Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juni 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 119 - 24. juni 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Nú um vikskiftið andaðist Ása Ringberg, 89 ára gom­ ul. Hóast hon var donsk, kom hon at rokna seg sum nakað av einum føroyingi. Aase var nevniliga dóttir amtmannin Hjalmar Ring­ berg, sum starvaðist í Føroy­ um árini 1929 til 1936. Ofta verða amtmenn sett­ ir í samband við danska „imperialismu“, men í hes­ um førinum skapti tíðin í Føroyum ein einastandandi føroyaalsk hjá børnunum hjá Ringberg, og vardi hann alt lívið. Hetta hevur eisini smittað av til næsta ættarlið, og ser­ liga verður hugsað um dótt­ ir Ásu, Litten. Hon arbeiddi í danska fiskimálaráðnum. Her møttu føroyingar einum embætisfólki, sum hevði verunligan áhuga fyri før­ oyskum viðurskiftum, og sum meira enn onnur fólk í slíkum starvi hevði góð persónlig viðurskifti við føroyingar. Til Føroya 10 ára gomul Ása var 10 ára gomul, tá ið hon kom til Føroya. Tað hevur verið stórt umskifti hjá einum donskum barni at koma úr Keypmannahavn, har pápin hevði verið skriv­ stovustjóri í løgmálaráð­ num, og so til Havnar, sum tá var lítið størri enn ein stór bygd í dag. Her búðu tá umleið 3.000 fólk. Men Ása fall so merkiliga væl til. So væl, at hon als ongan áhuga hevði fyri at sleppa heim til Danmarkar í frítíð­ ini. Hon var bert einaferð í Danmark aftur hesi sjey árini. Ása hevði, tá ið hon kom higar, aldur at fara í millum­ skúla fyri seinni at fara í realskúla. Vanliga var tað soleiðis, at donsk embætis­ mannabørn kundu sleppa undan lærugreinini før­ oyskt, um tey vildu. Men hetta vildu børnini hjá Ring­ berg ikki. Hansara børn skuldu ganga í skúla á líka fót við tey føroysku, so tey skuldu eisini hava føroyskt. Hetta gjørdi eisini sítt til, at amtmansbørnini komu at vera mett sum javnlíkar við hinar næmingarnar. Í 2004 skipaði Ása fyri ein samkomu av sínun floks feløgum frá realskúlanum. Her var rættiliga farið at minka burtur av. Tær, sum vóru við, vóru Ingeborg Rasmussen og Ása Michel­ sen, sum fylti 90 ár nú um dagarnar. Beiggin, Hans Ringberg, hevði annars eina áhugaverda frásøgn frá skúl­ anum í Tórshavnar Skúla­ søgu. Millum annað um, tá ið hann tosaði føroyskt í tíma hjá frk. Cohr og varð klagaður fyri pápanum! Millum lærararnar var Hans Andreas Djurhuus. Hann var ein frálíkur lærari, men kanska eitt sindur góðs­ ligur. Ein annar lærari var Richard Long, sum undir­ vísti í týskum. Hann var eisini ein góður lærari. Aase varð konfirmerað í Havnar kirkju av Jákupi Dahl prósti. Hann undirvísti eisini í latíni, og gekk hetta fyri seg í próstagarðinum í Sandágerði. Ein slíkur flokkur kann vera eitt sind­ ur balstýrigur at hava við at gera. Einaferð prósturin skuldi langa nevan í borðið, kom hann at raka sín egna stól sum brotnaði! Hevði framvegis sam­ band við føroyingar Ása hevði framvegis sam­ band við sínar gomlu kenn­ ingar í Føroyum, og hon hevur javnan vitjað higar. Tað er farið at tynnast í hes­ um liði, men eftir av goml­ um kenningum eru Atlanta Weihe, sum hevur verið sjúkrasystir í eitt manna­ minni, og fostursystir henn­ ara Asta í kioskini á Vaglin­ um. Ásu dugdi væl at greiða frá sínum barndómi í Havn. Húsini hava verið so nógv tey „fínastu“ í býnum. Tey eru ein borg í dag