Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juni 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 vinnan Nr. 119 - 24. juni 2008 Manningin á supply/ standby-skipinum Prosper, sum siglir undir føroyskum flaggi, heldur tað vera sera spennandi at starvast í oljuvinnuni. Teir eru væl nøgdir við sítt arbeiðspláss og sín arbeiðsgevara, sum er Tor Shipping. - Vit eru 28 dagar umborð og 28 í landi. Hetta er gott sjólív og góðar umstøður, tá tú hevur tína familju heima í Føroyum, siga teir Frálandavinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sosialurin hevur frætt frá manningini á supply/stand­ by­skipinum M/S Prosper, sum eisini hevur sent okk­ um myndir. Manningin er haldari av Sosialinum, og er sera fegin um at frætta tíðindi heimanífrá. Sum eitt íkast til tíðinda­ flutningin, hevur manningin á Prosper, sum siglir undir føroyskum flaggi, í stuttum greitt okkum frá tí arbeiði, sum skip og manning gera í oljuvinnuni. Manningin sig­ ur seg í fyrsta lagi fegnast um, at so nógvir føroyingar hava arbeiði í oljuvinnuni í Norðsjónum. ­ Tað er stívliga eitt ár síð­ an, at Sp/F Team Beredskab í Havn yvirtók tvey stór supply/standby­skip saman við norska reiðarínum, Sim­ on Møkster Shipping AS í Stavanger. Við hesum kom Merkið at hanga í mastrini á enn einum skipi, sum hev­ ur sítt virksemið í oljuvinn­ uni í Norðsjónum. Nøgd manning Manningin á Prosper fegn­ ast um føroyska felagið, Sp/F Team Beredskab, sum verður stýrt av Sp/F Tor Shipping við Tórleivi Mikk­ elsen, dóttrini Joan og manni hennara, Hentzari Steingrímsson. ­ Tey útvega skipunum manning og hava raksturin av reiðarínum um hendi saman við norska reiða­ rínum, Simon Møkster Shipping AS. Hetta sam­ starv hevur nú vart í eitt trý ára skeið. Manningin á Prosper sig­ ur, at samstarvið byrjaði við tveimum smáum stand­ by­skipum, og síðan er flot­ in øktur við tveimum størri skipum. ­ Í vár varð ein av teimum smáu standby­bátunum, M/ S Supporter, seldur til Há­ lands, men manningin fekk hýru við øðrum skipum hjá føroyska og norska felag­ num. Føroyska manningin við hvørjum av teimum størru skipunum hjá felagnum telir 10, og seks føroyingar eru við hvørjum av teimum smærru skipunum. ­ Vit arbeiða fyri norska oljufelagið BP og eru stadd­ ir á oljuleiðini, Valhalla. Her eru sjey oljuplattformar, sum vit skulu hava vaktar­ hald við. Umborð hava vit eisini oljusperru, um tað skuldi hent, at olja fer at leka. Manningin á Prosper hev­ ur eisini til uppgávu at føra bingjur millum plattform­ arnar í økinum. ­ Á Valhalla oljuleiðini er ein manning á platformu­ num, sum telir 190 fólk. Arbeiðsdagurin hjá teimum er 12 tímar. Ein tyrla er stationerað á leiðini, sum flytir fólk ímillum. Farið verður út á teir smáu platt­ formarnar klokkan 07 um morgunin og av teimum aftur klokkan 19 á kvøldi. Er veðrið til vildar, er ikki vanligt, at manningin svevur á teimum smáu platt­ formunum. Tó kann mjørki gera, at ikki slepst av teim­ um aftur í nakrar dagar. ­ Tað er komið fyri, at mjørki hevur ligið langt nið­ ur ímóti sjónum og hevur gjørt, at tyrluflúgving ikki hevur verið møgulig upp í eina viku. Tá hevur upp­ gávan hjá okkum verið at siglt millum plattformarnar við mati til manningina. Spennandi uppgáva Manningin á Prosper heldur tað vera sera spennandi at starvast í norsku oljuvinn­ uni, og teir eru væl nøgdir við sítt arbeiðspláss og sín arbeiðsgevara. ­ Vit eru 28 dagar umborð og 28 í landi. Hetta er gott sjólív og góðar umstøður, tá tú hevur tína familju heima í Føroyum. Felagið, sum Tor Shipping í Havn samstarvar við, Simon Møkster Shipping AS, hevur nøkur nýggj skip í gerð. ­ So, tað verður spennandi at síggja, um vit føroyingar sum frá líður fáa nøkur onn­ ur skip í føroyska flotan við Merkinum á stong, sigur manningin á Prosper. Sambært bóklingi um norska reiðaríið, sum kom út í vár, vóru 31. desember 2007 478 arbeiðspláss í norska og føroyska reiða­ rínum. ­ Manningin við norsku skipunum telir 454, harav fleiri av teimum eru føroy­ ingar. Hjá føroyska reiðarí­ num eru 54 arbeiðspláss, umframt at 24 arbeiðspláss eru á skrivstovunum í Sta­ vanger og í Havn. Í frálandavinnu við Merkinum á stong Føroyska manningin við teimum størru skipunum telir 10, og seks føroyingar eru við hvørjum av teimum smærru skipunum, sum Tor Shipping rekur undir føroyskum flaggi Jóladøgurðin er á borðinum, og jólagávur eru komnar frá Sjómanskvinnuringum og reiðaríi Prosper hevur oljusperring umborð, um olja fer at leka í feltinum Best røkta bygd funnin Nú er avgjørt hvør fær heitið og heiðurin Best røkta bygd 2008, Best røkta vinnuøki og Sermerkt náttúruøki. Vinnararnir verða tó ikki avdúkaðir fyrr enn á almennari samkomu í Müllers Pakkhúsi hósdagin 26. juni klokkan 16. Átta kommunur luttaka í ár og tær hava tilsamans sent 23 uppskot inn til kappingina. Luttakandi kommunurnar eru Klaksvíkar kommuna, Nes kommuna, Vestmanna kommuna, Tvøroyrar kommuna, Hvalbiar kommuna, Fámjins kommuna, Sandavágs kommuna og Sørvágs kommuna. Ein metingarnevnd, mannað av umboðum frá SamVit, Umhvørvisstovuni, Agenda 21 Stovuni, Føroya Fornminnissavni, Arkitektafelag Føroya og Føroya Náttúru­ og umhvørvisverndarfelag, hevur vitjað øll tey tilmeldaðu støðini fyrst í juni mánaði. Á almennari samkomu í Müllers Pakkhúsi hósdagin verður avdúkað, hvør bygd fær heiðurin sum landsins best røkta