mikudagur 18. juli 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 135 - 18. juli 2001
15
FM sigrar í kapp-
róðri: Meiri enn
túsund fólk møttu
leygarkvøldið upp at
fagna róðrarfólk-
unum í Klaksvík
Tá Fípan Fagra við gentum,
Páll Fangi við kvinnum og
Nevið Reyða vunnu á
norðoyarstevnu var einki
serligt gjørt burturúr. Tað
var jú stevna í býnum. Tá
somu manningar vunnu á
jóansøku var eitt sindur av
fólki og tók ímóti, og
aftaná
hoyrdust
fleiri
harmast um, at tey ikki
høvdu vitað um móttøkuna.
Klaksvíkingar og norð-
oyingar annars hava verið
skjótir at taka við læru. Tað
sást væl leygarkvøldið. Tá
vóru fleiri enn eitt túsund
og tóku ímóti, tá Dúgvan í
dýrdarveðri kom á vánna
við trimum FM mann-
ingum og tveimum mann-
ingum, sum tær seinastu
ferðirnar hava havt stóra
framgongd, og sum vunnu
heiðursmerkir á vestan-
stevnu.
Fýrverkið
stóð
einki
aftanfyri tað á norðoya-
stevnu, og tað var ikki heilt
ólíkt í Tivoli, tá strand-
ferðsluskipið kom floytandi
inneftir. Á odda í skrúð-
gonguni frá ferjuleguni á
Varpinum og heim í neyst-
ið, sum er á Tingstøðni,
gingu kappróðrarfólkini,
og tey fingu góða hjálp.
Allir tríggir bátarnir vórðu
lyftir upp um høvd –
stýrimenninir sótu umborð!
Fyrr í tíðini kappaðust
bygdir og býir um skip og
virki. Nú er tað í fótbólti og
kappróðri, at kappingin
verður mest ítøkiliggjørd. Í
ár er tað kappróðurin, sum
telur hjá okkum, helt ein
klaksvíkingur, og tað sást á
øllum brøgdum, at hetta var
eitt gott høvi at hvessa
lokala samleikan.
10–mannafarið
Í dýrdarveðrinum uttanfyri
róðrarneystið segði næst-
formaðurin í Klaksvíkar
býráð, Torleif Sigurðsson,
nøkur orð. Hann ynskti
hjartaliga tillukku, og hann
duldi ikki, at dreymurin hjá
klaksvíkingum er, at teir
eisini skulu manna eitt
10–mannafar.
Torleif Sigurðsson er í
ítrótti mest kendur fyri at
røkja formanssessin í Fót-
bóltssambandinum. Men á
Tingstøðni leygarkvøldið
bað hann fólkið goyma
hetta loyndarmálið saman
við sær. Tað virða vit, og
biðja lesararnar ikki siga
hetta fyri nøkrum!:
– Eg havi ongantíð lut-
tikið í fótbóltskappingum.
Einasti ítróttur, sum eg havi
verið aktivur í, er kapp-
róður. Eg var við nýggja
Klaksvíkinginum í 1970,
og vit vunnu tríggjar róðrar
– á norðoyarstevnu, á jóan-
søku og á vestanstevnuni,
sum tað árið eisini var í
Sørvági. Síðani tá hava
klaksvíkingar
ongantíð
vunnið við 10–manna-
farinum. Eg droymi um, at
vit aftur skulu vinna í tí
kappingini. Um tit halda, at
tað er neyðugt við nýggjum
báti fyri at røkka tí
málinum, so skulu tit bara
bíleggja bátin. Eg ivist
onga løtu í, at tit fáa nóg
nógvar stuðlar, tá gongdin
er, sum hon hevur verið í
ár, segði Torleif Sigurðs-
son.
Lógvabrestirnir
vóru
nógvir, og tað kundi skiljast
sum um, at peningaliga
skuldi tað ikki standa á.
