týsdagur 24. juni 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 119 - 24. juni 2008
5
Samtakið kring Miðlahúsið fevnir um Sosialin og Miðlavarpið, ið rekur Rás2. Í samtakinum starvast í dag 42 fólk.
Starvslýsing: Journalistur til Miðlahúsið
miðlahúsið í Vágsbotni
Hevur tú ein miðlamann í búkinum?
Kom og hjálp okkum at menna Rás2, Sosialin og Portalin. Í Miðlahúsinum í Vágsbotni vilja vit
støðugt styrkja okkum til avbjóðingarnar í einum livandi fjølmiðlaheimi.
Síðani oktober í fjør hevur Rás2 verið partur av okkara samtaki, sum er í støðugari menning.
Nú sóknast vit eftir fólki at styrkja um tíðinda- og aktualitets partin á redaktiónini, fyrst og
fremst á Rás2.
Sum partur av Miðlahúsinum fær tú møguleikan at virka í einum livandi og dynamiskum
fjølmiðlaumhvørvi, har vit í felag royna at gagnnýta styrkir og møguleikar hjá okkara miðlum.
So hevur tú hug til tíðindaheimin? Nøs fyri eini góðari søgu? Hevur tú hug og evni, bæði at
arbeiða sjálvstøðugt og tætt saman við øðrum. Og dámar tær avbjóðingar? So lat okkum frætta
frá tær!
Útbúgving og/ella royndir innan fjølmiðlaøkið eru absolutt fyrimunir, men tó ikki treytir.
Tú byrjar í starvi hjá okkum skjótast tilber, men helst ikki seinni enn 1. august.
Tú frættir meira um starvið við at seta teg í samband við Jan Müller, stjóra, á telefon 341800.
Eisini ber til at senda teldubræv til jan@sosialurin.fo
Merkið brævbjálvan »umsókn« og sendið hesa í seinasta lagi 15. juli til:
P/F Miðlavarpið
Postsmoga 76
FO-110 Tórshavn