týsdagur 24. juni 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Amerikanska olju
felagið Chevron fer
nú at gera seismiskar
kanningar við markið
og tilrættaleggur
”sidesurvey” á tí
lovandi Súluprospekti
num. Felagið fer í
seinasta ársfjórðingi
í ár at taka støðu
til, hvat tað fer at
gera í loyvi sínum á
landgrunninum. Ein
leitingarbrunnur er
ein góður møguleiki
SeiSmikkur
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Í farnu viku kom seismikk
skipið Malene Østervold á
Havnina. Skipið skal skjóta
seismikk á loyvi 008, sum
liggur beint við markið og
tætt upp at tí stóra olju
fundinum, sum oljufelagið
Chevron hevur gjørt hinu
megin markið, eisini kallað
Rosebankfundið.
Don Ragusa, sum stendur
á odda fyri leitingini hjá
Chevron á okkara leiðum,
sigur við Sosialin, at Chev
ron og tess partnarar fara í
seinasta ársfjórðingi í ár at
taka støðu til, hvat ætlanin
er við loyvi 008. Vit skutu
seismikk í fjør, sum er ein
partur av okkara skyldum.
Men vit skutu ikki allan
seismikkin tá, tí veðrið var
ikki heilt til vildar, so nú
hava vit gjørt sáttmála um
at skjóta restina av seis
mikkinum
sigur
Don
Ragusa.
Hann váttar, at Chevron
er eisini í gongd við at
tilrættaleggja eina sokallaða
”sitesurvey” kanning. Hetta
er seinasta útkallið undan
eini boring. Hon verður
gjørd fyri at finna rættta
staðið at seta borin í undir
grundina.
Men Don Ragusa sigur,
at hóast Chevron og partn
arar tess ikki hava tikið
endaliga avgerð um at halda
fram við loyvi 008, so hevur
man kortini gjørt av at fara
undir at gera ”sitesurvey”
kanningar í loyvinum, tí tað
er rættiliga torført at fáa
skip til slíkar kanningar.
Men hann leggur dent á, at
samtakið enn ikki hevur
tikið endaligu avgerðina,
hvat man vil við loyvi 008.
Sosialurin skilur annars, at
hetta er meira ein spurningur
um formalitetir, tí Chevron
og partnarar tess síggja
stórar møguleikar bæði á
bretskari
og
føroyskari
síðu.
Í løtuni verður eitt sera
framkomið boriskip bygt í
Suðurkorea. Tað
verður
liðugt í heyst og fer fyrst og
fremst at taka sær av at bora
brunnar á Atlantsmótinum.
Chevron arbeiðir kring all
an og eitt av økjunum, sum
felagið raðfestir høgt, er
Atlantsmótið, sum Føroyar
eru partur av. Felagið er
helst tað oljufelagið, sum
hevur brúkt flest pengar
uppá kanningar á Atlants
mótinum, og komandi árini
fara at vísa, um hetta hevur
verið ein skilagóð íløga.
Oljufólk Portalurin hevur
tosað við siga, at Chevron
hevur fatur á tí rætta enda
num.
Boriskipið Stena Carron
skal bora fleiri metingar
og avmarkingarbrunnar á
Rosebankleiðini á bretskum
øki, tætt upp at føroyska
markinum, longu í vetur og
komandi vár. Portalurin
skilur, at Chevron fer eisini
at brúka nýggja boriskipið
til at bora brunnar í granna
lagnum, eitt nú í føroyskum
øki fyri at vita, um olja
finst her.
Ætlanin ella strategiin hjá
Chevron er at byggja upp
ein infrastruktur á Rose
bankleiðini á bretskum øki,
skamt frá føroyska marki
num og síðani útbyggja
møgulig onnur felt í granna
lagnum og binda tey í Rose
bank. Hetta sparir stórar
íløgur og ger eisini, at sjálvt
minni fund kunnu vera løn
andi.
Petur Joensen frá Jarð
feingi sigur við Portalin, at
tey fylgja sjálvandi væl við
í øllum tí, sum hendir á
landgrunninum, og hann
fegnast um, at Chevron rað
festir Føroyaøkið nógv. Her
fyri kom fram, at Stat
oilHydro fer undir eina risa
stóra seismiska verkætlan
beint upp at loyvinum, har
Chevron nú fer at skjóta
seismikk. Við hesum sein
astu útmeldingunum ber til
at siga, at føroyski land
grunnurin er áhugaverdur
fyri fleiri oljufeløg.
Chevron leggur til brots
á Føroyaøkinum
Vinnan
Vinnutíðindi í Sosialinum fast hvønn týsdag
– eisini aðrar dagar
Malene Østervold á Havnini, áðrenn hon fór út at skjóta seismikk í loyvi 008 við markið í farnu viku
Mynd: Jens Kristian Vang
Chevron fór fyri tveimum árum síðani undir eina umfatandi seismiska verkætlan í sínum
loyvum báðumegin markið. Pílurin vísir, hvat felagið nú aftur fer at skjóta seismikk og gera
”sitesurvey” kanningar, tvs. Kanna staðið, har møguligur borur skal setast í