Vegna róðrarfólkið takk-
aði Fróði Waag fyri. Hann
bæði er nevndarlimur og
rør við Nevinum Reyða:
– Um onkur fyri tveim-
um árum síðani hevði sagt
mær, at vit í kvøld skuldu
standa her saman við so
stórari fjøld og fegnast um
trý FM heiti og heiðurs-
merki til tvær aðrar mann-
ingar í vestanstevnuróðrin-
um, so hevði eg onga orsøk
havt at tikið undir við tí.
Men nú er tað veruleiki,
segði
Fróði
Waag
og
takkaði vegna felagið og
róðrarfólkið fyri áhugan og
undirtøkuna.
Ymsar umstøður
At borðreiða fyri túsund
fólkum er einki soleiðis at
tosa um í Føroyum. Hevði
tað verið onkra aðra staðni
í verðini, so høvdu tey iva-
leyst fyrireikað í mánaðir. Í
handavend
vóru
kaffi,
køkur og vaflur gandað á
borðið. Høvi var at heilsa
upp á fólk, og prátið og
serliga
kappróðrarprátið
gekk so lystiliga.
Spell var tað, at myndir-
nar, sum vórðu tiknar, ikki
vóru nóg ljósar, men vit
kunnu endurgeva frá kapp-
róðrarprátinum.
Onkur hevði verið við at
vunnið FM fleiri ferðir í
seksti árunum. Tað var við
Árnfirðinginum. Tá fegn-
aðust árnfirðingar og norð-
oyingar, men tað var einki
fýrverk í Árnafirði tá, segði
royndi kappróðrarmaðurin
fyri teimum, sum nú høvdu
staðið seg so væl.
Róðrarprátið
Tá tað leið eitt sindur frá,
og lukkuynskini vóru fing-
in frá hondini, fóru frynt-
ligu kappróðrarfólkini
uttandura at lurta eftir
útvarpsupptøkuni, og tá
vóru fleiri viðmerkingar.
Í øðrum greinum hava vit
sagt frá FM vinnarunum.
Ímillum róðrarfólkini var
fagnaðurin stórur um, at
tað hevði roynst so væl hjá
monnunum umborð á Páll
Fanga
og
dreingjunum
umborð á Fípuni Føgru.
Fípudreingirnir
søgdu
seg vera spentar til ólav-
søkuna og til komandi
kappingarár:
– Kanska høvdu vit
staðið okkum uppaftur
betur í dag, um vit høvdu
havt møguleika at ýta málið
av undan róðrinum. Tíverri
høvdu vit ikki stundir til
tað, og tí fóru vit ov seint
undir endaspurtin. Tað var
ein taktiskur brølari, hildu
Fípudreingirnir.
Páll Fangi við monnum
gjørdi
leygardagin
ein
orduligan vørr. Teir endaðu
næstfremstir, eftir at teir í
hinum róðrunum høvdu
verið nummar fimm og
eina ferð nummar fýra.
– Ein maður varð skadd-
ur, og so fingu vit ein
royndan kappróðrarmann,
sum í fjør var við Kjøli,
umborð. Eftir tað hava vit
skift eitt sindur um upp á
fólkið, og vit hava arbeitt
við at broyta róðrarlagið.
Tað hevur gingið sera væl
hesar báðu seinastu vikur-
nar, og nú eru vit rættuliga
spentir til ólavsøkuróðurin,
greiddu teir frá, meðan
útvarpsmaðurin
Helgi
Jacobsen var eldhugaður í
hátalarunum og rópti seg
hásan út yvir vánna, sum lá
í silvitni og speglaði sær.
jh
5-mannafør, dreingir:
Nr.
Róðrar
Kort
St. total
1. Tjaldrið
5
31
2. Blikur
5
24
3. Sílið
5
1 G
18
4. Fípan Fagra
5
16
5. Frúgvin
5
13
6. Havfrúgvin
5
8
7. Drekin
5
0
8. Beinta
5
0
9. Erla Kongsd.
4
0
10. Firvaldur
3
0
5-mannafør, kvinnur:
Nr.
Róðrar
Kort
St. total
1. Fípan Fagra
5
35
2. Sílið
5
23
3. Blikur
5
22
4. Tjaldrið
5
12
5. Ørnin
5
8
6. Drekin
5
2
7. Hvassi
5
2
8. Frúgvin
5
1
9. Havfrúgvin
5
1
10. Firvaldur
5
0
11. Beinta
5
0
12. Dúgvan
5
0
11. Snípan
5
0
12. Báran
4
0
6-mannafør, kvinnur:
Nr.
