu ferð í ár eydnaðist tað einum argjabáti at vinna ein róður Kappingin ímillum dreing- irnar er ikki avgjørd, men tað skal vilja stak illa til, um Tjaldrið ikki endur- vinnur FM heitið. Teir í Runavík eru sjey stig undan Bliki av Argjum. Tað vil við øðrum orðum siga, at um FM heitið skal flytast av Skálafjørðinum og út á Argir, so skal Blikur vinna og Tjaldrið skal einki stig fáa á ólavsøku. – Vit hugsa ikki so nógv um meistaraskapin. Akku- rát nú gleðast vit um, at tað eydnaðist okkum at vinna á vestanstevnuni. So verður spurningurin, hvussu tað fer at hilnast á ólavsøku. Tá fara vit at rógva í heima- sjógvi. Vit venja málið ofta, og argjafólk fara at taka á við okkum. Vit fara í hvussu so er at gera okkara besta. Hetta sigur Bárður Juul Jacobsen. Hann er bátsfor- maður umborð á Bliki. Hann er bara 16 ára gamal, og hetta er fyrsta árið, at hann rør. Róðursmaðurin, sum eitur Óli Edvard Olsen, er 17 ára gamal. Hann var eisini við í fjør. Allir teir, sum rógva, eru 16 ára gamlir, og felags fyri teir allar er, at hetta er fyrsta árið, at teir royna seg í kappróðri. Á lærinum sita Rúni Sergio Hansen og Kjartan á Dul. Í rúminum eru Poul Johan Dahl og Bárður Juul Jacobsen, og á toftini sita Rúni Brandur Dam og Jógvan Kristoffersen. Drúgvastir Blikur hevur verið næst- fremstir í øllum hinum róðrunum, burtursæð frá í Fuglafirði, tá teir vóru illa fyri og endaðu á fimta plássi. Í Sørvági var tað Fípan Fagra, sum fekk besta startin, og inntil gott og væl hálvt málið var farið, bendi nógv á, at Blikur enn eina ferð skuldi gerast næst- fremstur. Men so var tað, at argjadreingir fóru at gera um seg. Teir løgdu Fípuna Føgru afturum seg, og teir megnaðu at halda tørn í endaspurtinum. Tjaldrið fekk vánaligan start. Men NSÍ dreingirnir vóru drúgvir, og í enda- spurtinum gekk fuli báturin sera væl. Men teir megnaðu ikki at taka Blik, sum var eina bátslongd undan Tjaldrinum, tá bátarnir komu á mál. Tað hevur einki gingið hjá vestmannadreingjum í ár, men í Sørvági vóru teir leingi væl við. Á málinum vóru teir tó eina stíva bátslongd aftanfyri klaks- víksdreingir. Frúgvin var dygst í hølinum á Hav- frúnni, og Sílið, sum vann í Fuglafirði, endaði á seinasta plássinum, ið bar stig við sær. Eingin ivi tykist vera um, at Tjaldrið fer at vinna FM, og at vinnarin í Sørvági, Blikur av Argjum, fer at fáa silvur í FM kappingini. Sílið er framvegis á bronsu plássinum. Teir eru eitt sindur hóttir av Fípuni Føgru, sum bara er tvey stig frá triðja plássinum. jh 5-mannafør, dreingir: Nr. Tíð Kort St. St. total 1. Blikur 04.53.13 7 24 2. Tjaldrið 04.56.02 5 31 3. Fípan Fagra 04.57.08 4 16 4. Havfrúgvin 05.01.10 3 8 5. Frúgvin 05.01.18 1 G 2 13 6. Sílið 05.02.12 1 18 7. Drekin 05.09.24 0 0 8. Firvaldur 05.14.07 0 0 9. Beinta 05.09.24 0 0 Erla Kongsd. 