mikudagur 25. juni 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 120 - 25. juni 2008
- Vit hava verið
í samband við
Thor Provider og
hava skilt, at tað
gekk væl at taka
manningina av
seismikkskipinum.
Støðan umborð á
Atlantic Explorer er
undir eftirliti, og øll
manningin hevur
tað gott, siga tey hjá
Thor í Hósvík
Bjarging
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Um knapt 17-tíðina seinna-
partin í gjár kom eldur í
seismikkskipið, Atlantic
Explorer, sum tá var á
leiðini norðanfyri Senja í
Troms.
Eldurin tók seg upp í
maskinrúminum, men tað
eydnaðist trygdarmanning-
ini við sjálvvirkandi sløkk-
ing, sum skipið hevur, at
basa eldinum.
Sambært norsku heima-
síðuni www.ba.no (Berg-
ens Avis), byrjaði eldurin
í einum hjálpimotori í
maskinrúminum, og um
20-tíðina í gjárkvøldið
varð hann sløktur.
Føroyska support-skipið
hjá
Atlantic
Explorer,
Thor Provider, sum Thor í
Hósvík eigur, tók megin-
partin av manningini av
seismikkskipinum. Mann-
ingin telir 48 fólk, harav
trygdarmanningin
var
eftir umborð til at basa
eldinum.
Eingin fekk skaða undir
tilburðinum.
Thor váttar
Reiðaríið Thor í Hósvík
váttar, at skipið hjá teimum
seinnapartin í gjár tók ein
stóran part av manningini
av Atlantic Explorer.
- Vit hava verið í sam-
band við Thor Provider og
hava skilt, at tað gekk væl
at taka manningina av
seismikkskipinum. Vit eru
chartraðir
av
altjóða
seismikkfelagnum
PGS,
sum ger seismiskar kann-
ingar við Atlantic Explorer.
Hjá Thor í Hósvík siga
tey, at einir 5-6 mans van-
liga eru við Thor Provider,
og
yvirmenninir
eru
føroyingar.
- Vit hava skilt, at støðan
umborð á Atlantic Explor-
er er undir eftirliti, og øll
manningin hevur tað gott.
Thor í Hósvík sigur, at
uppgávan hjá Thor Pro-
vider er at sigla við útgerð
til stóra seismikkskipið.
Ikki umfatandi
Sambært norsku heima-
síðuni hevur eldurin um-
borð á Atlantic Explorer
ikki ført til, at olja er likin
í havið, og eingin dálking
er farin fram á umhvørvið
í økinum.
Sum skilst, er skaðin, ið
skipið hevur fingið av
eldinum, heldur ikki so
umfatandi.
Sambært
heimasíðuni
er tað Petroleum Geo-Ser-
vices, sum eigur Atlantic
Explorer.
Thor-skip tók fólk
av brennandi skipi
Tilsamans 48 fólk vóru umborð á
seismikkskipinum Atlantic Explorer, tá
eldur kom í skipið seinnapartin í gjár
Allir yvirmenninir umborð á Thor Provider, sum tók
meginpartin av manningini av Atlantic Explorer í gjár, eru
føroyingar
seinastu
tíðina
hevur
fiskiskapurin verið ógvuliga
smáligur, og tí hava ikki øll
skipini, sum felagið rekur,
verið í vinnu. Tað hevur
loyst seg betri fyri skipini at
ligið við bryggju.
- Men eitt par fór út
herfyri, og eitt par fór
útaftur týsdagin.
Stjórin sigur, at støðan
hjá felagnum er soleiðis
vorðin, at neyðugt er at taka
støðu – túr fyri túr – nær
loyst verður. Hetta er heldur
ikki haldbart í longdini.
- Hetta er ein tíð, har
prísirnir á olju bara eru
hækkaðir, og man hevur
ikki møgleikan at staðfesta,
hvør gongdin verður við
prísunum. Tí er hetta ein
støða, sum verður tikin – frá
degi til dags, sigur stjórin.
Hvør verður tín boðskap-
ur til eigararnar og kredittor-
arnar á komandi aðalfundi?
