mánadagur 23. juni 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 118 - 23. juni 2008
29
tíðindi
Náttúran og menn
iskja áttu løtuna, tá
fólk savnaðust til 20.
Miðsummarhaldið
úti í Grøv í Klaksvík í
gjárkvøldið
MiðsuMMar
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
20. Miðsummarhaldið úti í
Grøv í Klaksvík leygar
kvøldið gjørdist samstundis
tað seinasta, sum Norðoya
Fornminnafelag
skipaði
fyri. Tí settu hugleiðingar
og minnir um, hvussu
tiltakið byrjaði, dám á
løtuna, har náttúran enn
einaferð varð heiðrað í
sangi og røðum.
Seyðafrí øki
At vit ikki kunnu taka
okkara vøkru náttúru sum
eina sjálvfylgju var eisini
evnið í Miðsummarrøðuni
hjá Onnu Mariu Fossá,
plantufrøðingi, sum setti
spurnartekin við, hvussu
óspilt føroyska náttúran í
veruleikanum er. Hon vísti
á, at føroyska náttúran í
øllum førum hevði sæð
heilt øðrvísi út, um hon ikki
hevði verið órógvað av
fólki og landbúnaði hesi
seinastu 1000 árini
”Um tit ikki trúgva mær,
so far ein túr í hagan. Finnið
tykkum nakrar gjáir, og
legg til merkis, hvussu
nógv ríkari gróðurin er, har
sum seyðurin ikki sleppur
framat“, segði Anna Maria
Fossá, og legði afturat
”Hevði tað ikki borið til
at fingið nøkur fá øki, har
seyðurin var bannaður. So
at náttúran vónandi við tíð
ini kundi vent aftur til tað,
hon var, áðrenn oyggjarnar
vórðu bygdar. Og so, at vit
veruliga kundu tosað um
eina óspilta náttúru,” segði
Anna Maria Fossá, sum
metti tað at hava sera stóran
týdning at hugsa um hetta í
sambandi við eina møguliga
vaksandi ferðavinnu.
Eftirkomarar
gjalda prísin
Eisini
mótvegis
okkara
eftirkomararum hava vit
skyldu til at lata náttúruna
aftur í sama ella betri standi,
enn tá vit fingu hana, segði
Anna Maria Fossá, sum
fýltist á, at so lítið verður
gjørt fyri at meta um
avleiðingarnar av teimum
intrivum sum vera gjørd í
náttúrini.
“Nær ætla vit at taka
annað skinn um bak og fáa
til vega tað neyðugu vitan
ina, sum skal til fyri at meta
um grundarlagið undir eini
burðardyggari gagnnýtslu
av náttúruni? Og nær seta
vit tiltøk í verk fyri at verja
hana ?
Verður ikki borið skjótt
at, kunnu vit lættliga verða
tað ættarliðið, ið kann
ábyrgdast fyri at hava oytt
lívsgrundarlag okkara. Og
tað verða okkara børn og
eftirkomarar, ið koma at
bera prísin fyri okkara
ábyrgdarloysi.” minti Anna
Maria Fossá á
Grønt lunga
20. Miðsummarhaldið úti í
Grøv varð eisini tað sein
asta, sum Norðoya Forn
minnafelag skipar fyri, nú
ætlanin er, at onnur skulu
taka yvir.
Tí helt formaðurin í
felagnum, Jógvan Ravns
fjall, tað vera hóskandi at
enda haldið, eins og tað
byrjaði fyri 20 árum síðani
– nevniliga við sanginum
”Náttúruljóð”, sum Jógvan
Andrias Joensen, yrkti til
fyrsta Miðsummarhaldið úti
í Grøv í Klaksvík í 1989.
Tað var eisini Jógvan
Andrias Joensen, sum í síni
tí fekk hugskotið til at
heiðra náttúruni við einum
árligum Miðsummarhaldi.
Áðrenn hann treiv í gittaran,
hugleiddi Jógvan Andrias
Joensen um, hvussu nógv
er broytt úti í Grøv hesi 20
árini síðani fyrsta Mið
summarhaldið.
Her vóru jú ongi trø úti
í Grøv tá, so tað er heilt
ótrúligt at síggja, hvussu
vakurt her er blivið. Eg
vóni veruliga at fólk fara at
halda á at hjúkla um hetta
grøna lunga, sum onkur
hevur
kalla
tað,
segði
Jógvan Andrias Joensen.
Heiðraðu náttúruni
20. árið á rað var vakra umhvørvið úti í Grøv í Klaksvík karmur um Miðsummarhaldið
leygarkvøldið
Jógvan Andrias Joensen endaði løtuna við at syngja og
spæla sangin ”Náttúruljóð”, sum hann yrkti til fyrsta
Miðsummarhaldið úti í Grøv fyri 20 árum síðani
Í Miðsummarrøðuni setti Anna Maria Fossá, plantufrøðingur,
spurnartekin við, hvussu óspilt føroyska náttúran í grundini er
Nógvir frægrir sangarar og tónleikarar settu dám á løtuna. Her
eru tað Andras Sólstein, Jógvan Andrias Joensen og Rani Nolsøe
Lítla Jóhanna og stóribeiggin Kristoffur fylgdu væl við í øllum, sum fór fram á
Miðsummarhaldinum úti í Grøv
Náttúruljóð
Orð og lag: Jógvan A. Joensen
Vit hittast á longsta degi
til fundar á fornum stað
Sjá náttúrulitir og –megi
Lat hugflogið savnast um tað
Vár náttúra hevur tær gávur
ið vekja kann menniskjusál
Hon tosar meira enn fáur
Hon hevur sítt egna mál
Mong eru sum vilja týða,
men flestu tey lata stá.
Stríðast á morgni og síðla.
Hvør hoyrir ta teskandi á?
Vit umhvørvi skapa á lendi
har náttúran einaferð var.
Um onkuntíð spakan vit vendu
og hugdu hvar leið okkar bar.
So høvdu vit betur kunna
týtt náttúrulitir og mál,
og sóu har fólk sum sær unna
at styrkja sær barnasál.