mikudagur 25. juni 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 120 - 25. juni 2008
Projektering og
eftirlit hevur verið
ov vánaligt, og tað
hevur kostað P/F
Høgna Mikkelsen
út við 13 milliónir
í endurgjaldi.
Hesar pengar vil
Høgni Mikkelsen
hava aftur frá Una
Patursson, sum
hevur projekterað
byggistig 2., 3. og
4 av byggingini á
Løgmannabreyt.
Uni Patursson vísir
kravinum aftur
ENDURGJALDSKRAV
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Byggigølan við Torkilsgøtu
og Jørmundargøtu uppi við
Løgmannabreyt,
hevur
kostað
byggiharranum,
Høgna Mikkelsen, snøggar
12.864.526,25 krónur. Og
hesar pengarnar vil hann nú
hava aftur frá Una Paturs
son, sum hevur projekterað
arbeiðið.
Høgni Mikkelsen hevur
tí stevnt í fyrsta lagi Una
Paturssyni og í øðrum lagi
HMP consult eftir pengun
um. Hetta hongur saman
við, at HMP consult, sum
Uni Patursson stovnaði sam
an við Hans Haraldsen, Lut
erius Hansen og Vilhelm
Matras, ið framman undan
starvaðust hjá Fa. Uni
Patursson, yvirtók arbeiðið
hjá Høgna Mikkelsen á Løg
mannabreyt.
Málið er eitt sindur tor
skilt, eftir sum spurningurin
er, um ábyrgdin skal ella
kann tvíbýtast millum Fa.
Una Patursson og HMP con
sult. Verður hetta veruleiki,
ljóðar kravið til HMP con
sult upp á 5.935.426,25.
Tað merkir so aftur, at fær
saksøkjarin viðhald, skal
HMP consult rinda nevndu
upphædd, meðan Uni Paturs
son so skal gjalda tað ið
restar í upp til 12.864.526,25
krónur.
Málið gjørdist rættiliga
drúgt, tá tað var fyri í Før
oya Rætti í gjár. Sigmund
Poulsen, sum umboðar Una
Patursson, legði fyri við at
dokumentera tey skjøl, sum
liggja til grund í málinum,
og síðani gjørdi Bjørn á
Heygum tað sama vegna
Høgna Mikkelsen. Poul Han
sen, sum umboðar HMP
consult,
dokumenteraði
somuleiðis nøkur fá skjøl.
Hendan dokumentatiónin
gjørdist drúgv. Hon byrjaði
klokkan tíggju fyrrapart og
endaði ikki fyrr enn klokkan
var farin av tvey seinnapart
– tó við hálvum tíma
døgurðasteðgi.
Vildu ikki trúgva tí
Eftir hetta komu vitnisfrá
greiðingarnar fyri. Fyrsta
vitni var Høgni Mikkelsen.
Hann greiddi frá, at hann
gjørdist varðugur við fukt í
húsunum, tá ein av húsaán
arunum ringdi og kærdi
sína neyð.
Høgni Mikkelsen fór á
staðið, og teir kundu stað
festa, at trupulleikar vóru
við gólvunum. Hann greiddi
víðari frá, at hann gjørdi av
at skifta gólvið, men tað
gekk bara stutt tíð, so var
sami trupulleikin aftur.
Fyrsta ábendingin um,
hvat var galið, kom tá ein
tryggingarmaður kom á
staðið. Hann hevði varhugan
av, at tað var drenlagið, ið
ikki var nóg gott.
Hetta hevði Høgni Mikk
elsen ilt við at trúgva, tí
hetta var mátin, ið vanliga
var nýttur at byggja sethús.
Semja var um at fáa ein
sýnsmann at kanna húsini,
og heitt varð á Eyðfinn Len
vig, byggifrøðing um at
gera sýnsmeting.
Hann kom til ta niður
støðu, at partvíst var gólv
konstruktiónin skeiv, og
partvís var drenlagið úr
óegnaðum tilfari.
