Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-23, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juni 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 118 - 23. juni 2008 31 tíðindi Stutt Sagt Tvey ár at endurbyggja Myndugleikarnir í Kina siga, at tað fer at taka teim­ um eini tvey ár at endur­ byggja tað, sum fór í tí harða jarðskjálvtanum, sum var í síðsta mánaði. Wen Jiabao, forsætisráð­ harri, sum hevur vitjað jarðskjálvtaøkið fleiri ferðir, segði um vikuskift­ ið, at ætlanin er at fara undir at endurbyggja tað farna um nakrar mánaðir. Hann legði afturat, at ætl­ andi verður alt arbeiðið liðugt eina ferð í 2010. Tann harði jarðskjálvtin rakti Sichuan­landspartin sera meint. Umleið 60.000 fólk lótu lív, og uppaftur fleiri fingu skaða. Fleiri hundraðtúsund gjørdust heimleys. Brotsmaður til Haag Stojan Zupljanin, sum var ovasti fyri bosniaserbisku trygdardeildunum undir borgarakrígnum í Bosnia, kom um vikuskiftið til Haag, har hann er ákærdur fyri krígsbrotsverk. Stojan Zupljanin, sum er 56 ára gamal, varð tikin í Serbia fyrr í hesum mánaðinum. Krígsbrotsmannadómstól­ urin fyri gamla Jugoslavia hevur ákært Stojan fyri morð, etniska útreinskan og fyri at hava oyðilagt fleiri halgidómar hjá mus­ limunum í Bosnia. Stojan Zupljanin hevur staðið sum nummar fýra á listanum hjá dómstólinum í Haag. Framman fyri hann standa Radovan Karadzic, Ratko Mladic og Goran Hadzic. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Myndugleikarnir brúka kúlur ístaðin fyri atkvøðu- seðlar, og so ber ikki til at fáa eitt rættvíst úrslit (Morgan Tsvangirai) útlond Stojan Zupljanin (v.m.) kemur nú fyri rættin í Haag Mynd: Reuters Tað er ov vandamikið at gjøgnumføra forsetaval­ið í Zimba­ bwe, sigur andstøðu­ val­evnið Morgan Tsvangirai, sum tí hevur tikið upp­ stil­l­ingina aftur. Stjórnin sigur, at hann er bangin fyri at tapa ­ Hetta er ikki eitt val við atkvøðuseðlum, tí myndug­ leikarnir hava valt at brúka kúlur ístaðin fyri, segði Morgan Tsvangirai, tá hann í gjár kunngjørdi, at hann hevði gjørt av at taka seg aftur sum valevni til forseta­ valið í Zimbabwe, ið verður fríggjadagin. Høvuðsorsøk­ ina sigur hann vera, at tað ber ikki til at fáa eitt rættvíst valúrslit. ­ Vit í andstøðuflokkinum kunnu ikki biðja fólk fara á val tann 27. juni, tá vit vita, at tað kann kosta teimum lívið. Vit fara ikki at taka lut í einum vali, sum er merkt av harðskapi, og sum í veruleikanum ikki er nak­ að val, segði Morgan Tsvan­ girai. Samstundis bað hann ST og afrikanska eindarfel­ agsskapin steðga tí, sum hann kallaði „eitt fólka­ morð“ í Zimbabwe. Andstøðuflokkurin vil vera við, at umleið 70 stuðlar hjá flokkinum hava latið lív í ágangi, sum við­ haldsmenn hjá Robert Muga­ be, forseta hava staðið fyri, og sum hevur til endamáls at ræða fólk frá at velja and­ støðuvalevnið. So seint sum í gjár lupu umleið túsund viðhaldsfólk hjá Mugabe á fólk, sum vóru komin á valfund hjá andstøðuni. Bangin fyri at tapa Zimbabwiska stjórnin segði í morgun, at hon hevði ikki fingið nakra formliga frá­ boðan frá Morgan Tsvan­ girai um, at hann tekur seg aftur sum forsetavalevni, og Patrick Chinamasa, løgmála­ ráðharri, segði, at kemur eingin formlig fráboðan frá Tsvangirai, verður forseta­ valið tann 27. juni sum ætlað. Sjálvur var løgmálaráð­ harrin ikki í iva um, hví Tsvangirai tosar um at taka seg aftur. ­ Hann er bangin fyri at tapa, og at ósigurin verður stórur. Fyri at sleppa undan tí hevur hann einki annað í at velja enn at taka seg aft­ ur, segði løgmálaráðharrin. Hann endurtók, at fæør val­ nevndin ikki eina skriftliga fráboðan frá Morgan Tsvan­ girai, verður forsetaval fríggjadagin. Tsvangirai tók seg aftur Myndugl­eikarnir í Fil­­ ipsoyggjunum stúra fyri, at meiri enn 800 doyðu, tá „Princess of Stars“ fór á l­and, hol­vdist og sakk l­eyg­ arkvøl­dið Í morgun vóru bara 32 fólk funnin á lívi, og umleið 150 vóru funnin deyð eftir van­ lukkuna við filipinsku oynna Sibuyam leygarkvøldið. Nógv­ ur vindur, ringur sjógvur og gloprarregn gera bjargingar­ arbeiðið trupult. Sambært reiðarínum vóru 724 ferða­ fólk við „Princess of Stars“, og manningin taldi 121. Tey bjargaðu hava greitt frá, at alt hendi ógvuliga skjótt, og at fleiri fingu als ikki stundir at fara til bjarg­ ingarbátarnar. Harafturat var so ringur sjógvur, tá van­ lukkan hendi, at fleiri av bjargingarbátunum holvd­ ust, tá teir komu á sjógvin. Tropiska ódnin Fengchen hevur herjað Filipsoyggjar­ nar um vikuskiftið, og fleiri hava spurt, hvussu tað bar til, at ferjan yvirhøvur sigldi í tí ringa veðrinum. Millum annað er komið fram, at „Princess of Stars“ slapp at fara frá bryggjuni í Manila fríggjakvøldið, hóast veður­ menninir høvdu boðað frá illveðri. Myndugleikarnir hava eisini funnist at reiðar­ ínum, sum eitur Sulpicio Lines, og fyribils hava hinar 21 ferjurnar hjá reiðarínum fingi forboð fyri at sigla. Kannast til botns ­ Tað er eingin ivi um, at reiðaríið hevur alla ábyrgd av vanlukkuni, sigur Elena Bautista, aðalskrivari í flutn­ ingsmálaráðnum í Manila, við Reuters. Filipinski forsetin, Gloria Arroyo, hevur kravt, at van­ lukkan verður kannað til botns. Hon vil hava at vita, hví ferjan fór avstað, sam­ stundis sum ein tropisk ódn var á veg. Forsetin vísir á, at ferjur hjá øðrum reiðar­ íum vórðu liggjandi við bryggju. Filipinska sjóverjan sigur, at „Princess of Stars“ var á veg inn undir land at kroka, tá skipið fekk maskinskaða. Sambært sjóverjuni hava fólk, sum sluppu livandi frá vanlukkuni, greitt frá, at ferjan sakk eitt korter eftir, at maskinurnar vóru steðg­ aðar. Ferja við 845 umborð sakk Morgan Tsvangirai tekur seg aftur sum forsetavalevni í Zimbabwe Mynd: Polfoto Vanlukkan við »Princess af Stars« hevur helst kostað meiri enn 800 mannalív Mynd: Polfoto