Róðrar
Kort
St. total
1. Páll Fangi
5
35
2. Jarnbardur
5
22
3. Sølmundur
4
18
4. Gongurólvur
5
11
5. Víkingur
5
8
6. Leirvíkingur
5
8
7. Hvessingur
5
3
8. Fortuna
5
1
9. Lómur
5
0
10. Snopprikkur
4
0
6-mannafør, menn:
Nr.
Róðrar
Kort
St. total
1. Strálan
6
1 G
30
2. Sølmundur
5
28
3. Riddarin
5
20
3. Hvessingur
5
14
4. Páll Fangi
5
9
5. Snopprikkur
5
4
6. Gongurólvur
5
3
7. Fortuna
5
2
8. Fuglfirðingur
5
0
9. Kollfirðingur
5
0
10. Lómur
5
1 G
0
11. Hósvíkingur
3
0
12. Víkingur
3
0
8-mannafør:
Nr.
Róðrar
Kort
St. total
1. Nevið Reyða
5
33
2. Kvívíkingur
5
1 G
24
3. Knørrur
5
22
4. Argjabáturin
5
1 G
16
5. Ørvur
5
7
6. Heiðabáturin
3
4
7. Ormurin Langi
2
4
10-mannafør:
Nr.
Róðrar
Kort
St. total
1. Havnarbáturin
5
1 G
35
2. Vestmenningur
5
23
3. Eysturoyingur
5
1 G
21
4. Nólsoyingurin
5
15
5. Skálabáturin
5
1 G
11
6. Suðuroyingur
4
11
7. Vágbingur
1
0
Úrslit samanlagt eftir
Vestanstevnu
Klaksvíkin fagnaði
róðrarfólkunum
Í síðstu viku nevndu vit, at
teir umborð á Nevinum
Reyða róðu við
Kvívíkinginum á rygginum.
Eftir róðurin á vestanstevnu
hava vit fingið hesa myndina
sendandi úr Klaksvík. Teir
vildu vísa okkum og øllum
føroyingum, hvussu tað sær
út, tá ein orduligur
kvívíkingur er á rygginum á
einum klaksvíkingi.
Klaksvíkingar og kvívíkingar
eru kappingarneytar, men
kappingin fer fram í góðum
lagi
15
14
Nr. 135 - 18. juli 2001
5–mannafør gentur:
Munurin frá Fípuni
Føgru og aftur til hin-
ar bátarnar var á vest-
anstevnuni størri,
enn hann hevur verið
síðani á norðoya-
stevnu
Fípan Fagra við gentum
hevur vunnið FM heitið, og
vit ynskja teimum hjarta-
liga tillukku við tí.
Fípan hevur vunnið allar
róðrarnar, meðan havnar-
gentur umborð á Sílinum
og argjagentur umborð á
Bliki hava kappast um
næstfremsta plássið. Tann
kappingin er ikki liðug enn.
Tað verður ólavsøkuróð-
urin, sum fer at gera av, um
silvur krónurnar skulu enda
á Argjum ella í Havnini.
Sílið hevur 23 stig, og
Blikur hevur vunnið 22
stig.
Á vestanstevnu vóru tær
umborð á Bliki tær drúgv-
aru í kappingini um næst-
fremsta plássið. Tær vóru
um at vera leysar av Sílin-
um, sum var gott og væl
leyst av Tjaldrinum, sum
aftur var eina bátslongd
frammanfyri Ørnina.
Meistararnir frá 1999,
Havfrúgvin, fekk fyrsta
stigið á árinum.
Serflokkurin
Á norðoyarstevnu vann
Fípan Fagra sera sann-
førandi. Tá vóru tær fleiri
bátslongdir undan hinum
bátunum. Klaksvíksgentur-
nar vunnu eisini á jóan-
søku, varmakeldustevnu og
á sundalagsstevnuni, men
munurin aftur til næstu
bátarnar minkaði støðugt,
og tað tóktist liggja í luftini,
at fyrr ella seinni fór onkur
bátur at taka Fípuna Føgru.
