Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juni 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 120 - 25. juni 2008 Ein drúgv og beisk ósemja í Klaksvík kann enda við, at eini spildurnýggj sethús skulu takast niður aftur og at kommunan fær endur­ gjaldskrav upp á minst tvær milliónir Byggigøla Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú skal Føroya Rættur taka støðu til um tað var ólógligt, tá ið Klaksvíkar Býráð gav einum ungum manni byggi­ loyvi. Endar svartiper hjá býráðnum, kann avleiðingin vera, at eini spildurnýggj sethús skulu takast niður aftur og at kommunan fær endurgjaldskrav upp á minst tvær milliónir. Hetta er fyribils úrslitið av einum drúgvum og beisk­ um stríði í Klaksvík. Fyribils hevur hetta stríð vart í eini fimm ár og nú skal Føroya Rættur gera av, hvør hevur rætt og hvør er farin skeivur. Tók dik á seg Alt málið tók dik á seg, tá ið ein maður í 2003 søkti Klaksvíkar Kommunu um byggiloyvi á einum stykki, hann hevði fingið frá skyld­ fólki. Eftir byggisamtyktini, skulu grundstykkini í hes­ um økinum verða minst 400 fermetrar og netto­ nýtslustigið má ikki fara upp um 0,3. Men hesar treytir lýkur hetta stykkið ikki, tí tað er bara 323 fermetrar og nýtslustigið er 0,51 eftir tekningunum, sum húsini skuldu byggjast eftir. Men Klaksvíkar komm­ una gjørdi undantak og játtaði byggiloyvi kortini. Tí hava grannarnir kært, tí teir siga, at húsini eru so stór, at tey eru til ampa fyri grannalagið og harafturat hava tey mist útsýnið. Alla mylluna runt Málið hevur verið alla myll­ una runt, heilt frá Klaksvíkar Býráðið, oljumálaráðnum, innlendismálaráðnum og enntá hjá Løgtingsins umboðsmanni. Men higartil hevur tað ikki gjørt mun og nú er málið so lagt fyri Føroya Rætt at taka støðu til og tað má sannast, at tað var ein sjáldsom perlurekkja av løg­ frøðingum, sum hevði tikið sætið í tí trongliga rættar­ salinum í C Pløyensgøtu í Havn, tá ið málið var til viðgerðar nú ein dagin. Málið var so drúgvt, at tað tók tveir heilar dagar at avgreiða, tí tað vóru bæði grannarnir, Klaksvíkar Býráð og landsstýrið, sum troppaðu upp at verja síni sjónarmið. Ein høvuðsspurningur er um tað var ólógligt hjá kommununi at geva byggi­ loyvið. Tá ið málið var kært til Oljumálaráðið, mælti býar­ skipanarnevndin ráðnum til at geva kærarunum viðhald í, tí frávikið í byggisam­ tyktini var so stórt, at tað hevði kommunan ikki heim­ ild til at lata. Men oljumálaráðið vildi ikki fylgja tilmælinum og staðfestir byggiloyvið. Tá ið oljumálaráðið varð niðurlagt, endaði málið í innlendismálaráðnum og eisini har var niðurstøðan, at byggiloyvið var ílagi. Tí varð málið kært til Løgtingsins Umboðsmann, men beint eftir at kæran varð send, útskrivaði Klaks­ víkar Býráð endaligt byggi­ loyvi og sostatt fór maðurin undir at byggja. Tá ið málið síðani varð til viðgerðar hjá Løgtingsins Umboðsmanni, var niður­ støðan púra greið: Byggi­ loyvið var ólógligt, tí talan var um eitt so stórt frávik, at tað hevði kommunan ikki heimild til at geva. Men tá var maðurin langt síðani farin undir at byggja og hann helt fram at byggja til húsini stóðu liðug og tey kundu flyta inn sjálva jóla­ aftan í 2006. Skulu takast niður Nú málið var fyri í rættinum, kravdu grannarnir rætt og slætt, at húsini verða niður­ tikin aftur, tí at byggiloyvið var ólógligt. Samstundis kravdu tey 200.000 krónur í endurgjaldi fyri tann trega, hetta hevði volt teimum. Ført var eisini fram, at rætturin til at geva frávík, umfatar bara lítil frávik og tað kundi hetta ikki kallast. Teir meintu, at tá ið talan var um eitt kærumál, áttu byggingin at verið steðgað, til avgerð var fallin í málin­ um. Tað kann ikki vera rætt at byggingin heldur fram sum