týsdagur 24. juni 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 119 - 24. juni 2008
Soleiðis eitur verkætl
anin hjá heimskenda
Lutz Phannenstiel,
sum í løtuni kannar
møguleikarnar fyri
stuðli í Føroyum. Á
einum tíðindafundi
á Hotel Føroyum í
gjár, greiddi hann
føroyskum myndug
leikum og vinnulívi
frá verkætlanini,
sum snýr seg um ein
fótbóltsdyst á Suður
pólinum í 2009
Ítróttur
Bjørk Olsen
bjork@sosialurin.fo
Lutz Phannenstiel er heims
kendur fyri at vera tann fyrsti
nakrantíð, ið hevur spælt
yrkisfótbólt í øllum heims
pørtum, har skipaður fótbólt
ur verður leiktur. Nú manglar
hann bara Suðurpólin, men
tað fer nú at broytast. Heims
kendi fótbóltsleikarin fer at
nýta høvið at skipa fyri
einum dysti í seinasta heims
partinum á Antarktis við tí
fyri eygað at forða heimstrup
ulleikanum Global Warming.
Dysturin verður spældur í
desembur 2009, og Lutz
Phannenstiel ferðast nú runt
til ymisk lond at søkja stuðul
til verkætlanina og er hesar
dagarnar er hann í Føroyum
við
konu
síni,
Amaliu
Phannenstiel.
Í gjár samlaðust føroysk
vinnulív og myndugleikar á
Hotel Føroyum, har verkætl
anin varð greidd frá. Tvey
lið fara at leika ímóti hvørj
um øðrum. Annað liðið
verður mannað av kendum
fótbóltsleikarum, og hitt
verður mannað av øðrum
kendum. Lutz Phannenstiel
avdúkaði, at millum annað
kendi sjónleikarin Leonardo
DiCaprio og tónleikarin
Robbie Williams fara at
manna annað liðið. Øll, ið
leika, stuðla endamálinum
at forða Global Warming
og gera hetta ókeypis. Dyst
urin verður spældur á flog
vøllinum í Punta Arenas, av
tí at eingin rættur fótbólts
vøllur er á landinum.
Fleiri dystir verða spældir
áðrenn og eftir dystinum á
Antarktis. Lutz Phannenstiel
mannar eitt lið av dugna
ligum fótbóltsleikarum og
fer síðan at skipa fyri dyst
um ímóti øðrum landsliðum
kring allan heimin. Í 2010
er ætlanin at leika í Føroy
um, Íslandi og Grønlandi.
Verkætlanin kemur at kosta
einar 195 mió krónur til
samans.
Bara mannligir
leikarar
40 Kendir fótbóltspælarar
og 10 kendar stjørnur innan
ymiskum yrkjum fara at
leika á Antarktis í desembur
næsta ár, men eingin konu
fólk eru ímillum hesu. Tá
ið Sosialurin spyr Lutz
Phannenstiel, hví hann bara
nýtir mannligar stjørnur,
tekur Amalia Phannenstiel,
kona hansara, yvir.
Mannfólkini hava ígjøg
num allar tíðir kempa og
syrgt fyri kvinnunum. Lat
teir kempa. Okkara uppgáva
er at ansa eldstaðnum og
børnunum.
Lutz Phannenstiel greiðir
síðan frá, at tað ber ikki til
at blanda mannfólk og konu
fólk, tá ið tað snýr seg um
fótbólt.
Tað mann ikki vera stór
ur munur á Madonnu og
Robbie Williams á einum
fótbóltsvølli, svarar ein úr
salinum.
Føroyskir stuðlar
Lutz Phannenstiel samstarv
ar
við
filmsfyritøkuna
»Warner Brothers«, ið sam
an við honum fer at fram
leiða fimm filmar um verk
ætlanina,
har
stuðlarnir
verða vístir sum fyritøku og
land. Filmarnir vera 90 min
uttir langir, ið riggar til
navnið á verkætlanini, og
teir verða vístir á einari sjón
varpsrás í Týsklandi og á
kendum
sjónvarpsrásum
sum »Discovery«, ið verður
víst um allan heimin.
Verkætlanin
er
longu
stuðlað av landstýrinum í
Chile og í Russlandi, men
enn er fíggjanin ikki nøkt
andi.
Hóast
landstýrisfundur
var í gjár, var landstýrið
væl umboðað á tíðindafund
inum. Høgni Hoydal, lands
stýrismaður í uttanríkismál
um, Torbjørn
Jacobsen,
landsstýrismaður í fiskimál
um og Jóannes Eidesgaard,
løgmaður vóru tilstaðar.
Løgmaður greiddi frá, at
tey høvdu onga beinleiðis
ætlan at stuðla, men vildu
kanna og sýna áhuga fyri
verkætlanini. Elin Heinesen,
stjóri á Samvit, stuðlar hug
skotinum og umhugsar at
gera verkætlanina til ein
part av einum verkskeiði,
stovnurin skipar fyri. Før
oya Banki ætlar tó heldur
ikki at stuðla verkætlanini.
Bankin fer ikki at stuðla
verkætlanini
beinleiðis,
men er kanska sinnaður at
luttaka onkursvegna, um
tað inngongur í føroysku
ætlanini at branda landinum
úteftir, sigur Sámal Kristian
Jacobsen, marknaðarleiðari
í Føroya Banka.
90 minutes
Jóannes Ejdesgaard,
løgmaður, var á
tíðindafundinum, har Lutz
Phannenstiel greiddi frá
sínari verkætlan. Løgmaður
ætlar ikki beinleiðis at stuðla
verkætlanini
Heimskenda fótbóltsparið, Amalia og Lutz
Phannenstiel, eru í løtuni í Føroyum at søkja stuðul
frá føroyskum vinnulívi og myndugleikum til eina
verkætlan ímóti Global Warming
Á tíðindafundinum á Hotel Føroyum í gjár greiddi týski
málverjin, Lutz Phannenstiel, frá fótbóltsdystinum, ið verður
spældur á Suðurpólinum næsta ár
Svenskur tungmálmur á Fjarðafestivalin
Fyri átta árum síðani sá svenski tungmálmsbólkurin MAMMUTH dagsins ljós. Síðani hevur bara
gingið støðugt frammá hjá bólkinum. Teirra tónleikaliga støði hækkar alla tíðina og teirra seinasta
fløga The Cardiac Defect verður róst til skýggja og ber boð um at her er ein bólkur sum er á veg upp í
hæddirnar, . Teir hava spælt og spæla á flestu stóru festivalunum runt um í Europa t.d. Flevo Holland,
Greenbelt Ongland, Skærgård Noreg og nú koma eir so á ársins Fjarðafestival. Allastaðni borðreiða teir
við eini frammførðslu sum situr eftir í kenslum áhoyrarans. Eingin ivi um at “rockfreaks” kunnu gleða
seg til at rimmar brak tá ið MAMMUTH fer á pallin í Skálafirði seinasta vikuskiftið í august. www.
myspace.com/mammuth, www.mammuth.se