Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-24, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juni 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 119 - 24. juni 2008 ] Hickers- berger kemur ikki til Føroya Venjarin hjá Eysturríki boðaði í gjárkvøldið frá, at hann leggur frá sær beinanvegin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Føroyar og Eysturríki skulu spæla fótbólts­ landsdyst í Føroyum 11. oktober. Talan er um undankappingar­ dyst til HM endaspælið, sum verður í Suður­ afrika í 2010. Ein av áhugaverdu søgunum í sambandi við júst hesa vitjanina hevur verið, at Josef Hickersberger er venj­ ari hjá Eysturríki. Tað var hann eisini, tá ið Føroyar í 1990 vunnu 1­0 á Eysturríki í Landskrona. Nú er tað greitt, at Hickersberger verður ikki venjari, tá ið Eyst­ urríki fer at vitja her í oktober. Í gjárkvøldið boðaði 60 ára gamli venjarin frá, at hann leggur frá sær nú beinanvegin, eftir at leikluturin hjá Eysturríki í EM enda­ spælinum á heimavølli er av: ­ Eg eri móður og kenni meg tóman. Nú tørvar mær tíð til at løða battaríini aftur. Hetta kapitilið er liðug, sigur Hickersberger í kvøld við eysturríkska blaðið Der Standard. Í hesum umfarinum hevur Hickersberger verið landsliðsvenjari síðani í januar 2006. Hann var eisini venj­ ari, tá ið Eysturríki lut­ tók í HM endaspælinum í Italia í 1990, og eftir eyðmýkingina, tá ið Føroyar 12. september í 1990 vunnu 1­0 á Eyst­ urríki í Landskrona, legði hann frá sær. B36 megnaði held­ ur ikki at fáa fult móti einum av botn­ liðunum á heimavølli, tá ÍF vitjaði í Gunda­ dali í gjár. Í einum linligum dysti fingu áskoðararnir tvey heldur sjáldsom mál Fótbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Fyri aðru ferð í hesum kapp­ ingarárinum eydnaðist ikki B36 at vinna øll stigini í Gundadali móti liði, sum stríðist um niðurflyting. Fyrr í ár fekk Skála mál­ leysan javnleik í høvuðs­ staðnum, og í gjár fingu fuglfirðingar stig heim við í viðførinum. Tvey heldur sjáldsom mál var uttan iva tað, sum sat eftir í minnunum á flestu áskoð­ arunum eftir dystarlok í gjár. Hóast B36 var nógv á bólti­ num, og í løtum hevði møgu­ leikan at avgera linliga dyst­ in, so vildi bólturin ikki í net­ ið. Eina stigið var tryggjað, tá Karoly Potemkin slapp ígjøgnum í høgru, og sendi í feltið, har Áki Petersen var óheppin at beina bóltin í egið mál. Og tað var einsta løtan, har fólk kundu frøast í B36­ húsinum í gjár. Óhepni Jørgensen 17 ára gamli Hans Jørgensen loysti í gjár Meinhardt Joensen av í B36­málinum. Ungi málverjin er leigaður úr Fremad Amager, men hann fekk ikki eina heldur keðiliga byrjan. Fyrsti trið­ ingurin av fyrra hálvleiki var leiktur, tá Alex José Dos Santos spældi bóltin aftur til hansara. Eitt sindur trýstur royndi hann at sparka burtur við vinstra beininum, men kúlan end­ aði beint fyri føturnir á Nenad Saric. Hann ivaðist ikki, og sendi í netið. Framman undan hevði heimaliðið havt tríggjar upplagdar møguleikar at lagt seg á odda. Bergur Mid­ jord og Nagy Tamás royndu við høvdinum, og Klæmint Matras var rangstaddur, tá hann prikaði bóltin um mál­ strikuna. Uttan Alexander Jovevic, Høgna Madsen, Sasa Jovanovic og Balazs Sinkó royndu gestirnir at stríðast, og tað riggaði væl. Í verju­ støðu stóðu teir væl, meðan skjótálopini vóru vandamik­ il. Askham broytir Uttan at skifta út vóru fleiri broytingar á B36­liðnum eftir hvíldina. Millum ann­ að var Alex José Dos Santos fluttur av vongverjanum á vongin, og Klæmint Matras var í miðverjuni. B36 varðveitti