týsdagur 24. juni 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 119 - 24. juni 2008
Jan Christiansen
sær ikki skógina fyri
berum trøðum og
hevur lagt seg sum
eina forðing fyri
øllum framburði í
Havn, sigur sigur
Heðin Mortensen,
borgarstjóri
Kommunu
politiKKur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Eg frábiði mær at verða
kallaður ábyrgdarleysur av
Jan Christiansen, fyrrver-
andi borgarstjóra í Havn.
Tað
staðfestir
Heðin
Mortensen, sum nú situr í
borgarstjórasessinum
í
Tórhavnar Kommunu.
Í Sosialinum í gjár fanst
Jan Christiansen harðliga at
førda fíggjarpolitikkinum
hjá samgonguni í Tórs-
havnar Býráð. Hann sigur,
at ongar íløguraðfestingar
eru gjørdar og at tað er
skilligt, at íløgupolitikkurin
er grundaður á eina lántøku
upp á einar 100 milliónir
um ári
Tí er vandi fyri, at borg-
arar í Tórshavnar Kommunu
kom at standa sum Føroya
størstu skuldarreyvar um
nøkur fá ár.
Gjalda av tøkum
peningi
- Hetta er fullkomiliga
burturvið, tí samgongan í
býráðnum er framskygd og
ger
íløgur
eftir
einum
tryggum leisti til gagns fyri
alla kommununa og fyri alt
samfelagið.
Allar íløgurnar, vit hava
gjørt, hava vit goldið og tær
íløgurnar, vit ætla at gera,
fara vit eisini at gjalda av
tøkum peningi, tí Tórs-
havnar Kommuna skyldar
ikki eitt oyra í dag.
Heðin Mortensen sigur,
at veruleikin er, at Jan
Christiansen sær ikki skóg-
ina fyri berum trøðum og
hevur lagt seg sum eina
forðing fyri øllum framburði
í kommununi.
Hann ásannar, at Jan
Christiansen hevur rætt í, at
talan er um at gera nógvar
íløgur tey næstu árini.
Sjálvur øtast Jan Christ-
iansen við, at talan er um at
gera einar 16 íløgur fyri eina
milliard tey næstu árini.
- Eg vil heldur siga, at
íløgutørvurin í Tórshavnar
kommunu nærkast tveimum
milliardum tey næstu árini,
eitt nú íløgur sum Jan
Christiansen útsetti í síni
tíð sum borgarstjóri.
- Men ein býráðslimur,
sum Jan Christiansen, sum
eisini er limur í fíggjar-
nevndini, átti at skilt, at tað
er ein himmalvíður munur
á teimum ynskjum og ætlan-
um vit hava og á teimum
útbyggingum, vit hava sam-
tykt í býráðnum.
- So leingi onki er sam-
tykt, kann tað ikki roknast
ein íløga.
- Av teimum 16 íløgunum,
Jan Christiansen nevnir upp
á eina milliard, eru veru-
leikin tann, at bara tríggjar
eru samtyktar higartil. Tað
er skúlin í Hoyvík, fimleika-
høllin við Tórsvøll og renni-
breytin, sum verður liðug
heilt skjótt.
- Allar hesar íløgur verða
fíggjaðar við tøkum peningi,
tí tað hevur býráðið samtykt
og tað verður altso ikki alt
goldið eftir einum ári, tí
byggingarnar taka tíð.
Í ár hevur Tórshavnar
Kommuna eina íløguætlan
upp á 256 milliónir og sum
er samtykt í býráðnum og
tað er ikki bygt á eina
lántøku upp á 100 milliónir
í ár, soleiðis, sum Jan
Christiansen førir fram.
- Okkara endamál er at
vera
sjálvfíggjandi
við
teimum íløgum, vit gera.
Men tað veldst eisini um,
hvussu stóra ferð, vit seta á.
Vit skylda onki og kunnu
taka næstan 600 milliónir í
láni, so um vit taka eina lán-
tøku, er tað ongin ólukka.
Kortini leggur borgar-
stjórin dent á, at sum støðan
er nú, hevur kommunan
ikki brúk fyri at taka lán og
tað eru heldur ongar ætlanir
um tað.
- Vit raðfesta soleiðis, at
vit vilja verða sjálvfíggj-
andi, men hvat kann henda
einaferð, ber sjálvandi ikki
til at siga.
Hava greiða
raðfesting
Men Heðin Mortensen stað-
festir, at kommunan klárar
neyvan
at
brúka
allan
íløgupeningin, tí tað mangl-
ar arbeiðsmegi í landinum.
Nú minnist eg, at á býráðs
fundi, tá ið fíggjarætlanin
varð samtykt, vísti Jan
Christiansen nettupp á, at
talan var um eina fullkomi
liga órealistiska íløguætlan,
tí Býráðið fór aldrin at
megna at seta øll hesi
arbeiðini ígongd?