um at onki var hent. Tá ið so kæran loksins er enda­ liga avgjørd, eru húsini lið­ ug, men tá var ov seint at gera nakað og so blivu hús­ ini standandi. Sjálvur heldur maðurin, sum hevði fingið byggi­ loyvi, at hann hevði onki gjørt uttan at hildið seg strangt til eitt byggiloyvi, hann hevði fingið frá komm­ ununi. Hann gjørdi eisini greitt, at fekk hetta fíggjarligar avleiðingar, fór hann at krevja endurgjald og tað kann lættliga blíva yvir tvær milliónir, skuldi tað ringasta hent, so at hann verður noyddur at taka húsini niður aftur. Kommunan helt, at tá ið kærumyndugleikin, sum fyrst var oljumálaráðið og síðani innlendismálaráðið, komu til ta niðurstøðu, at byggiloyvið var ílagi, hevði kommunan skyldu at útskriva loyvi, so at maðurin kundi fara undir at byggja, tí tað hevði umsøkjarin krav upp á. Kommunan vísir eisini á, at húsini eru ikki til ampa fyri grannarnar tí tey liggja langt frá og samstundis verður eisini víst á, at fleiri onnur grundstykki eru minni enn 400 fermetrar. Kærararnir føra fram, at tað hevur ongan týdning, hvussu bygt hevur verið í økinum áðrenn byggi­ samtyktin varð gjørd. Tað, sum telur, er, hvussu farið verður fram, eftir at byggi­ samtyktin er gjørd og tí er hendan byggingin ólóglig. Teir spurdu eisini, hvussu tað bar til, at Klaksvíkar býráð legði seg so hart í seðlarnar og fór so djúpt í lógbøkurnar fyri at fáa hetta byggiloyvi í hús. Og spurningurin var eis­ ini reistir um bæði Klaks­ víkar Býráð, oljumálaráðið og innlendismálaráðið, høvdu verið undir so hørð­ um trýsti frá einstøkum borgarum við stórum valdi, at tey høvdu latið sær alt lynda. Innlendismálaráðið helt, at Klaksvíkar Kommuna hevði ikki gjørt annað enn at hildið seg til veruleikan, sum er, at tað er stórt trot á byggilendi og tá ið eitt lendi var tókt her, so loyvdu tey bygging. Innlendismálaráðið helt hinvegin, at tað var lætt hjá nøkrum teknokratum at sita í Havn og døma um, at byggiloyvið var ólógligt og víst var eisini á, at hetta hevði ikki ført fíggjarligt tap við sær fyri nakran. Nú skal so dómur fellast í málinum og tað verður um ein mánað. Stríð í Klaksvík kann enda við kravi upp á milliónir Var tað ólógligt, tá ið Klaksvíkar Kommuna gav byggiloyvið til hesi húsini fremst á myndini. Grannarnir í húsunum aftari a myndini hava stríðst ímóti byggiloyvinum í fimm ár og nú fæst so at vita, hvør hevur rættin á sínari síðu. Talan kann lættliga verða um endurgjaldskrav í milliónaklassanum Farex farið av knóranum Leiðslan í fiskasøluni Farex hevur nú slept vónini um at fáa til vega neyðugu fíggingina. Tað visti Útvarpið at siga í gjárkvøldið. Síðani seinasta heyst hevur leiðslan í Farex arbeitt við at endurreisa kapitalin í felagnum, sum var mistur. Í fyrsta lagi, tí vanligi raksturin gav hall, og eisini tí ein roynd á kinverska marknaðinum fullkomuliga miseydnaðist. Øll starvsfólkini hjá felagnum vórðu søgd úr starvi seinasta heyst, og nú skal felagið altso avtakast. Truckerfestivalur til Klaksvíkar Truckerfestivalurin hevur gjørt avtalu við Klaksvíkar Kommunu, um at hava festivalin í Klaksvík í ár. Tað verður upplýst í tíðindaskrivi. Samstundis hevur Truckerfestivalurin gjørt avtalu við Føroya Shell, um at hava sjálvan festivalin á økinum við Shellstøðina í Klaksvík ­ á sama stað har Føroya Sjómannadagur er. Leif Eliasen sigur í stuttari viðmerking, at nú tá festivalurin er voksin seg so stóran, so var tíðin búgvin at umhugsa alt konseptið av nýggjum, og tá Klaksvíkar Kommuna beinanvegin vísti stóran vilja til eitt framtíðar samstarv, so var avgerðin ikki torfør at taka. Undirtøkan fyri festivalinum er voksin hvørt árið, og í ár vænta fyrireikararnir at tað koma yvir 100 stórir bilar til festivalin.