og hava ikki verið tað minni tá. Her var fult av tænastufólki, eitt nú køksgentur og stovu­ gentur. Men her kom eisini nógv fólk. Allir almennir gestir búðu hjá amtmannin­ um, so mamman, Anna, hevði eisini úr at gera at skipa fyri hesum stóra húsar­ haldi. Viðhvørt vóru so nógvir gestir, at børnini máttu úr sínum egnu kømur­ um fyri at hýsa teimum, og hetta dámdu teimum sum vera man einki. Tey upplivdu eisini eina kongavitjan, tá ið systir Ásu, Lisa, skuldi handa drotningini blómur. Trupul­ leikin var bert tann, at Lisa vildi ikki sleppa blómunum, tá tað kom til tess! Ringbergfólkini vóru nátt­ úrumenniskju, og teimum dámdu sera væl at koma út í hagan og náttúruna. Ása kom eisini í sínum barndómi at ferðast kring oyggjarnar. Serliga minnist hon ferðir­ nar til Suðuroyar, sum tá tóku hálvan fimta tíma hvønn vegin. Føroyar í hjartanum Ása var 16 ára gomul, tá ið hon fór aftur til Danmarkar. Tá hevði hon longu havt ein føroyskan sjeik! Hon fór at lesa løgfrøði, og hon giftist 20 ára gomul við Thorben Madsen, sum var verkfrøðingur. Thorben var mótstøðumaður undir týsku hersetingini. Aase gjørdi eisini sítt, til dømis við at krógva fyri týskarum ein eftirlýstan mótstøðumann, sum var giftur við eini før­ oyskari kvinnu, sum hevði arbeitt hjá pápa hennara. Hann slapp heldur ikki undan Føroya­basilluni hjá Aase, og tá ið tey bæði fóru silvurbrúðleypsferð í 1963, gekk henda ferðin til Før­ oya. Thorben doyði í 1988, 73 ára gamal. Tey bæði fingu tvær gent­ ur. Eisini her rann saman við Føroyar, tí eldra dóttir teirra, Karin, giftist við soni til Dyreborg, sum hevur ver­ ið dómari í Føroyum. Løgfrøði gjørdist lívið hjá Aase, sum tað hevur ver­ ið í fimm ættarlið frá lang­ abbanum og so til dóttrina, og Aase virkaði sum advokatur í nógv ár. Føroyar átti framvegis eitt stórt pláss í hjarta henn­ ara. Hon tosaði føroyskt sum brent. Hon var eisini virkin limur í Føroyingafel­ agnum í Ballerup. Tá ið høvi var, fór hon í síni før­ oysku klæði og luttók í før­ oyskum dansi. Systkini hjá Aase høvdu sama alsk til Føroyar, sum hon sjálv hevði. Tey eru Hans, Ole og Lise, sum øll javnan eru komin higar. Ringberg var ikki so galin Ringberg var vist als ikki so galin sum amtmaður. Víst var hann í miðdeplinum, tá ið Dannebrog var skorið niður á tinghúsinum í 1930. Ása var til staðar tá, og mintist væl, tá ið danska flaggið datt í leysarri luft niður á vøllin. Hann royndu at gagna Føroyum millum annað við at endurskoða jarðarlóggáv­ una, sum gav ognarleysum rætt til jørð. Ringberg var formaður í nevndini, sum gjørdi ”gráubók”. Hetta var av Jóannes Patursson rokn­ að sum rein kommuniska og var orsøkin til klovningin í Sjálvstýrisflokkin. Hóast alt hetta var Ringberg væl í øgn við sjálvstýrismenn, og hann var roknaður sum ein vinur bóndans. Ringberg var heldur ikki bangin fyri at seta sambandsmenn uppá pláss. Ása hevur tískil verið ein rímiligur partur av Føroya søgu. Hon hevur havt tað sera gott til fyri kortum. Hon og Litten høvdu enntá hugsað um at koma til Før­ oya at vitja í summar. Men skjótt er Harranum um, og nú er hon farin. Men tað var stuttligt at kenna hana. ó. Ása Ringberg: »Føroysk« amtmansdóttir farin 70 ára realskúlasamkoman í 2004. Frá vinstru Ingeborg Rasmussen, Ása Ringberg og Ása Michelsen. Hjalmar Ringberg, amtmaður, pápi Ásu