Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juni 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 119 - 24. juni 2008 13 Nú ein hoyrir alt meira um fíggjarligar trupulleikar innan altjóða flogferðslu orsakað økta kapping og hækkandi orkuprísir, fekk eg ein sannan kvøkk, tá eg í Sosialinum tann 20. juni ’08 las, at leiðslan í Atlants­ flog hevði selt helmingin av partabrøvum sínum. Sum ein møguligur íleggjari undrar tað meg, at leiðslan longu nú velur at brúka viðtøkubroytingina frá aðalfundinum 3. apríl, hvar aðalfundurin heimild­ aði nevndini í felagnum at keypa egin partabrøv fyri ein prís, sum hægst má víkja 10 prosent frá markn­ aðarprísinum (í praksis merkir hetta tó 10 prosent yvir marknaðarprísin, tá tað er torført at hugsa sær, at nakar vil selja undir marknaðarprísin). Tann stóri spurningurin sum eftir stendur er: Hví velur leiðslan í Atlantsflog at sleppa sær av við ein so stóran part av íløgu síni í einum felag, sum leiðslan hevur fult innlit í....? Tá hugsað verður um tað stutta tíðarskeiðið sum er fráliðið frá viðtøkubroyt­ ingini, kann framferðin hjá leiðsluni í Atlantsflog lætt tulkast sum um, at leiðslan sær framtíðarútlitini hjá Atlantsflogi sum verandi sera døpur, og hon nú vil tryggja sær, at fíggjarliga tapið, sum íløgan í Atlants­ flog síðan skrásetanina á virðisbrævamarknaðinum 10. desember ’07, fram til nú, hevur havt við sær ikki gerst enn størri. Herumframt hevur fleiri ferðir verið at lisið í fjøl­ miðlum tíðindir um óhepn­ ar tekniskar trupulleikar við flogførunum hjá Atlantsflog, og í hesum døgum er eitt nú í donsk­ um fjølmiðlum enn fleiri tíðindir av sama slag um flogfør av slagnum BAe 146. T.d. kann í Nyheds­ avisen, www.avisen.dk, leygardagin 21. juni, undir yvirskriftini “SAS’s nye fly gasser piloterne” lesast, at flogfør av slagnum BAe 146 á www.pprun.org, eitt forum fyri professionellar flogskipara, verður kalla “gasskamarið”, meðan ein flogskipari verður siteraður fyri at siga: “BAe 146 er en gammel bunke junk, som pumper forskellige mængder giftige gasser i alle kabiner. Det bliver ved med at ske over hele verd­ enen, og der er ingen, som gør noget ved det. Jeg går ud fra, at retssagerne kommer senere”. Framferðin hjá leiðsluni í Atlantsflog, teknisku trupulleikarnir, sum eru staðfestir við flogførum av slagnum BAe 146 – bæði hjá Atlantsflog og aðra­ staðni – og hækkandi orku­ prísirnar styrkir mistankan um, at leiðslan í Atlants­ flog hevur latið seg í sín fíggjarliga bjargingarvest, og ger klárt til at eina neyðlending. Fremsta uppgávan hjá einhvørjari virkisleiðslu er at skapa og økja um virðið hjá virkiseigarunum. Síð­ ani skrásetanina á virðis­ brævamarknaðinum tann 10. desember ’07 til 20. juni ‘08, er kursurin á partabrøvum í Atlantsflog fallin fra 261 til 219 (tó bert um tú ikki fekk selt partabrøv til Atlantsflog tann 20. juni), og partaeig­ ararnir eru sostatt vornir 16% fátækari. Spurningur­ in er nú, hvørja ávirkan framferðin hjá leiðsluni í Atlantsflog fær fyri kursin á Atlantsflog partabrævi­ num í næstum, og um leiðslan soleiðis røkir egin áhugamál ella áhugamál partaeigaranna? Eitt er tó heilt vist, álitið á Atlantsflog partabrævi­ num er ikki vorðið betur. Er Atlantsflog á veg í fíggjarligt óføri...? Váðarágevi, Cand.jur, HD(R) Arni VAtnhAmAr Løgfrøðingar við drúgvum royndum kunnu nú søkja adjunktstarv í løg­ frøði uttan at fara undir Ph.D lestur. ­ Ein skilagóð broyt­ ing av krøvunum, heldur Kári á Rógvi, løgfrøðingur og Ph.D