Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juni 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 120 - 25. juni 2008 Nógv bendir á, at stóra heilsukanningin MARK stimbrar hugin hjá fólki at liva sunnari Heilsa Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Tá stóra fólkaheilsuátakið MARK í morgin fer í summarfrí, hevur á leið helvtin av landinum verið við í kanningunum. Hóast fyrstu úrslitini ikki verða tøk fyrr enn í heyst, bendir nógv á, at heilsuátakið hev­ ur stimbrað hugin hjá fólki at liva sunnari, metir Malan Egholm, heilsufrøðingur og verkætlanarleiðari. Góður vilji ­ Serliga í Klaksvík hava vit sæð, at býurin hevur fylgt kanningunum upp við eini røð av heilsuátøkum. Uppá nógvar mátar gongur Klaks­ víkin á odda á heilsuøkinum, sigur Malan Egholm. Samanumtikið ivast Mal­ an Egholm ikki í, at MARK kanningin hevur skapað størri uppmerksemi um týdningin av at liva sunnari. Eisini vísa fólk sum heild góðan vilja at fylgja teimum ráðum, tey fáa, eftir at tey hava tikið lut í kanningini. ­ Eg trúgvi, at tað hevur nógv at siga, at luttakararnir fáa úrslitið av kanningini beinanveg, og vit síðani ráðgeva út frá tí. Heldur enn at útflýggja luttakarar­ unum ein lidnan ’kur’ av onkrum slag, geva vit góð ráð um, hvat tann einstaki kann broyta í sínum livihátti fyri at betra um heilsustøð­ una, greiðir Malan Egholm frá. Mannfólk trek at eta grønt Og nógv er eftir øllum at døma, sum kundi bøtt um heilsustøðuna hjá føroying­ um. À tann minni postitiva bógvin vísa fyribils met­ ingar nevniliga, at føroying­ ar sum heild viga ov nógv og hava ov vánaliga kondi­ tión. Enn eru eisini nógvir føroyingar, ið roykja alt ov illa. Í hesum viðfangi vísir Malan Egholm á, at ofta ganga tað eini 10 til 15 ár, áðrenn skaðiligu árinini av royking av álvara vísa seg. Sum kunnugt er tó ong­ antíð ov seint at leggja av at roykja og heldur ikki skal so nógv til fyri at bøta um konditiónina, sum fólk kanska hava lyndi til at halda. ­ Ongin sigur, at tú skalt byrja at íðka ítrótt á høgum støði fyri at bøta um kondi­ tiónina. Bara tú rørir teg eitt sindur meir í gerandisdegin, hjálpir tað beinanvegin, sigur Malan Egholm. Tá tað ræður um mat­ vanar, kundi eisini staði betri til, men her eru kvinn­ urnar munandi skjótari at taka góðu ráðini til sín. ­ Siðvandu føroysku mat­ vanarnir við sós og smelt hava eftir øllum at døma fastari tak á mannfólkunum enn konufólkunum. Teir eru heldur trekir at skifta tað vælkenda út við meir grønmeti, meðan kvinnur­ nar fegnar vilja royna ein øðrvísi og sunnari kost, sigur Malan Egholm. Stór luttøka Higartil hava Havnin, Klaksvík og Suðuroy verið umfataðar av kanningini. Og sum heild hava tey, ið hava fingið áheitan um at koma til kanningar, verið fús at møta upp. Onkustaðni hava fólk enntá skrivað seg á bíðilista, um so er, at brúk hevur verið fyri teimum. Men allar árstíðir eru ikki líka væl egnaðar at kalla fólk inn til heilsukanningar, viðgongur Malan Egholm. ­ Fólk eru ikki so væl við uppá at verða máld og vigað beint aftaná jól, tá tey flestu nokk hava etið meir og ósunnari enn vanligt. Hin­ vegin hevur hugurin at lata seg kanna verið stórur nú í vár og summar, sigur Malan Egholm. Fleiri suðuroyingar Fólkatalið í Suðuroy er økt við 6 fólkum higartil í ár. Størsta økingin er í Sumba, sumbingarnir eru nú 7 fleiri enn teir vóru í januar, men fólkatalið økist eisini aðrastaðni í Suðuroy: í Porkeri við 4 fólkum, í Vági við 4 fólkum, í Froðba við 3 fólkum, í Hovi við 1 fólki og Akrar við 1 fólki ­ tilsamans 20 fólk. Men nakrar bygdir eru, har fólkatalið er í minking: Hvalba 6 fólk, Tvøroyri 3 fólk, Sandvík 2 fólk, Trongisvágur 1 fólk, Øravík 1 fólk og Fámjin 1 fólk ­ tilsamans 14 fólk. Í Øravíkarlíð, Lopra og Vikarbyrgi er eingin broyting. Í januar búðu 4903 fólk í Suðuroy og 1. mai búðu 4906 fólk har, ein øking uppá 0,12%. Funningur upp í Runavík Hósdagin verður sáttmálin um kommunusamanlegging millum Funnings og Runavíkar kommunu undirskrivaður í býráðssalinum við Saltangará. Samanlegging verður veruleiki 1. januar 2009. 14. nov. 2006 var vegleiðandi fólkaatkvøða í Funningi um samanlegging av kommununi við aðra kommunu og var stórur meiriluti var fyri at leggja kommununa saman við Runavíkar kommunu. Kommunurnar hava síðan samráðst um sáttmálan sum verður undirskrivaður hóskvøldið. Hetta fram til samanleggingina fara kommunurnar at virka í tøttum samstarvi verður sagt í tíðindaskrivi, sum er sent fjølmiðlunum. Samlaða fólkatalið í hesum báðum kommunum er 3.760 fólk. Heilsukanning stimbrar sunnari livihátt MARK fólkaheilsukanningin er ein umfatandi kanning av livimátanum hjá føroyingum. Kanningin kallast MARK, tí hon snýr seg um Motión, Alkohol, Royking og Kost. Kanningin fer fram ymsastaðni í landinum. Byrjað varð í januar og heldur kanningin fram út á heystið. 2000 tilvildarliga vald fólk í aldrinum 40 til 70 ár verða boðin til kanningar. Umframt eina likamskanning, umfatar kanningin eisini eitt spurnarblað um livimátan og heilsuvanar. Við kanningini verður roynt at fáa eina eftirfarandi mynd av heilsustøðuni hjá føroyingum. FAKTA Ein lítil blóðroynd kann siga rættiliga nógv um heilsustøðuna Máting av lungakapasitetinum avdúkar skjótt, um tú roykir í so nógv Umframt blóðtrýstið verða feittprosent, mjadna- og miðjumát, vekt og hædd eisini kannað