- Tað er rætt, men tað var
so tann avgjørda ætlanin
hjá okkum at halda okkum
til hesa ætlanina, men at tað
manglar arbeiðsmegi, fáa
vit onki gjørt við og so
steðga íløgurnar av sær
sjálvum.
Hinvegin
leggur
hann
afturat, at talan er ikki um
luksusíløgur, men í stóran
mun um íløgur, sum landið
hevur álagt kommunum.
Eitt nú skal alt kloakútlát
vera reint í 2010 og vit eru
eisini trýst til at átaka okkum
ábyrgdina av eldraøkinum,
hóast tað í veruleikanum er
ein landsuppgáva.
- Men landið hevur for-
sømt økið so grovliga, at
kommunurnar eru trýstar at
taka ábyrgdina, tí vit kunnu
ikki forsvara at venda tað
blinda eyga til, akkurát,
sum landið hevur gjørt.
Heðin Mortensen stað-
festir eisini, at samgongan í
býráðnum hevur eina greiða
raðfestingarætlan.
- Men sjálvandi er Jan
Christiansen ikki við í
hesum raðfesting, tí hann er
ikki við í samgonguni.
Men hann staðfestir, at
tað fyrsta samgongan rað-
festi, var at fáa bíðilistan til
barnaansing burtur. Fyribils
hevur býráðið raðfest íløgur
í skúlar og tað fer at taka
nógva orku, har nýggir
skúlar
verða
bygdir
í
Hoyvík og á Argjum og
ábøtur á Kommunuskúlan
og St. Frantsskúla. Síðani
verður eldraøkið raðfest við
stórum røktarheimið Yviri
við Strond.
Somuleiðis er raðfest,
hvussu nógv skal brúkast
til hvørt øki sær, bæði
mentamál sosialmál o.s.fr.
Annars hava vit gjørt
okkara raðfestingar í sam-
gonguskjalinum, men rað-
festingar kunnu broytast
alla tíðina og tí samtykkja
vit so hvørt, hvat skal gerast
nú og hvat skal bíða-tað
kann vera tí, at tað ikki er
klárt at fara undir av ymsum
orsøkum. Eitt nú kann tað
vera ymiskt, hvussu langa
tíð tað tekur at fáa fatur á
byggilendi. Og tí vera
málini tikin fram so hvørt,
tey eru búgvin til politiska
støðutakan.
Tí tænir tað ongum enda-
máli at gera langtíðarrað-
festingar út í æsir, tí tær
kunnu broytast so hvørt,
sum samfelagið broytist og
so hvørt, umstøðurnar broyt-
ast, sigur Heðin Mortensen.
Frábiður sær at verða kallaður
ábyrgdarleysur
Eg frábiði mær at verða
kallaður ábyrgdarleysur av
fyrrverandi borgarstjóra og
vit hava ongar ætlanir um at
seta borgarar í Tórshavnar
Kommunu í stóra skuld,
sigur Heðin Mortensen.
Her avmyndaður saman
við Bjørgfríð Ludvig,
miðfyrisitingarstjóra
Færri vilja verða lærari
Hóast pláss er fyri 48 lesandi á Føroya Læraraskúla, so
høvdu einans 44 latið inn umsóknarblað, tá freistin var
úti í gjár kl 15. Av hesi orsøk er freistin longd til 1. juli.
Til pedagogútbúgvingina var øðrvísi, tí har hava 65 søkt
um at sleppa á tey 48 plássini. Í fjør søktu 90 fólk inn á
læraraskúlan og 50 inn á pedagogútbúgvingina. - Tað er
ein kapping um ungdómin, bæði í Føroyum og uttan-
lands. Vit hava einki arbeiðsloysi, og tey ungu tjena nógv-
ar pengar á arbeiðsmarknaðinum, sigur Jóannes Hansen,
rektari á Føroya Læraraskúla.
Skúlatannlækni
í summarfrítíðini
Foreldur at børnum í Klaksvíkar, Gøtu og Skála kommunum,
ið skulu hava bráfeingis tíð til skúlatannlækna í summarfrítíðini,
verða nú biðin at at boða frá í Miðlan tlf. 410000. Klaksvíkar,
Gøtu og Skála barnatannarøkt samstarva um vaktarskipanina
summarið 2008. Skipanin byrjar fríggjadagin 4. juli og varar til og
við fríggjadagin 15. august. Í hesum tíðarskeiði verða viðgerðar-
tíðirnar hvønn fríggjadag frá klokkan 9 og úteftir. Miðlan í Klaks-
vík umsitur vaktarskipanina.