Starv Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Bert ein umsøkjari var til starvið sum adjunktur í løgfrøði, ið Fróðskaparsetr­ ið lýsti leyst herfyri. Hesin eini umsøkjarin valdi tó at taka umsóknina aftur. Í eini roynd at fáa fleiri umsøkjarar víðkar Fróð­ skaparsetrið tískil møgu­ leikarnar at søkja starvið. Kunnu ikki bíða Sambært upprunaligu starvslýsingini var tað eitt krav, at umsøkjarar fóru undir eina Ph.D. verkætlan í løgfrøði. Í nýggju starvslýsingini er Ph.D lestur ikki longur eitt krav, um umsøkjarin hevur drúgvar løgfrøðiligar royndir. ­ Við hesum vilja vit fegin geva eitt nú eldri umsøkjarum við drúgvum løgfrøðiligum royndum í verki møguleika at søkja starvið, sigur Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskapar­ setrinum. Hann vísir á, at tað fram­ vegis er eitt krav, at yngri umsøkjarar fara undir Ph.D lestur, og at tað er ynskiligt at aðrir eisini gera tað. Hin­ vegin heldur hann støðuna verða so akutta, at hyggjast eisini má eftir øðrum møgu­ leikum at mannað starvið. ­ Tá tað snýr seg um gransking og undirvísing í løgfrøði í Føroyum, er talan um at dyrka upp eitt øki heilt av nýggjum. Tað tekur tíð at fáa fólk við formligum førleika, men hesum kunnu vit ikki bíða eftir, sigur Jóan Pauli Joensen. Luksustrupulleiki Kári á Rógvi, løgfrøðingur og Ph.D, heldur ikki, at Fróðskaparsetrið á hendan hátt slakar krøvini til adjunktin í løgfrøði, so leingi tey bara umfata løg­ frøðingar við drúgvum royndum. ­ Eg síggi hetta heldur sum eina nágreining av upprunaliga kravinum, sum var í so stirvið. Tað gevur lítla meining at krevja, at ein eldri løgfrøðingur, sum hevur granskað í áravís, knappliga skal fara í holt við eina Ph.D verkætlan fyri at prógva, at hann dugir at granska, sigur Kári á Rógvi. Hann heldur tað bæði verða tápuligt og spell, um royndir løgfrøðingar verða forðaðir í at søkja starvið, orsaka av slíkum stirvnum formligum krøvum. ­ Eru vit veruliga so heppin, at eldri løgfrøðingar við granskara­ og lívs­ royndum hava áhuga fyri hesum starvinum, skulu teir sjálvandi sleppa framat. Um krøvini harvið mugu broytast eitt sindur, er tað eftir mínum tykki tekin um ein luksustrupulleika, sigur Kári á Rógvi. Tryggja støðið Skulu vit fáa mest gagn av eldri løgfrøðingum á eini føroyskari løgfrøðiútbúgv­ ing, eiga teir at sleppa beint í holt við gransking innan aktuel og viðkomandi evni, heldur Kári á Rógvi. ­ Bæði frálæran og sam­ felagið kundi fingið stóra gleði av slíkari gransking, uttan at hon endiliga skal uppfylla krøvini til eina Ph.D verkætlan á fleiri hundrað síðir, staðfestir Kári á Rógvi. Hvørki Kári á Rógvi, løgfrøðingur, ella Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetrinum, stúra fyri, at frávikið frá kravinum um Ph.D lestur fer at skapa trupulleikar í samstarvinum við onnur universitet. ­ Tá talan er um gransking í altjóða høpi verður altíð sipað, at granskingin skal hava eitt ávíst støði heldur enn eitt ávíst heiti. Men vit fara sjálvandi at tryggja, at granskingarførleikarnir á føroysku løgfrøðiútbúgv­ ingin eru minst á Ph.D støði, sigur Jóan Pauli Joensen. ­ Fróðskaparsetrið eigur at tryggja sær, at hesir løgfrøðingarnir fáa atgongd til sokallað Ph.D skeið. Út frá tí, sum eg kenni til slík skeið, verður tað neyvan nakar trupulleiki, sigur Kári á Rógvi, løgfrøðingur. Setrið broytir krøv til adjunkt í løgfrøði Okkurt bendir á, at rektarin á Fróðskaparsetrinum, Jóan Pauli Joensen, hevur ein lukustrupulleika, nú Setrið broytir krøvini til starvið sum adjunktur í løgfrøði