Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juli 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 135 - 18. juli 2001 13 6–mannafør kvinnur: Men tær umborð á Sølmundi vóru meiri enn misnøgdar við at róðurin ikki varð skotin av, tá tær ikki komu leysar av start- inum Páll Fangi hevur vunnið allar róðrarnar higartil í ár. Men tá tað varð kappast í Hvalvík, noyddust tær um- borð á Páll Fanga at stríðast meiri fyri sigrinum, enn tær høvdu gjørt í undanfarnu kappingunum. Ta ferðina var starturin hjá teimum vánaligur, og tað var ikki fyrrenn ein fittur teinur var rógvin, at klaksvíkskvinnur gjørdu bart. Soleiðis var tað ikki í Sørvági. Páll Fangi stakk seg framum hinar bátarnar beinanvegin, og hann var fremstur alla tíðina. Í enda- spurtinum høvdu klaks- víkskvinnurnar yvirskot til at fara uppaftur meiri frá hinum bátunum, og á mál- inum var munurin ímillum tvær og tríggjar bátslongd- ir. – Í vikuni upp undir vest- anstevnuna løgdu vit okk- um eftir at venja startin. Vit vandu hann ofta hvørt venj- ingarkvøld, og á vestan- stevnuni var starturin hjá okkum nógv betri, enn hann var í Hvalvík. Hann var faktiskt perfektur, siga tær umborð á Páll Fanga, og vit ynskja teimum hjartaliga tillukku við FM heitinum. Ongan start Í kappingini um næst- fremsta plássið var Jarn- bardur drúgvastur. Men munurin aftur til Riddaran var lítil, og Gongurólvur, Leirvíkingur og Víkingur vóru væl við. Serliga Leir- víkingur, sum er mannaður við royndum rógvarum í høvuðsstaðnum, var leingi væl við í kappingini. Undan vestanstevnuni var Sølmundur á øðrum plássi. Sølmundur kom ikki á mál leygardagin, og nú er Jarnbardur á silvurpláss- inum. Sølmundur var í Sørvági, men kvinnurnar komu ongantíð leysar av fasta startinum, og tær eru ikki blíðar við høvuðsdómaran, sum tær halda átti at havt skotið róðurin av. Sølmundur hevur kært róðurin til Róðrarsamband- ið, og í hvassorðaðum skrivi, sum er undirskrivað av bátsformanninum, Biritu Hansen, siga tær sína hjart- ans meining. Tær siga seg hava krøkt í startin, sum tær áttu at gera, og tær siga seg undrast stórliga á, at dómarin ikki lat við seg koma. Tær siga, at tær bein- anvegin reistu seg upp í bátinum, tá tað vísti seg, at tær ikki komu leysar. – Hetta var avgjørt ikki støðan, um vit vóru mann- fólk í átta- ella tíggju- mannafari, siga Sølomunda genturnar, sum harmast staðiliga um, at tær eftir eitt langt og strevið róðrarár nú liggja til at missa silvur- merkið av hesi orsøk. Í Dimmalætting í gjár vísir formaðurin í RSF, Hannis Joensen, staðiliga aftur, at ikki allar mann- ingarnar fáa somu viðferð. Snopprikkur við kvinn- um kærdi fyrr í summar, tá tað vóru tær, sum hingu eftir í fasta startinum, men tann kæran varð ikki gingin á møti. jh Tað loysti seg at venja startin 6–mannafør menn: Um tað verður Strál- an ella Sølmundur, sum fer at vinna FM, verður ikki avgjørt fyrrenn á ólavsøku Tað er so spennandi, sum tað ber til at vera. Ólav- søkuróðurin fer at gera av, um tað skulu vera teir á eystara armi á Skálafjørð- inum umborð á Sølmundi, ella um tað skulu vera teir á vestara armi á Skálafjørð- inum umborð á Stráluni, sum skulu vinna FM heitið. At spenningurin varð varðveittur eftir vestan- stevnu róðurin komst av, at tað aftur hesa ferð eydn- aðist Sølmundi at vinna, og at Strálan ikki endaði á næstfremsta plássinum, men noyddist at lata sær lynda við triðja plássinum. Róðurin lagaði seg, sum hann so ofta hevur gjørt fyrr í summar. Riddarin úr Miðvági fekk ein góðan start, og eina løtu sá