Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juni 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Við kaffivognin í Havn er borað eitt 125 millimetrar tjúkt hol niður á 150 metrar. Í holinum eru máld 12,7 hitastig. Eitt er hitin í holinum, men tað mest umráð­ andi at finna út av er, hvussu góð hita­ leiðingin er. Tey kanningarúrslitini verða eftir ætlan tøk í august mánaði Jarðarhiti Hilmar Simonsen hilmar@sosialurin.fo Svenska borifelagið, sum var í Føroyum fyri trimum vikum síðani og gjørdi royndarboringar í føroyska basaltinum, er um at vera liðugt við sínar kanningar frá teimum trimum boringu­ num í Havn og á Tvøroyri. ­ Hósdagin koma síðstu mátingarnar, og so verður farið víðari við at analysera dáturnar, sigur Petur Egholm, stjóri í felagnum Frostorka, sum saman við Jarðfeingi hevur tikið stig til hesar boringarnar. Borað varð niður á 150 metrar við kaffivognin á havnarlagnum í Havn, og hitin sum er máldur niðri í dýpinum er 12,7 stig. Eina viku seinni máldu tey sama hita. Sjálv boringin hevur ávirkan á hitan í holinum, og tí skal hitin mátast nakrar ferðir, eftir at liðugt er at bora, so ein finnur veruliga hitan í holinum. At tað er heitt í holinum er sjálvandi ein fyrimunur, men tað er ikki tað mest týðandi sum so. ­ Mest umráðandi er at tryggja sær, at hitin streymar skjótt til aftur, eftir holið er blivið kølt niður, sigur Petur Egholm. Við øðrum orðum er tað hitaleiðingin, sum er tað mest avgerandi. Og tað er júst her, hundurin liggur grivin. Í Svøríki, har bori­ mennirnir eru vanir at bora, eru vanligu grótsløgini gra­ nitt og gnejsur. Nógvar mát­ ingar eru gjørdar av hitaleið­ ingum av ymsum grótsløg­ um, og sum oftast hava bæði granitt og gnejsur hægri hitaleiðing enn basalt. Men í føroyska basaltinum, hinvegin, eru nógvar rivur og sprungur, har vatn streymar í gjøgnum, og hetta kann hava positiva ella negativa ávirkan á hita­ leiðingina – alt eftir hvaðani vatnið stavar. Kanningarúrslitini tøk í august Holini sum borað eru í Før­ oyum eru 125 millimetrar í tvørmáti, og tað er nóg mik­ ið til at ein buktað slanga á 40 millimetrar sleppir í holið. Hetta um tað vísir seg, at hitin í berginum kann brúkast til hitapumpur. Slangan skal í so fall pumpa eina blanding av vatni og spritti til og frá einari hitapumpu í eini afturlatnari skipan. ­ Í Svøríki fáa tey eini 25­ 30 watt av hita pr. boraðan metur, men vit vita ikki enn, hvussu nógv vit fáa her. Sambært teirra empir­ isku útrokningum, so fáa vit í ringasta føri bert 15 watt pr. metur, um hitaleið­ ingin í basaltinum er 1,5­ 1,7 (watt pr. metur pr. kelvin, blaðm.), sigur Petur Egholm og leggur afturat, at tað er ov lítið undir van­ ligum umstøðum. Hvussu nógvur hiti fæst í besta føri er verri at siga upp á forhond, tí nógv kann spæla inn so sum vatn­ sirkulasjón í grótinum. Pet­ ur Egholm vónar sjálvsagt, at tað fer at bera til, tí sum hann sigur, so ”ætlar hann at liva av at selja hitaloysn­ ir”. Men fyribils verður bíðað eftir víðari kanningunum, sum verða gjørdar í Svøríki, og hesi úrslitini verða eftir ætlan tøk í august mánaði. Tá fæst at vita, um tað loysir at gagnnýta berg­ varma til upphiting av hús­ um í Føroyum. Svínoyarverkætlanin endaði í Noregi Vind­ og vetnisverkætlanin, sum skuldi roynast í Svínoy fyri 4 árum síðani, bleiv av ongum. Men um júst somu tíð var eitt avrit av somu verkætlan reist á lítlu norsku oynni Utsira. Tann verkætlanin hevur roynst væl og er ikki liðug enn Grøn orka Hilmar Simonsen Fyri góðum fýra árum síðani vóru ætlanir um at gera eina