Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juni 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 119 - 24. juni 2008 Eini sjeyti størv skulu niðurleggjast í Postverkinum komandi árini, harav tað mesta er natúrlig frágongd. Harumframt skulu lønarútreiðslurnar minka við eini 25 milliónum krónum Postverk Føroya Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Postverk Føroya hevur tvey tey seinastu árini havt hall á rakstrinum, og heldur ver­ andi gongd fram er eginpen­ ingurin burtur um trý ár. Hallið í fjør var á leið 2,2 milliónir krónur, og árið fyri var eisini undirskot á botnlinjuni. Leiðslan í Post­ verkinum hevur tí gjørt eina trý ára ætlan, sum skal bjarga felagnum. Ben Arabo, nevndarfor­ maður, greiddi á tíðinda­ fundi mánadagin frá støðuni og framtíðarútlitunum hjá Postverkinum. Høvuðstrup­ ulleikin er, at postmarknað­ urin minkar skjótt, og at marknaðartillagingin av Postverkinum gongur ov seint. Síðan Postverkið bleiv umskipað til partafelag kann felagið sjálvandi ikki liva við einum stórum undir­ skoti á hvørjum ári. Og tað standa stórar broyt­ ingar fyri framman í Post­ verkinum. Ikki færri enn sjeyti størv verða niðurløgd komandi árini. Tað mesta av hesum stendst av natúr­ ligari frágongd, av tí at mið­ alaldurin í Postverkinum er høgur, og fleiri fara frá fyri aldur í hesum tíðarskeið­ num. Stór minking í brævaflutningi Leiðslan í P/F Postverk Før­ oya legði mánadagin sínar broytingarætlaninar fram. Málið hjá leiðsluni er, at raksturin skal geva yvirskot innanfyri trý ár, og ein av hættunum at røkka hesum máli er, at fleksibiliteturin skal økjast, soleiðis at starvsfólk røkja meira enn eina uppgávu í fyritøkuni. Umskipanin av postútber­ ingini, sum bar í sær, at posturin verður borin út seinnapartar av fólki í parttíðarstarvi, var fyrsti liður í hesi ætlan. Brævaflutningurin hevur verið í stórari minking sein­ astu árini, og av tí at hetta hevur verið berandi virk­ semið í Postverki Føroya, er neyðugt við tillagingum. Ben Arabo greiddi frá, at brævaflutningurin er mink­ aður við átta prosentum seinasta árið, og hetta hevur havt avleiðingar fyri Post­ verkið, sum má tillaga virk­ semið til nýggja veruleikan. Brævaflutningurin, sum hevur verið tann mest týð­ andi parturin av virksemi­ num hjá Postverkinum, fer væntandi at lækka enn meira. Í fleiri øðrum londum hava postverkini havt eina stóra øking í pakkaflutningi orsakað av størri nethandli, men í Føroyum hevur net­ handilin ikki veruliga tikið dik á seg enn, og tí hevur Postverkið ikki fingið nak­ að virksemi ístaðinfyri tann minkandi brævaflutningin. Postavgreiðsla á Shell ­ Leiðslan metir, at tað er neyðugt at ganga nýggjar leiðir fyri at røkka teimum málum, hon hevur sett sær, og fyrsta stigið er at umskipa postflutningin, soleiðis at privatu kundarnir fáa postin aftaná arbeiðstíð, meðan vinnukundarnir verða røktir í arbeiðstíð, segði Sofus Clementsen, stjóri. Hendan effektivisering fer at merkja ein betraðan rakstur uppá 8 milliónir krónur eftir trý ár sambært útrokningum hjá leiðsluni. Harumframt er ein sam­ starvsavtala gjørd við Før­ oya Shell um at seta post­ tøkur upp á bensinstøðum kring landið. Posttøkur eru diskar, har tað er møguligt at avgreiða øll tey vanligastu ørindini á posthúsinum frá klokkan sjey á morgni til klokkan ellivu á kvøldi. Tann fyrsta posttøkan verð­ ur sett upp á Shellstøðini í Gøtudali í oktober. Síðani verða fleiri posttøkur setta upp í 2009. Í samband við tey smáu posthúsini kring landið greiddi Sofus Clementsen frá, at Postverkið er bundið til at hava 21 posthús opin inntil 2010, men eftir tað vera eftir ætlan sjey posthús í Føroyum. Postverkið skal trimmast Sofus Clementsen, stjóri í Postverkinum, og Ben Arabo, nevndarformaður, greiða frá nýggju ætlanunum hjá Postverki Føroya. Í framtíðini skal Føroya fólk venja seg við at avgreiða síni postin í einari automatiskari posttøku, sum sæst á myndini. Tær fara at standa á Shellstøðum kring landið Leitaðu eftir ísbjørn Tilburðirnir í seinastuni við tveimum grønlendskum ísbjarnum í Íslandi hava sum vera man fingið fólk á Norðurlandinum at halda eitt vakið eyga við náttúruni og stundum eitt ov vakið eyga. Í gjár fingu myndugleikarnir boð um, at fólk høvdu sæð ei na ísbjørn á Skaga á Norður­ landinum, og sjóverjan sendi alt fyri eitt eina tyrlu úr Reykjavík at leita. Men tyrlan fann einki, og ein onnur tyrla, sum leitaði seinni, fann heldur onga bjørn, skriva bløðini. Minni av stórhvali Tøl, sum vísindanevndin hjá altjóða hvalaveiðinevndini IWC hevur lagt fram, vísa, at sildrekastovnurin á íslendska landgrunninum er minkaður nógv tey seinastu árini. Í fjør vísti ein teljing, at umleið 10.600 sildrekar vóru á landgrunninum, og tað var munandi minni enn í teljingini í 2001. Felags føroyska­íslendska hvalateljingin í fjør vísti eisini, at talið á langer minkað nakað saman­ borið við teljingina fyri sjey árum síðani, skrivar Vísir.