Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-23, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juni 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 118 - 23. juni 2008 tíðindi Tað var næstan sum á Ólavsøku, tá sølutorgið til fisk og fugl varð tikið alment í nýtslu fríggjadagin. Við horntónleiki og røðum var løtan hátíðarkend, og í mongu básunum kundu fólk keypa sær feskan og ræstan fisk og fugl afturvið hugnaligu tónunum frá einum harmonikuliði SØLUTORG Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Tað kann ikki sigast, at sølu­ torgið í Vágsbotni hevur verið nøkur snar­verkætlan. Tvørturímóti. Men nú er hendan verkætlanin so endi­ liga veruleiki. ­ Eg má viðganga, at tað hevur tikið óvanliga langa tíð at fáa hetta tiltakið til veruleika, segði Elin Lind­ enskov, forkvinna í Ment­ anarnevndini hjá Tórshavnar býráði. Hon segði, at tað eru mong ár síðani, at tað av fyrstan tíð varð byrjað at tosa um betraðar umstøður til sølu av fiski og fugli, men viðgerðin gekk ógvu­ liga seint. Og tá so arbeiðið var boðið út og arbeiðstakari góðtikin, gekk munandi longri tíð at gera arbeiðið liðugt, enn framman undan roknað við. Men fríggjadagin var so alt liðugt, og undir hátíðar­ ligum karmum varð sølu­ torgið alment tikið í nýtslu. Býráðið hevði framman undan syrgt fyri, at básarnir vóru upptiknir so eisini nak­ að var at selja og keypa hjá fólki. Og eins og borgar­ stjórin segði í sínari røðu, so var hetta ikki bert eitt sølutorg fyri havnarfólk, men fyri allar Føroyar. Tí har vóru sølufólk heilt norðan úr Hvannasundi og út til Nólsoyar. Hátíðarhaldið byrjaði við horntónleiki, hugsi líka skjótt, at tað var Havnar­ marchurin, ið tónaði fyrst. Síðani bjóðaði Elin Linden­ skov, forkvinna í Mentanar­ nevndini hjá býráðnum vælkomin, og eftir enn eitt lag frá hornorkestrinum segði borgarstjórin, Heðin Mortensen, nøkur orð. Alt godt fra havet Heðin Mortensen nam við gomlu traditiónina hjá avbygdafólki – serliga nólsoyingum – at koma í Vágsbotn at selja alt slag av fiski og fugli. Ikki minst í nátatíðini var og er lívligt í Vágsbotni. Hann vísti til fleiri navngivnar havnar­ menn, sum nærum dag og dagliga stóðu í Vágsbotni og seldu fisk. Bæði borgarstjórin og for­ kvinnan í Mentanarnevndini vístu á, at sølutorgið bara var fyrsta stigið í einari størri ætlan at fríðka um og hugna um í einum størri økið, sum eisini umfatar Vágsbotn. Millum annað verður skjótt ein úticafé at síggja í Vágsbotni, og »i dagens anledning« hevði Jóhannes Jensen, stjóri á Hotel Sjómansheiminum og Hotel Føroyum, sett upp borð og stólar undir stórum parasollum. Nakað, sum hugnaði eyka um hendan dagin. Í básunum var sum nevnt alskyns góður føroyskur matur. Har var ræstur fisk­ ur, turrur fiskur, feskur fisk­ ur, feskur kalvi, havtaska, hummari, longa, knettir, frikadellir og feskur náti. Stutt sagt »alt godt fra havet« og nakað nógv aftr­ at. Og væl gekst at selja. Sølufólkini lótu sera væl at, og undirritaði, sum hjálpti versoninum í einum av bás­ unum at selja góðar fjøruti nátar, fekk lítið meiri enn vent sær, áðrenn alt var uppi. Gamli skiparin og reið­ arin, Mortan Johannesen, stóð í einum bási og seldi nakrar vælvaksnar toskar, ið – sum hann segði – fáar tímar framman undan høvdu svomið á havsins botni. Komi avgjørt aftur Sum nevnt var hátíðarhaldið ógvuliga væl vitjað, og fólk vóru sera væl nøgd við tað, tey sóu. Mortan Johannesen, sum í dag er ein av føstu fúsunum í Vágsbotni, helt, at nýggja sølutorgið var sera kærkomið, og honum líktist sera væl á. ­ Her kunnu fólk koma at keypa sær ein døgurðabita undir góðum umstøðum. Og her kunnu tey fáa tað allarfeskasta, segði Mortan Johannesen. Eisini sølufólkini frá Hvannasundi lótu sera væl at. Umstøðurnar hildu tey vera góðar, og somuleiðis lótu tey væl at søluni. Men ikki bara seljararnir lótu væl at, mongu fólkini, sum vóru komin saman í Vágsbotni vóru fegin um nýggja sølutorgið. ­ Hetta hevur manglað í Havn. Her komi eg avgjørt aftur at keypa okkum ein døgurðabita, segði ein kvinna, vit tosaðu við í Vágsbotni fríggjadagin. So øll – politikarar, sølu­ fólk og keyparar – vóru á einum máli um, at hetta var eitt gott og tiltrongt tiltak, sum sett er í verk í Vágs­ botni. Og, sum borgarstjórin tók til í røðu síni: » Arbeitt verður við eini heildarloysn fyri alt økið við Vestaruvág, í Vágsbotni og niðara parti av Tórsgøtu, tí vit síggja nógvar møgu­ leikar at gagnnýta økið betur og ikki minst, at vit fáa eitt hugnaligt umhvørvi her undir Bryggjubakka og fram við vágni. At bryggju­ kanturin seinastu árini mest hevur verið brúktur at par­ kera bilar á, halda vit, er ov meiningsleyst«. Og við sølutorginum má sigast, at fyrsta stigið í teirri heildarloysnini er tikið. Stórsligið sølutorg í Vágsbotni