roynd við vind­ og vetnisorku í Svínoy. Tað var felagið Nýorka við Kára Thomsen, sum saman við millum øðrum danska vindmylluframleiðaranum Vestas, ið ætlaði at fremja verkætlanina. Men verkætlanin datt niðurfyri, eftir at klandur kom í millum stigtakararnar og SEV. Verkætlanin varð mett at kosta einar 23 mió. krónur, og helvtin av pengunum skuldu søkjast úr stuðulsgrunni hjá ES, meðan hin helvtin skuldi søkjast úr norðurlendska orkugrunninum. Seinni var avgjørt politiskt, at verkætlanin skuldi fremj­ ast í Nólsoy, og har verða fyrireikandi mátingar gjørdar í løtuni. Um tað mundið tá føroyska verkætlanin lá á skriviborðinum, lá oljuprísurin og snúði sær um einar 35­40 dollarar fyri tunnuna. Ikki nakar alarmerandi prísur, í øllum førum ikki samanborið við í dag, og tí kanska eingin orsøk til panikk. Vindur og vetni á Utsira Um sama mundið sum vind­ og vetnisorkuætlanin í Svínoy feyk burtur við vindinum, sá ein verkætlan av sama slagi dagsins ljós á lítlu norsku oynni Utsira, nakað norðan fyri Stavanger á vesturlandinum. Á Utsira vórðu tvær vindmyllur á 600 kW settar upp í 2003, sum kunnu veita orku til teir 220 íbúgvarnar í lítlu fjarskotnu bygdini tað mesta av tíðini. Í 2004 varð útgerð til framleiðslu og gagnnýtslu av vetni sett upp. Av tí at vindorka er óstøðug, og ikki kann dúvast upp á vindorku alla tíðina, varð elektrolysuútgerð sett upp árið eftir, sum skuldi nýta yvirskotsorkuna frá tí einu mylluni til at gera vatnmolekylur um til vetni og súrevni. Við hesi útgerðini er tryggjað, at 10 húsarhald fáa støðugan streym alt árið runt við antin vindorku, ella vetnisorku. Hesi húsarhaldini eru avbyrgd frá øðrum veitingum og fáa bert streym frá vindmyllunum og vetnisútgerðini. Upprunaliga var ætlanin, at verkætlanin skuldi royndar­ koyra í tvey ár, fram til 2006, men hon varð fyribils longd til 2008, og nýggj útgerð er blivin royndarkoyrd so við og við. Tey sum standa aftan fyri verkætlanina eru norska StatoilHydro og týska Enercon. Innsetta myndin: Soleiðis sær holið út nú við kaffivogning á havnarlagnum í Havn. Hósdagin koma síðstu mátingarnar, og so verður farið undir at analysera dáturnar. Beint eftir summarfrítíðina, í august mánað, fæst at vita, um tað loysir seg at gagnnýta berghita í Føroyum Hitin innan úr jørðini stavar frá geislavirknum grund­ evnum, rópt isotopar. Mest týðandi isotopar, sum hita innaru jørðina upp, eru: • Thorium­232, sum hevur 90 protonir og 142 nevtronir. Hevur eina helvtartíð á 14 milliardir ár. • Uran­238, sum hevur 92 protonir og 146 nevtronir. Hevur eina helvtartíð á 4,5 milliardir ár. • Kalium­40, sum hevur 19 protonir og 21 nevtronir. Hevur eina helvtartíð á 1,3 milliardir ár. Helvtartíðin er tann tíð tað tekur hjá isotopinum at minka geisla­ virknu nøgdina, og harvið geislavirknu strálingina, niður í eina helvt. FAKTA Bíða í spenningi eftir kanningarúrslitum Nr. 119 - 24. juni 2008 Livandi skeljadjór í bingjum Ein nýggjur containari, sum Mærsk júst hevur tikið í brúk, ger tað møguligt at flyta livandi skeljadjór um allan knøttin. Í hvørjum containara eru 20 tangar, sum hvør tekur 1500 litrar. Sjógvurin verður køldur niður, sum ger at skeljadjórini fara í dvala. Møguligt er at hava skeljadjórini í slíkum containara í upp til tríggjar vikur, sum er nóg mikið til at sigla úr Fjareysturi til Europa. Prísurin á feskum skeljadjórum er upp til seks ferðir betur, enn hann er á frystum skeljadjórum. Hóast tað, so hækkaði prísurin við 8,8 prosentum á feskum, meðan prísurin á frystum hækkaði við 3,3 prosentum seinasta ár. vinnan