0 0 5-mannafør, gentur: Nr. Tíð Kort St. St. total 1. Fípan Fagra 05.06.15 7 35 2. Blikur 05.11.00 5 22 3. Sílið 05.13.15 4 23 4. Tjaldrið 05.17.20 3 12 5. Ørnin 05.20.07 2 8 6. Havfrúgvin 05.21.22 1 2 7. Firvaldur 05.25.03 0 0 8. Drekin 05.25.13 0 2 9. Frúgvin 05.26.03 0 1 10. Hvassi 05.28.10 0 2 11. Dúgvan 05.33.09 0 0 12. Beinta 05.34.14 0 0 13. Snípan 05.42.02 0 0 Báran Súlan 6-mannafør, kvinnur: Nr. Tíð Kort St. St. total 1. Páll Fangi 05.00.07 7 35 2. Jarnbardur 05.07.00 5 22 3. Riddarin 05.08.06 1 G 4 4 4. Gongurólvur 05.09.14 3 11 5. Leirvíkingur 05.09.19 2 8 6. Víkingur 05.09.19 2 8 7. Fortuna 05.12.20 0 1 8. Hvessingur 05.13.08 0 3 9. Snopprikkur 05.15.02 0 0 10. Lómur 05.18.12 0 0 Sólmundur 0 18 6-mannafør, menn: Nr. Tíð Kort St. St. total 1. Sølmundur 07.18.13 7 28 2. Páll Fangi 07.19.03 5 9 3. Strálan 07.19.13 4 30 4. Riddarin 07.20.07 3 20 5. Hvessingur 07.30.12 2 14 6. Gongurólvur 07.33.17 1 3 7. Snopprikkur 07.34.12 0 4 8. Kollfirðingur 07.42.12 0 0 9. Fortuna 07.45.11 0 0 10. Lómur 07.57.08 0 0 Fuglfirðingur 8-mannafør: Nr. Tíð Kort St. St. total 1. Nevið Reyða 06.59.18 7 33 2. Knørrur 07.00.14 5 22 3. Kvívíkingur 07.02.01 4 24 4. Argjabáturin 07.03.22 3 16 5. Ørvur 07.18.19 2 7 6. Heiðabáturin 07.26.19 1 4 Miðvingur 10-mannafør: Nr. Tíð Kort St. St. total 1. Havnarbáturin 7 35 2. Vestmenningar 5 23 3. Eysturoyingur 4 21 4. Nólsoyingur 3 15 5. Skálabáturin 1 G 2 11 Úrslit av kappróðrinum á Vestanstevnu Blikur setti Tjaldrið upp á pláss 11 10 Nr. 135 - 18. juli 2001 FISKIVINNUTÍÐINDI LÍNUVEIÐA Jústinus Leivsson Eidesgaard Fleiri línubátar liggja nú, tí teir eiga ikki fleiri fiski- dagar og nýggja kvotuárið byrjar ikki fyrr enn í september. Vinnan er sera spent eftir at vita hvussu býtið av fiskidøgunum verður og hetta verður helst avgjørt í vikuni. - Teir 20 stállínubátarnir eiga 133 fiskidagar undir Føroyum og 30 á Føroya- banka. Síðan eiga teir 200 tons í part undir Íslandi. Hetta merkir at bátarnir mugu leggja væl tilrættis og royna, tá best loysir seg at royna. August er vanliga ein vánaligur fiskimánaði og tí hava bátarnir brúkt fiskidagarnir áðrenn.. Um teir ikki keypa sær fiski- dagarnar, so sleppa teir ikki út aftur fyrr enn nýggja kvotuárið byrjar í sep- tember, sigur Torleif Si- gurðsson, formaður í felagnum Línuskip. Torleif er eisini reiðari á línu- bátinum Pison í Klaksvík. - Fyri okkum verður tað ein vanlukka, um fiski- dagatalið verður skert alt ov nógv, tí at fortreytirnar hjá okkum eru broyttar seinastu árini. Upsaprísurin hevur havt stóra ávirkan á møgulleikarnar hjá stál- línuskipunum. Upsaprís- urin hevur verið sera lágur seinastu árini, so lágur, at tað loysir seg ikki hjá snellubátunum at royna eftir upsa. Hetta hevur ført við sær, at fleiri av teimum stóru útróðarabátunum hava fingið sær egningar- maskinu umborð og liggja nú úti og royna á somu leiðum, sum teir stóru línubátarnir vanliga royna. Veiðutrýstið er vorðið størri, sigur Torleif Sig- urðsson. - Eisini hava vit sæð dømi um, at menn keypa sær fleiri útróðrarbátar, fyri at fáa fiskiloyvini og síðan fáa sær ein størri línubát. Hetta merkir at fiskiloyvir, sum fyrr vóru beroknaði til vanligar útróðrarleiðir, nú verða brúkt á leiðunum hjá okkum í eini vinnu, sum er effektivari, tí