tað út til, at miðvingar skuldu fara at bjarga róðraræruni hjá vágamonnum á vestan- stevnu. Men tað gekk, sum tað so ofta hevur gjørt fyrr í summar. Tá tað galt um í endaspurtinum hilnaðist tað ikki so væl hjá Ridd- aranum, sum endaði á fjórða plássinum. Strálan fekk aftur hesa ferð ein vánaligan start. Tá hálvt málið var rógvið, blandaðu strandingar seg so spakuliga upp í oddastríðið, men teir endaðu á triðja plássi. Ein nýggjur bátur gjørdi um seg í oddastsríðnum. Tað var Páll Fangi. Hann fekk góðan start, og hann var støðugt á næstfremsta og triðja plássinum. Hinir bátarnir skiftust um at vera fremstir og á triðja pláss- inum, meðan Páll Fangi so at siga alla tíðina var næst- ur. Á málinum hevði hann bara reingina undan Strál- uni, sum gekk væl á síðstu metrunum. Framgongdin hjá Páll Fanga hevur verið stór tær síðstu ferðirnar. Á fyrstu stevnunum endaðu teir á sætta plássi. Í Hvalvík vóru teir nummar fimm, og hesa ferð klatraðu teir fram á annað plássið. Fremsta plássið tóku teir umborð á Sølmundi sær av. Teir vóru alla tíðina væl við, og tá tað kom til enda- spurtin vóru teir drúgvastir. Men munurin aftur til næsta bátin var ikki meiri enn ein hálv bátslongd. Um Sølmundur megnar at vinna á ólavsøku, so verður hann meistari. Ann- ars verður tað Strálan, um hon ikki endar í minsta lag- ið tvey pláss aftanfyri Søl- mund. Kappingin um bronsu- plássið er stór. Riddarin og Hvessingur, sum hesa ferð endaði á fimta plássi, einar fýra bátslongdir aftanfyri Riddaran, liggja borð um borð við 20 stigum. jh Spenningurin er varðveittur 13 12 Nr. 135 - 18. juli 2001 10–mannafør: Havnarbáturin hevur hølvað allar hinar av á longu teinunum, og lítið bendir á, at nakar skal standa teimum kurl, sjálvt um ólavsøkumálið er væl styttri, enn teir hava kappast á higartil Manningin umborð á Havnarbátinum staðfesti á Sørvági, at hon er so nógv tann stinnasta á longsta teininum. Fyri fimtu ferð av fimm møguligum í hesum kapp- ingarárinum vann Havnar- báturin sera sannførandi. FM heitið er komið til høldar, og vit ynskja teim- um á Havnarbátinum hjartaliga tillukku við sanførandi meistaraskap- inum. Meistaraskapurin í ár er tann 11., sum Havnarbátur- in hevur vunnið, síðani tað í 1973 var farið undir FM kappingina í tí líki, sum hon nú er. Nólsoyingar og vest- menningar hava vunnið seks ferðir í part, Skála- báturin hevur vunnið tríggj- ar ferðir, og Vágbingur vann í 1980. Frá 1964 og til 1972 varð eftir ólavsøku skipað fyri serligum FM finalu róðr- um. Havnarbáturin vann róðurin í 1967. Árið fyri lógu teir at vinna finalu- róðurin, sum var innarlaga á vestaru síðu á Skála- fjørðinum. Men teir vunnu ikki, tí teir løgdu inn, stutt áðrenn teir komu á mál, og so streyk Norðingurin, sum var báturin hjá teimum í Hvannasundi og Norðdepli, framvið Havnarbátinum, var fyrstur á mál og vann FM heitið. Teir umborð á Havnarbátinum løgdu inn, tí teir hildu seg hava hoyrt eitt skot. Men nú eru 35 ár síðani henda minnisríka róðurin. Teir, sum nú manna Havnarbátin, høvdu ikki sæð dagsins ljós tá, og fyri teir og teirra viðhaldsfólk er tað týdningarmikla, at í hesum róðrarárinum hevur yvirhøvur eingin staðið Havnarbátinum kurl. Nú er bara eftir hjá Havn- arbátinum at seta trumf á meistarraskapin. Tað ætla teir at gera í heimasjógvi annan leygardag. Teir eru favorittar, og einki er at siga til, at sjálvsálitið er í lagi. Higartil í ár hevur Havnarbáturin verið sera sannførandi. Kappast um silvurið Einasta kappingin, sum er ímillum 10–mannaførini í ár, er tann