týsdagur 24. juni 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 119 - 24. juni 2008
Livandi skeljadjór í bingjum
Ein nýggjur containari, sum Mærsk júst hevur tikið í brúk, ger tað
møguligt at flyta livandi skeljadjór um allan knøttin. Í hvørjum
containara eru 20 tangar, sum hvør tekur 1500 litrar. Sjógvurin verður
køldur niður, sum ger at skeljadjórini fara í dvala. Møguligt er at hava
skeljadjórini í slíkum containara í upp til tríggjar vikur, sum er nóg
mikið til at sigla úr Fjareysturi til Europa. Prísurin á feskum skelja
djórum er upp til seks ferðir betur, enn hann er á frystum
skeljadjórum. Hóast tað, so hækkaði prísurin við 8,8 prosentum á
feskum, meðan prísurin á frystum hækkaði við 3,3 prosentum seinasta
ár.
halda vit, at tíðin er búgvin
til eitt alment kjak um verk
ætlanina. Vit hava latið
kommununi eina umsókn,
og tí er málið nú politiskt,
sigur Jónsvein Joensen.
Hann greiður frá, at
felagið hevur havt samskift
við almennar myndugleikar
um verkætlanina, og teir
hava góðar vónir um eina
positiva viðgerð frá komm
unalu umsitingini og polit
isku skipanini.
Vit vilja gjarna lyfta mið
býin upp á eitt altjóða støði
við íbúðar, vinnu og trivn
aðarmøguleikum og blása
nýtt lív í havnalagið, greiðir
Jónsvein Joensen frá.
Ætlanin er at skapa eitt
umhvørvi framvið bryggju
kantinum við øllum hent
leikum, sum vit kenna frá
havnaløgum í øðrum býum.
Økið fer at kunna hýsa
7.500 fólkum í senn.
Fígging
Kostnaðurin fyri hesa verk
ætlanina er í milliardaklass
anum, og tí er greitt, at
sterkir fíggjarligir íleggjarar
mugu vera knýttir at ætl
anini, fyri at hon ikki skal
kvalast í føðingini.
Fyrireikararnir greiða frá,
at kostnaðurin fyri hvørt
byggistig liggur ímillum
150 og 300 milliónir krónur,
og talan er um eini 1015
byggistig alt eftir hvussu
verkætlanin meira ítøkiliga
fer at síggja út.
Tann stóri spurningurin
er tí, um felagið hevur
tryggjað sær fígging, og
hvussu realistisk verkætlan
in er. Føroyingar hava sein
astu árini hoyrt um fleiri
verkætlanir í hundrað milli
óna klassanum. Verkætlanin
í Stórutjørn hevur havt fleiri
byrjunartrupulleikar,
og
verkætlanin uppi við Mið
lon er eftir øllum at døma
enn á tekniborðinum.
Vit hava fingið allar tær
fíggjarligu tilsagnir, sum
vit hava tørv á til at fara
undir verkætlanina, og tí er
hendan ætlanin sera realist
isk, sigur Jógvan Joensen.
Hann vil tó ikki siga
nágreiniliga, hvørjar íleggj
arar talan er um.
P/F Havnar Bryggja er
eitt føroyskt felag við før
oyskum
og
útlendskum
íleggjarum, og Jónsvein
Joensen sigur, at felagið
hevur tryggjað sær fígging
til
øll
byggistigini
í
verkætlanini.
Nú skal umsóknin so við
gerast í býráðnum, men
hendan ætlanin er ikki
ókend hjá politikarum í Tórs
havnar
Býráð.
Fyrsta
framløgan var longu fyri
einum ári síðani, men nú er
ætlanin meira ítøkilig og
búgvin til politiska viðgerð.
350 Íbúðir á 100 m2 + 5000 m2 felags
Skrivstovur og almenn hølir. 55.000 m2,
umleið 2.200 skrivstovupláss.
Handlar 12.000 m2
Hotell við 250 kømurum. 23.000 m2
Konsert- og ráðstevnuhølir upp til 4.000 fólk.
10.000 m2
2100 Bilaparkeringsbásar. 52.000 m2
Bryggjan fer at hýsa upp til 7.500 fólkum í senn
FAKTA um verkætlanina