Seinni varð Valbjørn Dals
garð nýttur sum sýnsmaður
í øðrum húsum í somu
bygging, og hann kom til
júst somum niðurstøðu sum
Eyðfinn Lenvig.
Eisini ein triði sýnsmaður
hevur verið nýttur til at
meta um húsini á løgmanna
breyt. Tað var Sten Balle,
sum sýndi áleið 30 hús. Og
í øllum førum kom hann til
somu niðurstøðu, at fuktur
kundi staðfestast, og orsøk
in var, at gólvkonstruktiónin
var skeiv og tilfarið, sum
nýtt varð til drenlag, var
óegnað til endamálið.
Hetta er kjarnan í málin
um, og vitnisavhoyringin
av Høgna Mikkelsen avdúk
aði, at hesin hevði roknað
við, at Uni Patursson, sum
hevði projektera arbeiðið,
eisini hevði eftirlit við, at
rætta tilfarið varð nýtt.
Ikki eftirlit
Harnæst varð Uni Patursson
avhoyrdur. Hann greiddi
frá, at tá hann tók upp aftur
arbeiðið sum ráðgevandi
verkfrøðingur aftur í 97/98
eftir kreppuna, var Høgni
Mikkelsen ein av hansara
fyrstu uppgávum.
Talan var um 2. byggistig
á Løgmannabreyt. Hetta
umfataði 12 samanbygd rað
hús, og var meinlíkt 1.
byggistigi. Uni Patursson
projekteraði jørðarbeiði í
fyrsta umfari, men skjótt
varð hetta víðkað til eisini
at umfata betongarbeiði.
Hann hevði fingið nakað
av tilfari frá projekteringini
til 1. byggistig, og hevði
hetta at stiðja seg til, tá pro
jektering og harundir nøgd
arlisti skuldi gerast. Hann
hevði sum undirlag valt 0
25 m/m frásoldað, og var
hetta sama tilfar, sum nýtt
var í 1. byggistigi.
Men hóast hann sostatt
hevði projekterað arbeiðið,
metti hann seg ikki at hava
eftirlit í tann mun, at hann
skuldi góðskukanna arbeið
ið. Tað hevði givið ein heilt
annan kostnað enn tað, sum
hann hevði tikið.
Hann vísti á, at tá eftirlit
varð nevnt í rokningunum,
so var talan um eftirlit av
øðrum tingum, so sum
umbønir um akonto flyting
ar og annað. Hann vísti eis
ini undir vitnisavhoyringini
á, at hann bert hevði verið
við til byggifundirnar sum
eitt slag av skrivara. Hann
tók notatir, og síðani rein
skrivaði hann hesar heima
og sendi so frágreiðingarnar
til viðkomandi persónar.
Hann segði seg eisini
hava havt fyrivarni við tí
tilfarið, sum varð nýtt til
drenlag, eins og hann ikki
hevði verið við til at bygt
gólvkonstruktiónina upp á
tann hátt, sum nýttur varð.
Allar
gólvkonstruktiónir
hann hevði gjørt, hava isola
tión
undir
betonginum,
greiddi hann frá.
Men hóast hann hevði
gjørt vart við hetta – tó
kundi hann ikki vátta, at
hann hevði sagt tað við
Høgna Mikkelsen – so føldi
hann seg undirkendan og
gjørdi ikki meiri við málið.
Hans Haraldsen frá HMP
consult var síðani stutt
avhoyrdur, áðrenn sakførar
arnir fóru undir prosedur
urnar.
Bjørn á Heygum legði
fyri, og hann legði stóran
dent á, at gólvkonstruktiónin
var skeiv, og at tilfarið, sum
varð nýtt til drenlag, ikki var
tað rætta. Hetta róði hann
upp undir var ábyrgdin hjá
Una Paturssyni at tryggja, at
rætta
tilfarið
og
rætta
konstruktiónin var nýtt.
