mikudagur 25. juni 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 120 - 25. juni 2008
Eystanstevnukaba
rettin er stuttligari
enn nakrantíð, nú
hon verður spæld fyri
sjeyndu ferð í fimleikar
høllini í Glyvra skúla.
Tað siga tey, sum hava
fingið ein »smakk« av
kabarettini
Kabarett
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hevur tú hoyrt um skilið í
Runavíkar býráði, nýggja
skúlan í Runavík – ella hevur
tú hoyrt nýggjasta slatrið úr tí
Hallið av virksemi
num hjá samtakinum
Maru Seafood er 11
miljónir krónur í
2007, og vánalig útlit
eru til árið í ár, sum
higartil eisini hevur
givið hall
Vinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Jón Brian Hvidtfeldt/Rás2
Eitt av størstu fiskivinnu
samtøkunum í Føroyum
merkir sviðan av tungu
gonngdini í fiskivinnuni.
Maru Seafood hevði 11
miljónir krónur í halli í fjør.
Tað staðfestir stjórin í
samtakinum, Jóhan Páll
Joensen.
Maru Seafood er eitt av
teimum heilt stóru fiski
vinnusamtøkunum í Før
oyum.
Fyritøkan
fevnir
bæði um virkir og skip. Tey
trý virkini, sum felagið
rekur í Klaksvík og á Eiði,
hava út við 200 fólk í
arbeiði, og einir 100 mans
eru knýttir at teimum átta
skipunum hjá samtakinum.
Ein av fyrstu døgunum
verður aðalfundur í felag
num, og tað verður ein
døpur staðfesting av árinum
í fjør, sum Jóhan Páll
Joensen, stjóri, tá fer at
leggja fyri eigararnar.
Úrslitið fyri árið 2007
gevur eitt hall upp á 11
miljónir krónur.
Vánalig skipavinna
Stjórin sigur, at høvuðs
orsøkin til stóra hallið er at
finna í eini vánaligari drift
av skipunum hjá felagnum.
Vit hava havt ógvuliga
nógvar útreiðslur upp á
okkara skip, sum faktisk
hava gingið illa. Tað er tí
fyrst og fremst í skipunum,
at tað stóra hallið er at
finna.
Spurdur, hvat hann sum
stjóri í felagnum heldur um
úrslitið í fjør, sigur Jóhan
Páll:
Hetta er eitt úrslit, ið
man sum stjóri sjálvandi
ikki er nøgdur við. Tað er
ógvuliga keðiligt at koma
út við einum slíkum úrsliti.
Stjórin sigur, at leiðslan í
Maru Seafood hevði vónað,
at úrslitið fyri farna ár fór
at vera betur enn tað, sum
nú fyriliggur.
Vit høvdu sjálvandi
vónað, at vit kundu víst á
eina drift, sum var positiv,
men hetta hevur víst seg at
vera ógvuliga trupult.
Maru Seafoodsamtakið
hevði eisini eitt hall í 2006,
og nú er so hallið upp á 11
miljónir
krónur
eisini
staðfest.
Stóra ávirkan
Vit spurdu eisini Jóhan
Páll, hvussu hetta ávirkar
samtakið?
Tað er klárt, at ávirkanin
er ikki góð. Hetta er avgjørt
ikki positivt fyri okkara
samtak.
Men í hvønn mun fer
hetta at ávirka samtakið – á
sjógvi og landi?
Hetta kemur at avmarka
okkum, og hetta ger tað
neyðugt at umhugsa, hvat
vit skulu gera fyri at kunna
yvirliva. Vit mugu hygga
eftir, hvat vit kunnu gera
fyri at hava eina framtíðar
drift, og tá verður neyðugt
at hugsa um allar møgu
leikar. Tað er greitt.
Kann tað hugsast, at
virksemið verður niðurlagt?
Um hetta verður neyðugt,
gera vit tað, sigur stjórin.
Vit spurdu eisini Jóhan
Páll Joensen, hvørji útlitini
eru fyri 2008?
Fyrstu seks mánaðirnar
í ár vísa eisini hall. Í ár eru
tað
serliga
oljuprísirnir,
sum hava ávirkað raksturin.
Vit hava havt eina positiva
drift uppi á landi, meðan
skipini framvegis hava eina
drift, sum gevur hall. Hetta
er serliga orsakað av høgu
oljuprísunum.
Skip hava ligið
Jóhan Páll Joensen sigur, at
Maru Seafood flýtur
tungt í sjónum
Flennandi heimaftur til húsa
11 milliónir í halli
Maru Seafood, sum er eitt av størstu fiskivinnusamtøkunum í
landinum, er eisini hart rakt av tungu gongdini í høvuðsvinnuni.
Stjórin, Jóhan Páll Joensen, staðfesti á Rás2 í gjár, at samtakið í
fjør hevði eitt undirskot á 11 milliónir krónur. Tey trý virkini, sum
felagið rekur í Klaksvík og á Eiði, hava út við 200 fólk í arbeiði,
og einir 100 mans eru knýttir at teimum átta skipunum hjá Maru
Seafood. Ein av fyrstu døgunum verður aðalfundur í Maru
Seafood. Og tað verður ein døpur staðfesting av árinum í fjør,
sum Jóhan Páll Joensen tá fer at leggja fyri eigararnar. Stjórin í
Maru Seafood, hevur ikki góðar vónir fyri árið í ár. Hann roknar
við, at Maru Seafood eisini í 2008 kemur at hava undirskot.
Dímun á DR
Í kvøld verður sending á DR1 um lívið á Dímun.
Tað er væl umtókti verturin og ferðamaðurin,
Søren Ryge, sum hevur verið á ferð í Dímun.
Undir yvirskriftini: Ein familja, 1.000 seyðir,
tríggir hundar og tveir hestar, fer Søren Ryge at
greiða frá, hvussu lívið á Dímun er hjá húskinum,
ið búleikast har. Sendingin verður send klokkan
19 á DR1, og hon verður endursend komandi
mikudag klokkan 13.30.