týsdagur 24. juni 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 119 - 24. juni 2008
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Eg eri móður og kenni meg tóman. Nú tørvar mær
tíð til at løða battaríini aftur
Josef Hickersberger
Fótbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
26. september fyllir týski
liðskiparin, Michael Ball
ack, 32 ár. Skal hann vinna
eitt
heiti
fyri
týska
landsliðið, so fæst neyvan
betri høvi enn við EM
endaspælið í Sveis og
Eysturríki. Michael Ball
ack, sum hevur spælt 85
landsdystir og hevur skotið
37 mál, verður næstan 34
ára gamal í 2010, so skal
tað vera, so skal tað helst
verða nú. Michael Ballack
er vaksin upp í gamla DDR,
sum fór í søguna tann 3.
oktober í 1990. Hann er
føddur í eysturtýska býnum
Görlitz. Men nú er hann
maðurin, sum skal ganga
undan at fáa til vega
evropameistaraskapið aftur
til Týsklands.
Karl Marx Stadt
Fram til árið 1990, tá
kommunistiska DDR fór í
søguna, æt býurin Chemn
itz: Karl Marx Stadt, eftir
týskajødiska ideologinum,
sum var faðir at komm
unismuni. Hetta sjálvt um
Karl Marx var føddur í
býnum, sum nevnist Trier.
Michael Ballack var sjey
ára gamal, tá hann var lim
aður inn í FC Karl Marx
Stadt. Frá sjey ára aldri, og
til hann var 19 ár, leikti
Michael Ballack ungdóms
fótbólt við FC Karl Marx
Stadt, sum í 1990 skifti
navn til Chemnitzer FC.
Longu tá Michael Ballack
var smádrongur, løgdu venj
arnir merki til, at hann var
eins stinnur við vinstra fóti,
sum hann var við høgra
fóti. Í 1995 fekk Ballack
sín fyrsta yrkissáttmála við
Chemnitzer
FC.
Fyrsti
dysturin hjá Ballack var í 2.
bundesliguni, og var tað ein
dystur millum Chemnitzer
FC og VfB Leipzig. Ballack
og liðfelagarnir taptu dystin
21. Tað gekk ikki so væl
hjá liðnum tað fyrsta árið,
Ballack spældi við, og
endin var at liðið flutti
niður í 3. Deild tað
sonevndu regionalu liguna.
Kortini minnist Ballack við
gleði aftur á dagin tann 26.
mars í 1996, tá hann spældi
sín fyrsta dyst fyri týska U
21 landsliðið. Ballack beit
tenninar saman, og gjørdi
tað gott fyri Chemnitzer FC
í 19961997, har hann var
við allar dystirnar í kapp
ingarárinum og skeyt 10
mál. Týska venjaralegendan,
Otto Rehhagel – nú grikskur
landsliðsvenjari – var venj
ari hjá Kaiserslautern, sum
júst hevði vunnið sær sætið
í 1. bundesliguni. Rehhagel
sá stórar møguleikar í
Michael Ballack, og nú
kom glið á yrkisleiðina hjá
Ballack.
Meistarar í 1998
Ballack spældi 46 dystir, og
skoraði fýra mál fyri FC
Kaiserslautern árini 1997
1999. Saman við liðfeløg
unum eydnaðist tað Michael
Ballack at vinna týska
meistaraskapið
í
1998.
Kaiserslautern røkk fjórð
ingsfinaluni í Champions
League, men teir gjørdist
ov stuttir ímóti Bayern
München. 1. juli í 1999
skrivaði Ballack undir sátt
mála við Bayer Leverkusen,
og tað var her, at hann fekk
sítt veruliga gjøgnumbrot. Í
trimum
kappingarárum
góvu venjarnir Christoph
Daum og Klaus Toppmöller
honum ein leiklut, sum
offensivur miðvallari, og
tók Ballack við gleði við
hesum leiklutinum. Ballack
skeyt 27 mál í bundesliguni,
og 9 mál í evropeiskum
kappingum, meðan hann
spældi við Bayer Lever
kusen. Tó fóru hann og
liðfelagarnir í Bayer Lever
kusen gjøgnum eina ræðu
liga tunga tíð á vári í 2002.
Teir høvdu møguleikan at
vinna Champions League,
týska meistaraskapið og
týsku steypakappingina. Tá
trý umfør vóru eftir av
Bundesliguni,
vóru
teir
fimm
stig
frammanfyri
Borussia Dortmund, men tá
avtornaði, so var Dortmund
frammanfyri á stigatalvuni.
Í Champions League final
uni, sum var leikt í Glasgow,
taptu teir í Leverkusen 21
ímóti
Real
Madrid,
tá
Zinedane Zidane skeyt eitt
sigursmál,
sum
eingin
nakrantíð gloymir. At enda
var bert týska steypafinalan
eftir, og hana taptu teir í
Leverkusen
24
til
Schalke04.
Marran
hjá
Bernd Schneider, Carsten
Ramelow og Oliver Neu
ville endaði ikki her. Í HM
endaspælinum, sum var
leikt í SuðurKorea og
Japan hetta árið, vóru teir
við á týska liðnum, sum
tapti 20 ímóti Týsklandi í
finaluni. Men her skal
verða lagt aftrat, at Ballack
var
leikbannaður
til
finaluna. Men Ballack fekk
tó eitt plástur á øll sárini.
Við ársenda í 2002 varð
hann kosin til ársins spælara
í Týsklandi.
Bayern München
Real Madrid vísti Michael
Ballack stóran áhuga, men
kortini valdi Ballack at fara
til Bayern München, og nú
brast fyri nev. Longu fyrsta
kappingarárið, 20022003
vann Ballack bæði týska
meistaraskapið, og týsku
steypakappingina
við
Bayern
München.
Teir
vunnu einki í 20032004,
men í 20042005 endurtóku
teir bragdið frá 20022003,
og
vunnu
aftur
bæði
Bundesliguna
og
týsku
steypakappingina. Kapping
arárið 20052006 vunnu
teir í Bayern aftur týsku
steypakappingina, men nú
byrjaðu gomlu kempurnar,
Hoeness,
Rummenigge,
Beckenbauer at finnast at
Michael Ballack. At hann
gav seg ov lítið til teir avger
andi dystirnar í Champions
League. Franz Beckenbauer
var enntá so grovur, at hann
segði, at Ballack »spardi«
seg
til
sínar
komandi
arbeiðsgevarar. Hetta hóast
Ballack skoraði 44 mál í
107 dystum fyri Bayern
München. Ballack fekk frítt
at fara til Chelsea í 2006.
Ballack var skaddur, tá
Chelsea vann FACup final
una
ímóti
Manchester
United í fjør, og hevur hann
sostatt einki vunnið við
Chelsea, enn. Men nú býðst
høvið við Týsklandi, og
hevur Ballack eisini víst á
vølli, at hann fegin við
gerast evropameistari við
Týsklandi.
Eysturtýska mega-stjørnan
Liðskiparin á týska landsliðnum, Michael
Ballack, byrjaði sína fótbóltsyrkisleið
í FC Karl Marxstadt
Michael Ballack hevur
avgjørt verið týski
stórspælarin seinnu 8-10
árini. Men enn hevur
hann ikki vunnið nakað
heiti við Týsklandi
Mynd: Polfoto/AP