Hann
endurgav
fleri
ymisk brot úr »Enterpriser
et«, sum umrøddu skyldur
og ábyrgdir hjá tekniskum
ráðgevum.
Hann
gjørdi
sostatt galdandi, at Uni
Patursson og HMP consult
fullu inn undir hesar skyldur
og áttu tí at havt gjørt vart
við feilirnar, sum gjørdir
vóru. Og út frá hesum sama
eiga teir at verða dømdir at
rinda Høgna Mikkelsen end
urgjald fyri tap, ið hevur
staðist av byggingini við
Løgmannabreyt.
Sigmund
Poulsen,
sakførari hjá Una Patursson,
kravdi hinvegin frídøming.
Hann vísti á, at eingin avtala
var partanna millum um
eftirlit, og Uni Patursson
varð ongantíð biðin um at
koma á byggistaðið at eftir
kanna ella góðkenna nakað.
Hann segði, at talan var
ikki um eitt upprunaprojekt,
og at allir standardir longu
framman undan vóru settir,
og at Uni Patursson bara
førdi víðari tað, sum longu
var avgjørt framan undan.
Vanligt
góðskueftirlit
kostar 1015% av kostn
aðinum, og tað stendur púra
greitt, at rokningarnar frá
Una Paturssyni eru himmal
vítt frá tí. Hann helt tí ikki,
at nakað grundarlag er fyri
at krevja endurgjald frá
Una Paturssyni og kravdi tí
frídøming.
Heldur ikki Poul Hansen,
sakførari hjá HMP consult,
helt nakað grundarlag vera
fyri hesum endurgjaldskravi.
Hann vísti á, at eitt eftirlit
er bert til fyri at fylgja pro
jektinum upp, men gevur
onga heimild at broyta tað.
Hann segði somuleiðis, at
tá eitt slíkt materiali verður
valt, er tað fyri at spara pen
ing, og at tað bert er byggi
harrin, ið fær vinning av tí.
Hartil segði hann, at
skuldi talan verið um eitt
góðskueftirlit, hevði hetta
kostað um eina millión krón
ur, og ikki 100.000 krónur
so sum rokningarnar fyri
projektið høvdu ljóða upp
á.
Dómarin segði, at hann
fór at geva eitt »tilkende
givelse« um ein mánað. Tá
fer hann at boða frá, hvør
dómurin verður, og um allir
partar góðtaka hann, er mál
ið endaliga avgreitt.
Stevnir eftir 13 milliónum
Tað er her í Jørmundargøtu og í Torkilsgøtu, at húsini hava havt trupulleikar av fukti
Mynd: Jens Kristian Vang
Barnafest í Grasagarði
5. juli verður stórur barnafestivalur í Grasagarði í Havn. Umframt pallin og grasvøllin í Grasagarði er ætlanin at brúka allar
krókar, sum finnast á økinum. Á smábarnaøkinum verður fult av spannum, spakum, gravimaskinum, rusjibanum,
sandkassum við meira. Nósi kemur at vitja við ballónum, og hann hevur eisini sína egnu hoppiborg við, sum børnini sleppa
at royna. Í niðastu hæddini í Tilhaldinum verður Kafé, og eisini verður málningaframsýning av verkum, sum børnini í
Myndlistaverkstaðnum í Margarinfabrikkini hava gjørt. Í Kreativa verkstaðnum verður møguleiki at gera prýðislutir, tekna,
fáa andlitið mála og flætta hár. Á Grillstaðnum fáast pylsur og sneisadrýlar, og í sølubúðini, sum verður uttan fyri Tilhaldið,
verður søla av pannukøkum, slushice, milkshake, candyfloss, poppkorn, softice og øðrum. Um kvøldið verður barna og
ungdómskonsert á pallinum í Grasagarði. Teir tríggir bólkarnir, ið fara at framføra, eru úr Margarinfabrikkini, punk/rock
bólkurin A25 við Halli Thomsen frá Talent og Nicolai Kielstrup, (Dk), sum hevur vunnið MGP– Danmark.