týsdagur 24. juni 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Nr. 119 - 24. juni 2008
Manningin
á
Prosper,
sum var umborð um jólini,
fekk góðan jóladøgurða við
dunnu, og eisini fingu teir
jólapakkar frá Sjómans
kvinnuringunum
og
frá
reiðarínum.
Vit ynska at takka fyri
gávur og gott samstarv, sig
ur manningin á supply/
standbyskipinum M/S Pro
sper.
Skipari er Monrad Dalbúð (mynd), og stýrimaður er
Laurits Weihe
Nú Faroe Ship gevst at
sigla millum Føroyar
og Scrabster, hava
føroysk feløg stovnað
nýtt farmafelag,
sum kemur at sigla
til Skotlands við
kølifarmaskipinum
Silver Fjord
Flutningur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í juli mánaða byrjar felagið
P/F Fresh Link at sigla mill
um Føroyar og Skotlands.
Endamálið er í fyrsta
lagi at varðveita møguleikan
hjá føroyskum feskfiskaog
laksaútflytarum at fáa fisk
in rættstundis á evropeiska
marknaðin. Avgerandi mál
ið hjá okkum er, at lever
ingstíðirnar til okkara við
skiftafólk uttanlands skulu
haldast.
Tað sigur felagið, sum er
stovnað til at standa aftan
fyri henda flutning, P/F
Fresh Link.
Felagið hevur útvegað
sær kølifarmaskipið Silver
Fjord til flutningin.
P/F Fresh Link er stovnað
í dag við 4 miljónum krón
um í partapeningi, og stovn
andi fyritøkurnar eru P/F
Valhalla á Toftum og P/F
Rainbow Seafood í Havn.
Silver Fjord fer at sigla
til Skotlands tvær ferðir um
vikuna,
mánakvøld
og
fríggjakvøld, og siglt verður
av Toftum.
P/F Fresh Link, sum hev
ur leigað skipið, sigur, at
hetta er eitt køliog frysti
skip burtur av.
Silver Fjord hevur síðu
portur, men skipið hevur
ikki møguleika at taka
bingjur. Skipið er bygt á
Skála Skipasmiðju í 1984
og er umbygt í Noreg í
1999. Silver Fjord er stórt
skip og siglir við góðari
ferð. Leigusáttmálin er gald
andi í trý ár.
Stigtakararnir
aftanfyri
ætlanina meta, at felagið
hevur fingið eitt sera gott
skip at reka kølifarmin við.
Hetta eigur at geva
øllum viðskiftafólkum eina
góða tænastu til flutning
suður á meginlandið.
P/F Fresh Link sigur, at
orsøkin til nýggju farma
leiðina er, at avskiping til
Skotlands, ið higartil hevur
verið, nú er burtur.
Støðugt vantandi avskip
ingarmøguleikar høvdu utt
an iva havt sera álvarsligar
avleiðingar fyri virksemið
hjá flest øllum feskfiska
og laksaútflytarum í Føroy
um. Harumframt hevði tað
ført við sær, at tað hevði
verið trupult hjá fiskafram
leiðarum at framleitt mána
dagar og týsdagar, sigur
felagið.
Ingun Olsen, Saltangará,
er stjóri í Fresh Link. Hon
hevur í nógv ár arbeitt í
shippingvinnuni, og hon
hevur nógvar og góðar
royndir á hesum øki.
Nevndarformaður
er
Andreas F. Hansen. Hini í
nevndini eru Páll Gregersen,
Peter V. Nørgaard, Regin
Mikkelsen og Lena Leivs
dóttir.
P/F Fresh Link við
fiski til Skotlands
Silver Fjord fer at sigla til Scrabster tvær ferðir um vikuna
Nevndarformaður í P/F Fresh
Link er Andreas F. Hansen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Vøkstur í Vágum
Íverksetarahúsið og Felagið Vágar fara nú í gongd við at fremja ítøkiliga íverksetan í
Vágunum. Fyrsta átakið verður eitt vinnuligt íverksetarakvøld 2. Juli, har skráin verður
2 x 2 intensar tímar við einum steðgi ímillum. Í fyrra partinum er fokus á at menna
nýggj vinnulig hugskot, bæði til nýggj og verandi virki. Yvirskriftirnar eru millum
annað hesar: Frá hugskoti til handling – hvussu arbeiðir íverksetin? Nýskapandi
handiskonsept – hvussu skapa eitt sterkari varugrundarlag? Vegurin til fleiri og nýggjar
kundar – hvussu raka vit teir røttu kundabólkarnar? Í seinna partinum er fokus á vøkstur
í verandi fyritøkum við hjálp av vakstrarætlanum. Tiltakið verður hildið á Hotel Vágum,
og tilmelding kann fara fram á vagar@vagar.fo ella tlf. 213455.
vinnan