hon brúkar so at siga alt veður, sigur hann. Gamal floti Miðalaldurin á stállínu- skipunum er høgur. Fleiri av skipunum er yvir 40 ár. Men nógvi fiskurin og góði fiskaprísurin seinastu árini hevur ført við sær, at hesi skip er nútímansgjørd. - Men tað er ikki so nógvur peningur í línu- veiðuni, sjálvt ikki við verandi prísum, at tað loysir seg at keypa nýggj skip. Ein nýggjur línubátur kostar ein i 40 milliónir at byggja og eitt vælrikið línuskip klárar neyvan at forrenta eina lánsskuld, sum er yvir 15 milliónir. Teir stóru línubátarnir fiska eini 1000 tons um árið og tað gevur ikki meira enn 15 milliónir krónur, sigur Torleif Sigurðsson. Fleiri línubátar ongar fiskidagar eftir Torleif Sigurðsson, formaður í felagnum Líniskip Sunnudagin lá Fiskanes, ein stórur nýggjur línubátur úr Aalesund, á Havnini. Báturin roynir sunnanfyri Føroyar í bretskum sjógvi. Norska línukvotan undir Føroy- um er uppi fyri í ár og báturin var komin á Havnina eftir útgerð. Norðmenn eiga eina kvotu upp á umleið 5000 tons av botnfiski undir Føroyum og av hesum veiða teir serliga brosmu og longu, á djúpum vatni sunnan og vestarfyri Føroyar. Frá ársbyrjan og fram til kvotan var uppi fyri trimum vikum síðan hava upp til 12 línubátar roynt undir Føroyum. Teir frysta umborð, og eru tí langar túrar undir Føroyum. je Línubátarnir geva ikki nógmikið til at tað loysir seg at endurnýggja flotan Línuveiða TROLBÁTAR Trolbátarnir á landleið- ini fáa ikki so nógvan tosk sum hjáveiðu í ár sum undanfarin ár. Av vaktartænastuni verður sagt, at hetta er ikki ein stórur trupulleiki. Leið- irnar har nógvur toskur var í fiskiskapinum í fjør eru stongdar og rist er eisini í trolinum, so higartil er ongin tikin við ov nógvum toski. Í einstøkum hálum hevur verið ovnógvur toskur, men ikki fyri heilar túran. Bátarnir kunnu hava upp til 35 prosent av toski í veiðuni. Fiskiskapurin eftir flatfiski hevur heldur ikki verið so góður í ár sum undanfarin ár. Men talan er heldur ikki um vánaligan fiskiskap. je Trolbátarnir fáa ikki ov nógvan tosk FISKISKAPUR Ein stórur partur av føroyska línubátunum plaga at liggja í juli. Men teir sum eru úti fáa fisk. Fleiri bátar royna vestan og norðanfyri. Tað er nógvur smáur fiskur inn í millum og tað er tekin um at nógv er til av smáum fiski. Hesin kemur einaferð í fiskiskapin og tí eru vónirnar bjartar millum línumenn. je Línubátarnir framvegis góðan fiskiskap ÓLÓGLIG VEIÐA Russiski trolarin "Istok" sum herfyri varð tikin á Uttara Bill Baily banka, er farin aftur til fiski- skap. Seinasta hósdag varð trygd latin fyri bótini upp á 450.000 krónur, sum Føroya Rættur hevði dømt skipinum, tí tað hevði veitt innanfyri føroyska sjómarkið. Skiparin fekk eina bót upp á 110.000 krónur og hald varð lagt á trol og veiðu, hesi vóru mett til 350.000 krónur. Skiparin noktar seg sekan og hevur møgu- leika at kæra dómin fyri hægri rætt. Skiparin nýtti eitt kort frá 1974 og hetta var trý ár áðrenn sjómarkið varð flutt úr á 200 fjórðingar. je Istok er farin útaftur C M Y K 10