Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juni 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 119 - 24. juni 2008 Í dag er Jóansøka Sjálvt um Jóansøkan varð hildin seinasta vikuskifti, er tað í dag, dagurin eitur Jóansøka. Minningardagurin hjá halgimennum var vanliga deyðadagur teirra, men hjá Johannes Doyparanum er tað føðingardagurin, ið verður hildin, av tí at hann var heilagur longu í móðurlívi. Byggiverkætlan Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Enn ein stór byggiverkætlan í Havn varð í dag løgd fram fyri almenningin. Tað eru teir báðir Jónsvein Joensen og Jógvan Hugo Hansen, ið standa aftanfyri verkætlan­ ina, sum hevur verið í umbúna seinastu tvey árini. Verkætlanin er í veru­ leikanum ein heildarætlan fyri miðbýin í Havn. Hon inniber, at byggja úteftir havnalagnum frá Bursa­ tanga og heilt út á Skansa­ bryggjuna. Talan er í stutt­ um um 350 íbúðir, 2200 skrivstovupláss, 12000 fermetrar til handlar, hotell við 250 kømunum, konsert­ og ráðstevnuhølir við plássi til 4000 fólk og 2100 park­ eringsbásar. Hetta er fyrsta stigið til eina heildarætlan fyri innara miðbýin millum Skansan, Viðarlundina og Sandá­ gerð. Umsókn latin P/F Havnar Bryggja, ið partafelagið handan ætlan­ ina eitur, hevur í dag latið eina umsókn um byggiloyvi inn til Tórshavnar Komm­ unu. Vit hava arbeitt við hesari ætlanini í tvey ár, og nú Jógvan Hugo Hansen og Jónsvein Joensen hava seinastu tvey árini arbeitt við einari stórari verkætlan, sum varð løgd fram í Miðlahúsinum í dag Mynd: Jens Kristian Vang Havnin skal gerast altjóða metropolur Ein stórsligin verk­ætlan í milliardak­lassanum sk­al broyta havnarlagið í Havn frá einum bingjuplássi við sk­rambli til eitt attrak­tivt øk­i, har fólk­ k­unnu búgva og arbeiða sum vit k­enna tað úr grannalondunum. Ætlanin fevnir eitt nú um vinnu- og íbúðarøk­i á havnalagnum í Havn