týsdagur 24. juni 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 119 - 24. juni 2008
Landsstýrið brúkti
í fjør 3,5 milliónir
krónur til menningar
hjálp, men ætlanin er
so líðandi at hækka
játtanina, tó at tað
gongur long tíð,
áðrenn málið upp á
0,7 prosent av BTÚ
– sum í dag svarar til
84 milliónir – er nátt
MENNINGARHJÁLP
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Síðani lógin um altjóða
menningarsamstarv
varð
samtykt í mai í fjør, hevur
verið arbeitt miðvíst á
økinum. Og í fjør var
landsstýrið
við
í
sjey
verkætlanum.
ST mælir ídnaðarlondum
til at lata 0,7% av BTÚ til
menningarsamstarv, men í
meðal er hetta talið tó bert
0,47. Hetta er tó munandi
meiri enn tey 0,03%, sum
Føroyar lata.
Landsstýrið hevur sett
eina nevnd at ráðgeva í men
ningarsamstarvsspurningu
m, og í henni sita Marita
Rasmussen, forkvinna, stjóri
í
Vinnuhúsinum,
Snorri
Brend, næstformaður, blað
maður, Lars Tostrup, stjóri í
Norrønt
Atlantssamstarv,
Heðin D. Poulsen, løgfrøð
ingur, og Óluva Niclasen,
deildarleiðari
á
Heilsu
frøðiligu Starvsstovuni.
Nevndin hevur havt sjey
fundir,
har
hon
hevur
viðgjørt umsóknirnar, sum
landsstýrið hevur fingið, og
gjørt síni tilmæli.
Peningurin verður allur
nýttur til verkætlanirnar, tí
einki verður nýtt til umsiting
av hesi játtanini.
Vit hava valt at veita
peningin gjøgnum sjálv
bodnar felagsskapir, sum
vit hava fult álit á. Á tann
hátt sleppa vit undan at
byggja upp eina stóra um
siting, men kunnu veita pen
ingin trygt gjøgnum so
nevndar NGO’arar (Non
Governmental
Organiza
tion), sigur Høgni Hoydal,
sum umsitir menningar
hjálparmál.
Sjey verkætlanir
Sum nevnt hevur landsstýrið
valt at stuðla sjey verk
ætlanum í fjør. Ein lítil
millión er latin til Indonesia,
har peningurin er markaður
til trygd á sjónum.
Helmingurin at peningi
num fer til beinleiðis trygd
umborð á bátunum, eitt nú
skulu bátarnir fáa bjarg
ingarbeltir. Hin helmingurin
fer til at menna fiskivinnu
marknaðin. Tað er hjálpar
felagsskapurin
Mercy
Corps, sum umsitur hesa
verkætlanina fyri lands
stýrið.
Ein onnur verkætlan er í
Kenya, har landsstýrið játt
aði 20.000 krónur at upp
lýsa um HIV/AIDS. Hetta
verður gjørt á ein øðrvísi
hátt við tað at upplýsingin
verður framd gjøgnum ein
fótbóltsskúla. Umsóknin til
hetta tiltak er komin frá
Oluf Mortensen í Havn,
sum er føroyski venjarin í
hesi verkætlan.
Ein triðja verkætlan er í
Kongo, har smáar 500.000
krónur vórðu játtaðar til at
byggja 110 hús fyri. Hesi
skulu nýtast til at húsa
flóttafólkum, sum venda
heim aftur til landið.
900.000 krónur vórðu
játtaðar til skúla í Liberia
gjøgnum ABCbarnahjálp
ina í Føroyum. Skúlin skal
byggjast í býnum Monrovia,
og ætlanin er, at hesin skal
húsa 500 næmingum.
Eisini hevur landsstýrið
játtað 400.000 krónur til
World Food Programme,
sum á hvørjum ári sendir út
áheitan á lond um at stuðla,
har sum hungursneyð rakar.
Í ár mælti WFP føroyum til
at stuðla eini verkætlan í
Senegal.
Ein onnur skúlaverkætlan
er í Tanzania, har landsstýrið
játtaði einari umsókn og læt
42.000 krónur til verkætlan
ina. Hartil játtaði landsstýrið
saman
við
australsku
stjórnini 650.000 krónur í
ein grunn, sum Heimsbankin
umsitur, ið skal stuðla Palau
oyggjunum í at byggja upp
eina oljuumsiting.
Aftrat hesum kann nevn
ast, at umsitingin í 2006
játtaði at luttaka í einari
bróstmjólkaverkætlan
við
einari
millión.
Her
er
trupulleikin tann, at pulvur
mjólka framleiðarar rinda
møðrum pening fyri ikki at
geva bróstmjólk, men held
ur geva børnunum pulvur
mjólk.
Umframt meningarsam
starv læt landsstýrið eisini
550.000m krónur í bein
leiðis neyðhjálp. 150.000
fóru til mat til flóttafólk í
Darfur, 150.000 til mat og
aðra neyðsynjarhjálp í Peru
og 250.000 krónur til Bangla
desh eftir ódnina Sidr.
Betra um sjótrygd í Indonesia
Tað er Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum,
sum umsitir menningarsamstarv
Mynd: Jens Kristian Vang
Barbara á Tjaldrafløtti greiddi frá teimum
verkætlanunum, sum landsstýrið tók lut í í fjør
Mynd: Jens Kristian Vang
950 fáa sekkin
Amerikanska flogfelagið United Airlines, sum er tað
næststørsta í USA, er í álvarssomum trupulleikum, og sum
eina roynd at sleppa burtur úr teimum hevur leiðslan gjørt
av, at 950 starvsfólk skulu fáa sekkin. Hetta er aðru ferð, at
United Airlines boðar frá uppsangum, og fyrru ferð var talan
um 1.600 starvsfólk. Leiðslan í UA sigur við blaðið Times,
at eins og fyrru ferð er tað tað dýra brennievnið til
flogførini, sum er orsøk til uppsagnirnar.
Fáa fleiri nøvn
Í mong ár hava donsk foreldur valt at geva sínum
børnum eitt fornavn afturat eftirnavninum, men hesin
siðurin er eftir øllum at døma við at hvørva nú. Blaðið
JydskeVestkysten skrivar, at alt fleiri børn fáa trý, fýra
ella fimm fornøvn umframt eftirnavnið. Ein prestur,
sum blaðið hevur tosað við, sigur, at av teimum meiri
enn 40 børnunum, sum hann hevur doypt tað seinasta
árið, vóru bara tvey, sum høvdu eitt fornavn.