- Tað verður sami boð-
skapur, sum vit hava havt í
eina tíð. Vit mugu finna út
av, hvat er at gera, og hvussu
vit kunnu skipa so fyri, at
líkindi gevast fyri eini
lønandi drift. Í løtuni skal
nógv til, bæði frá kredit-
torum og teimum, sum
fíggja okkum – umframt frá
parteigarunum.
Nýggjur
partapeningur
Jóhan Páll Joensen avvísir
ikki, at tað kann gerast
neyðugt hjá felagnum at
tekna meira partapening í
samtakinum.
- Hvørji útliti eru, dugi eg
slett ikki at meta um, men
sum støðan er í dag, eru
útlitini
at
tekna
meira
partapening ikki góð.
Stjórin heldur, at spurn-
ingurin um nýggjan parta-
pening skal takast upp í
heyst.
- Neyðugt verður fyrst at
síggja, hvar oljuprísirnir
enda, eins og neyðugt verður
at finna út av, hvussu verður
við fiskidøgunum hjá okk-
ara parti av flotanum, sigur
Jóhan Páll Joensen.
lokala umhvørvinum?
Tey, sum standa aftanfyri
kabarettina á Eystanstevnu,
siga, at kabarettin er á
tremur
við
aktuellum
søgum úr býnum, eins og
fleiri skemtiligir táttir eisini
verða á skránni.
- Kabarettin er stuttligari
enn nakrantíð, nú hon
verður spæld fyri sjeyndu
ferð í fimleikarhøllini í
Glyvra skúla.
Tað siga tey, sum hava
fingið ein “smakk” av henni
undir venjingunum, sum
verið hava.
Leikarar, sum hesaferð
koma at standa fyri skemti
og sangi, eru eitt nú Hallur
Hansen,
Kenneth
Ras-
mussen, Jonhard Hansen,
John Andersen, Dia David-
sen,
Jóannes
Djurhuus,
Jórun á Líknagøtu og Anna
Olsen.
Teir, sum standa fyri
tónleikinum,
eru
Hjalti
Joensen, Jákup Olsen, John
Mortensen og Jóhan á
Lakjuni.
Stigtakararnir lova, at tey,
sum vitja kabarettina hesa-
ferð, fara flennandi allan
vegin heimaftur til húsa.
Sýningarnar verða fríggja-
kvøldið klokkan 21 og
mánakvøldið klokkan 20.
Maru Seafood hevur rikið
trý virkir, Kósina, Eystís,
sum er gamla Roykivirkið
í Klaksvík og Norðís á Eiði.
Virksemið á Eystís er hildið
uppat. Tey átta skipini seks
ísfiskatrolarar, Navarin,
Borgarin, Nónhamar,
Fjalshamar, Safir og
Smaragd. Línuskipini eru
Grani og Fugltúgvan
Mynd: Vilmund Jacobsen
Dansiskeið við Vígdis
Nú kunnu øll dansiáhugaði gleða seg, tí dansiskeið verður í
Havn og í Klaksvík í summar við Vígdis Hentze Olsen. Um-
framt Vígdis, undirvísa dansarararnar Tine og Sarah eisini í
skeiðnum, ið verður hildið miðjan juli mána. Undirvíst verð-
ur m.a. í lyrisk street jazz, house og hip hop. Til ber at lesa
um Tine á myspace. com/funkytorso og um Sarah á
myspace. com/sallllla
Sandoyingar fækkast
Afturgongdin við fólkatalinum á Sandoy heldur fram, 1. mai
vóru sandoyingarnir 1373 í tali. Higartil í ár er fólkatalið á
Sandoy minkað við 10 fólkum, ella ein minking í % uppá
0,8. Tað er bara Húsavík, har fólkatalið er økt, men økingin
er bara 1 fólk. Í Dali og á Skarvanesi er eingin broyting
higartil í ár. Størsta afturgongdin er í Skálavík, har er
afturgongdin 6 fólk, men eisini á Sandi og í Skopun er
afturgongd - við ávikavíst 3 og 2 fólkum. 1. mai búðu 1373
fólk á Sandoy.