trýsti frá fyrra umfarinum, men trupulleikin var framvegis at fáa bóltin framvið stór­ spælandi Andras Gango. Santos var sera nær við, Potemkin var einsamallur móti málverjanum, meðan aðrir eisini søktu at – men tað hjálpti lítið. ÍF smæddist ikki burtur. Í mótálopunum vóru teir ágangandi, og gestirnir vóru eisini nær við at økja um leiðsluna. B36 mátti hava hjálp, tá teir fingu útjavnandi málið. Áki Petersen gjørdi sjálv­ mál, sum hevði við sær, at eyðmýkingin ikki gjørdist líka stór hjá árstalsfelag­ num. B36 misti aftur stig á heimavøllinum, og sveigg­ ini hava verið stór í úrslit­ unum. Fuglfirðingar vunnu sær týðandi stig í botn­ stríðnum, og á útivølli í Gundadali stóðu teir sera væl. Formula-deildin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 EB/S 12 10 - 2 - 0 29 11 18 32 2 B36 12 5 - 6 - 1 15 6 9 21 3 NSÍ 12 6 - 3 - 3 18 13 5 21 4 HB 11 5 - 4 - 2 22 9 13 19 5 Víkingur 12 4 - 3 - 5 18 15 3 15 6 KÍ 12 3 - 5 - 4 16 20 -4 14 7 B68 12 4 - 2 - 6 9 17 -8 14 8 ÍF 12 3 - 2 - 7 15 25 -10 11 9 Skála 11 1 - 5 - 5 7 18 -11 8 10 B71 12 1 - 2 - 9 11 26 -15 5 Símun tapti á heimavølli Tað gekk ikki, sum tað út frá støðutalvuni og avrikunum higartil í ár kundi roknast við, at tað fór at gera, tá ið Keflavík við Símuni Samuelsen á liðnum í kvøld hevði vitjan av Fjölnir, sum er nýtt lið í Landsbankadeildini. Fjölnir vann 2­1, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 1­1. Guðmundur Steinarsson legði Keflavík framum eftir hálvan tíma. Upplegginum stóð Símun Samuelsen fyri. Lítla løtu eftir leiðslumálið sá Símun Samuelsen gula kortið. Miðskeiðis í 1. hálvleiki hevði Símun roynd við høvdinum úr góðari støðu, men bólturin fór omanfyri málið. Tveir minuttir undan steðginum javnaði Fjölnir við brotssparki, og sigursmálið skoraðu teir átta minuttir eftir steðgin við fínum langskoti. Símun Samuelsen varð skiftur út í 82. minutti. Keflavík er framvegis oddalið í Landsbankadeildini, men FH hevur møguleika at vinna oddasessin, tá ið teir á Hafnafirði týskvøldið skulu spæla á útivølli ímóti Vali. Renna kapp í Runavík Fjórða umfar av Grand Prix kappingini fyri vaksin verður hesaferð á Eystanstevnu í Runavík. Hóast stevnan sjálv ikki verður fyrrenn um vikuskiftið, skipar Roysnið fyri eini rennikapping fyri vaksin í kvøld kl. 18.30. Kappingin er 4. umfar í Grand prix kappingini fyri vaksin hjá FÍF, og er haraftrat ein kapping um FM­heitið í 10 km renning á vegi. Ein ruta er løgd fyri hesa renningina, og skal henda rennast íalt góðar 9 ferðir. Málið er við Hotel Runavík. Hendan sama rutan verður vanliga nýtt í várkappingini hjá Roysninum, og verður mett at vera ein tann skjótasta 10 km rutan í landinum. B36-ÍF 1-1 (0-1): Linligt B36 – ÍF 1-1 (0-1) 17.: 0-1, Nenad Saric 76.: 1-1, Sjálvmál Dómari: Eiler Rasmussen B36: Hans Jørgensen – Johan V. Gunnarsson, Dmitrije Jankovic, Odmar Færø, Alex José Dos Santos – Klæmint Matras, Magnus Olsen, Róaldur Jacobsen – Tamás Nagy (75.: Johan Ellingsgaard), Karoly Potemkin, Bergur Midjord (27.: Hanus Thorleifsson) Gult kort: Klæmint Matras og Tamás Nagy ÍF: Andras Gango – Áki Petersen, Bartal Eliasen, Jonn Thomsen, Jan Ellingsgaard – Debes Danielsen, Frank Poulsen, Fritleif í Lambanum, Nenad Saric – Dánjal Pauli Højgaard, Atli Petersen (71.: Vincent Jacobsen) Gult kort: einki FAKTA um dystin ÍF B36 B36 hevði møguleikarnar fyrstu løtuna av dystinum. Men teir tóku ikki av, og tá avtornaði skuldu teir vera hampuliga fegnir um, at teir hóast alt fingu eitt stig fyri dystin Mynd: Álvur Haraldsen