Mest uppløgdu evnini at
hótta Fípuna Føgru eru
høvuðsstaðar bátarnir, Sílið
og Blikur, og tað er sjálv-
sagt møguleiki fyri, at tað
fer at eydnast hjá teimum í
heimasjógvi á ólavsøku.
Men vestanstevnu róðurin
gav avgjørt ikki ábendingar
um, at tað fer at eydnast.
Fípan Fagra vann eins
sannførandi,
sum
tær
gjørdu í fyrsta róðrinum í
ár. Fípan var einar tvær
bátslongdir undan Bliki á
mál.
– Vit hava kent okkum
pressaðar tær seinastu ferð-
irnar. Hinir bátarnir eru
komnir alt nærri. Í vikuni
upp undir vestanstevnuna
settu vit í okkum, at nú
skuldi tað verða, sum tað
var á norðoyarstevnu, og
tað eydnaðist. Vit fingu ein
fínan start, og tað eyndaðist
okkum at vinna eina báts-
longd
rættuliga
skjótt.
Hvussu tað gekk fyri seg,
tað duga vit ikki rættuliga
at greiða frá, men sjálvandi
stórfegnast vit um sigurin
og um meistaraskapin, siga
tær umborð á Fípuni Føgru.
jh
Møguleikarnir hjá
Christiani Høgna
Jacobsen tykjast
størri, nú ein tann
besti Esbjerg álops-
maðurin varð seldur
til Silkeborg
Í gjár skrivaðu vit, at
Christian Høgni Jacobsen
og Esbjerg í komandi viku
skulu hava sáttmálasam-
ráðingar. Í dag eru fyri-
treytirnar hjá Christiani
Høgna at koma framat í Es-
bjerg betur, enn tær vóru í
gjár.
Mánakvøldið var greitt,
at Esbjerg hevur selt ein av
álopsspælarunum,
sum
hevði stóran leiklut, tá
Viggo Jensen og hansara
menn í Esbjerg síðsta kapp-
ingarár vunnu næstbestu
deildina.
Talan er um Iddi Alkhag.
Hann er 22 ára gamal, hann
hevur spælt 97 dystir fyri
Esbjerg, og hann hevur
skorað 32 mál. At talan ikki
er um hvønn álopsspælara
sum helst, sæst m. a. aftur í,
at nú fyrrverandi Esbjerg
álopsmaðurin hevur verið
fjúrtan ferðir á danska
U–21 landsliðnum.
Tað er Silkeborg, sum
hevur keypt álopsspælaran
frá Esbjerg. Síðani Henrik
Tømrer Petersen fyri stutt-
um varð seldur til Bolton,
hevur Silkeborg leitað við
lykt eftir nýggjum álops-
spælarum.
Danskir fjølmiðlar halda
seg vita, at Esbjerg hevur
fingið onkra staðni ímillum
tvær og tríggjar milliónir
burturúr handlinum.
Hvør av øðrum liva má,
plagar at verða tikið til.
Sum í so mongum øðrum
høpi, so er tað soleiðis í
fótbólti, at tað eru tey størr-
u, og tað vil siga tey, sum
eiga meiri pengar, sum liva
av hinum. Tað er henda
søgan eitt gott dømi um.
Tað kann væl hugsast, at
rokeringarnar fara at hava
við sær, at Christian Høgni
Jacobsen fer at fáa møgu-
leikan á besta liðnum hjá
Esbjerg skjótari, enn tað
frammanundan varð rokn-
að við. Um fyrrverandi
NSÍ maðurin tekur av, og
um tað gongst honum væl,
so kann tað verða so skjótt,
at hann gerst áhugaverdur
hjá onkrum størri felag.
jh
Um vágbingar í nógva
hitanum í Hvítaruss-
landi megna at skora
mál, so verður møgu-
leikin fyri sensa-
tiónini nógv størri
Vágbingar skulu aftur í
kvøld í europeiska eldin.