um silvurplássið. Á vestanstevnu royndu bæði Vestmenningur og Eysturoyingur at bjóða Havnarbátinum av, men tað megnaðu teir ikki. Í staðin hildu FM vinnararnir í 1999 og 2000 fram at kappast um næstfremsta plássið, og hesa ferð vóru tað meistararnir frá í fjør, vestmenningar, sum vóru teir drúgvastu. Felags fyri bæði Vest- menning og Eysturoying er, at teir hava ofta staðið seg væl á ólavsøku. Annan leygardag fara teir enn eina ferð at royna at bjóða Havnarbátinum av, sam- stundis sum teir fara at kappast um silvur í FM kappingini. Í tí kappingini er Vestmenningur tvey stig undan Eysturoyinginum. Á vestanstevnu vóru bara fimm 10–mannafør við í kappingini. Suðringur var ikki við, og so gjørdist tað luturin hjá Skálabátinum at halda um aftara endan. Í 1992, 1993 og í 1994 vann Skálabáturin FM heitið. Fleiri av teimum, sum tá vóru við, hava verið við aftur Skálabátinum í ár, og teir hava lagt nógv í venj- ingina. Men tað hevur ikki hilnast so, sum teir á Skála høvdu ætlað. Spurningurin um bát og/ella manning verður vendur og snaraður á Skála, alt meðan teir staðfesta, at í ár megnaðu teir ikki at gera nakað við nýggju bátarnar. jh Nú skal Havnarbáturin seta trumf á 8–mannafør: Kappingin hjá Nevinum Reyða var knallhørð við tríggjar bátar, sum skiftust um at bjóða av Nevið Reyða var fyrst um málstrikuna á Sørvági leyg- ardagin. Teir vunnu FM heitið, og tað vóru teir sjálvandi fegnir um. Ólav- søkuróðurin er á skránni annan leygardag. Meistar- arnir úr Klaksvík fara at gera sítt ítarsta fyri at vinna, men teir eru full- greiðir yvir, at tað verður ein sera torfør uppgáva. Tað kendu teir í kappingini á vestanstevnu. Í hesum døgum er Statoil kring Føroyar á skránni. Í kvøld verður fyrsta umfarið í Klaksvík. Í sjónvarpinum ber til at fylgja við í altjóða súkklukappingini í Frak- landi. Tí er tað kanska ikki so undarligt, at teir umborð á Nevinum Reyða sammeta róðurin í Sørvági við súkklukapping. Nevið Reyða fekk ein góðan start. Teir fingu skut- in framum hinar bátarnar, men teir høvdu ilt við at sleppa rættuliga frá hinum bátunum, og á málinum var munurin aftur til næsta bátin ein hálv bátslongd. Martin Venned, sum er ein av álitismonnunum um- borð á Nevinum Reyða, heldur, at kappingin ongan- tíð fyrr í ár hevur verið so breið í oddinum, sum hon var hesa ferð: – Hetta var sum í súkklu- kapping. Vit vóru fremstir, men teir, sum eltu okkum, vóru naskir. Argjabáturin var leingi framvið, Kví- víkingur var knáur, og at endanum var Knørrur tann drúgvasti av øllum. Í s ú k k l u k a p p i n g u n u m skiftast teir, sum kappast við tann fremsta, um at bjóða av, og tá er tað stríggið at vera tann fremsti og at halda tørn. Soleiðis kendist tað hjá okkum hesa ferð. Men tað var strevið. Teir umborð á Nevinum Reyða vóru væl nøgdir við startspurtin, og teir vóru væl nøgdir við endaspurtin, men teir vóru ikki heilt nøgdir við miðróðurin, sum teir kalla tað. Tað hoyrir við til søguna, at ein av Nevið Reyða monnunum dagarnar upp undir vestanstevnu róðurin var seingjarliggjandi við fepri. Men hann treiskaðist og róði við. Á ólavsøku tykist kapp- ingin ímillum 8–manna- førini at fara at verða opnari, enn hon verður nakra aðra staðni. Knørrur er eitt rættuliga gott boð upp á avbjóðara til Nevið, og meistararnir frá í fjør, Argjabáturin, og Kvívík- ingur, sum vann í Fugla- firði, fara eisini at liggja framvið. Men FM heitið kann eingin taka frá Nevinum Reyða, og tí ynskja vit teimum hjartaliga tillukku við. jh Tað var sum í súkklukapping C M Y K 12