VB er í Hvítarusslandi, har
teir skulu spæla seinna
dystin í fyrsta innleiðandi
umfarinum í europeisku
meistarakappingini fyri lið.
Mótstøðuliðið er Slavia
Mozyr, og í Europa Cup
høpi er útgangsstøðan hjá
VB ikki so galin. Á Tórs-
vølli var úrslitið 0–0. Tað
vil við øðrum orðum siga,
at um VB fer at megna at
skora eitt mál, so skulu
mótstøðumenninir
skora
tvær ferðir hjá Bjarna
Johansen, um teir skulu
sleppa víðari í kappingini.
Eingin ivi er kortini um,
at tað er liðið úr Hvíta-
russlandi, sum er favorittur.
Teir skoraðu ikki týdning-
armikla útivallarmálið í
Føroyum, men teir trýstu
nógv. Og hóast teir vóru
lítið vandamiklir, og hóast
VB verjan stóð seg mann-
iliga, so fer tað at koma
óvart á, um teir ikki megna
at skora á heimavøllinum.
Spurningurin er so, um VB
fer at fáa møguleikarnar,
sum teir fingu á heimavølli,
og um teir fara at megna at
fáa størri úrtøku, enn teir
fingu fyri viku síðani.
Umstøðurnar hjá VB eru
torførari, enn tær vóru fyri
viku síðani. Tað er heitt í
Hvítarusslandi, og vág-
bingar eru sjálvandi eitt
sindur moyrir, eftir at teir
hava ferðast langt og hildið
til undir ókendum um-
støðum.
VB fór úr Føroyum
fyrrapartin sunnudagin. Tey
eru 35 í ferðalagnum. 19
spælarar eru við. Ein teirra
er venjarin Popczynski,
sum ikki hevur havt gott
mót um, at tað skal eydnast
honum at koma seg so mik-
ið eftir skaðan, sum hevur
plágað, at hann verður
førur fyri at spæla við í
kvøld. Dreymurin er, at
venjarin kann seta seg
sjálvan á vøllin síðsta hálva
tíman, um dysturin fram-
vegis ríður um snarið.
Vandin er sjálvandi, at tað
skal ganga, sum tað ofta
hevur gjørt, tá Europa Cup
dystirnir á útivølli hjá før-
oyskum liðum hava havt
stóran týdning. Tað vil siga,
at heimaliðið rættuliga skal
seta trumf á, tá tað eru teir,
sum eru í heimligum um-
hvørvi.
Umframt tey, sum hava
við fótbóltin og liðið at
gera, eru fimm nevndar-
limir í VB í ferðalagnum.
Borgarstjórin
í
Vági,
Jógvan Krosslá, er við í
Hvítarusslandi, og tað er
stjórin í Suðuroyar Spari-
kassa, Mikkjal Sørensen,
eisini. Sparikassin hevur
altíð verið ein stórur stuðul
hjá VB.
Í Hvítarusslandi tosa tey
russiskt. Tá Slavia Mozyr
var í Føroyum í síðstu viku,
hevði Ivan Eginsson týd-
ningarmiklan leikut sum
tulkur. Ivan er ættaður úr
Moskva. Tey seinastu árini
hevur hann búð í Føroyum,
og hann tosar føroyskt sum
ein føroyingur. Tí er tað
kærkomið hjá VB, at tað
hevur borið til at hava Ivan
Eginsson við í ferðalagnum
í Hvítarusslandi.
Ferðaleiðari
er
John
Henrik Holm. VB ferðalag-
ið
kom
til
Warszawa
seinnapartin sunnudagin.
Hagani fóru tey við sovi-
bussi til Mozyr. Teinurin at
koyra er 650 kilometrar.
Í Hvítarusslandi búgva
umleið 10,5 milliónir. Mo-
zyr er 11. størsti býurin, og
har búgva 108 túsund fólk.
VB ferðalagið ætlast at
koma aftur til Føroya
fríggjadagin.
jh
VB í eldin í kvøld
Esbjerg hevur
selt álopstrumf
Endurtóku norðoyarstevnuna
C
M
Y
K
14